hósdagur 10. september 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
10
Danmark stendur fyri byrjanini á eini nýggjari tíð.
Flóttafólkastreymurin rakti sunnudagin Danmark,
tá 234 ferðandi og flóttafólk komu til Rødby. Talið
er fleirfaldað síðani. Við ringum tannabiti tekur
danska stjórnin móti fleiri flóttafólkum í ár. Men
næstan eingin teirra ynskir at enda í Danmark
Rógvi Nybo
O
manfyri túsund flóttafólk
eru komin inn um danska
markið síðani sunnudagin.
Brádliga eru tíðindini um
flóttafólk í stríðum streymum, sum
flýggja upp gjøgnum Evropa undan
kríggi og jagstran, vorðin annað enn
myndir og orð í miðlunum. Sunnu
dagin komu tey fyrstu 234 ferðandi og
flóttafólkini um markið, tá tey komu
við toki í ferju til Rødby á Lollandi.
Síðani eru fleiri hundrað komin
afturat og streymurin sær ikki út
til at slitna í bræði. Brádliga standa
myndugleikarnar við trupulleikanum
í hondunum, og flóttafólkini síggjast
á Hovedbanegården í Keypmanna
havn, á motorvegnum móti Svøríki
og í bussum á veg um markið í Suður
jútlandi. Nú er ikki longur nokk hjá
politiska myndugleikanum at tosa og
ætla. Brátt er neyðugt at taka stig og
avgerðir í skundi.
Trupulleikin við flóttafólkunum
er fløktur og ringur at skilja. Hvørji
eru hesi flóttafólkini, hvaðani koma
tey og hví koma tey higar. Hvat verður
og hvat átti at verðið gjørt.
Tunnubumbur, hungurs
neyð og jagstran
Meginparturin av flóttafólkunum,
sum í løtuni streyma inn í Evropa,
rýma undan kríggi í Sýria, Irak og
Afganistan. Kríggið millum herlið hjá
einaræðisharranum Bashar Al-Assad,
sum javnan bumba sivilfólk úr erva
við tunnubumbum, Islamska Statin,
Al-Qaeda og uppreistrarfólk, ið gera
uppreistur móti einaræðinum, hev
ur fingið 12 av teimum 20 milliónir
íbúgvunum í Sýria áðrenn kríggið, at
flýggja. Átta milliónir eru flýdd aðra
staðni inni í Sýria, meðan út við fýra
milliónir eru flýdd til grannalondini,
serliga Libanon, har omanfyri ein
millión flóttafólk búgva í flóttafólka
legum. Nøkur hundraðtúsund eru
seinastu árini flýdd víðari til Evropa,
antin gjøgnum Turkaland ella vanda
miklu leiðina við báti til Grikkalands.
Ein annar og minni bólkur eru
flóttafólk, ið eru flýdd av Afrikanska
meginlandinum undan borgarakríggi,
hungursneyð og jagstran. Hesi koma
umvegis Libya til Italia ella enntá
allan vegin til Fraklands.
Tá vandamikla ferðin um
Miðjararhavið, har túsundtals fólk
longu eru druknað í ár, er av, byrjar
langa ferðin upp gjøgnum Evropa.
Flestu sýrisku flóttafólkini eru til
gongu og við bussi ella toki, og taka
leiðina úr Grikkalandi, umvegis
Makedónia og Serbia til Ungarn, og
hagani til Týskland gjøgnum antin
Eysturríki ella Kekkia.
Tey sterkastu koma higar
Orðið »flóttafólk« fevnir um ein bólk
av fólki, ið er alt annað enn homo
genur. Tískil ber illa til at tosa um
flóttafólkini sum »tey«, uttan at
greina nærri, júst hvørji flóttafólk
og hvar. Stórur munur er eisini á,
hvørji flóttafólk leita sær norðureftir
í Evropa. Størsti parturin, ið kemur
til Danmarkar, Týsklands, Niðurlond
og Belgiu, eru sýrisk flóttafólk. Og
mong teirra eru ung, vælútbúgvin
og ágrýtin.
Dieter Zetsche, forstjóri í stóru
týsku fyritøkuni Daimler, ið millum
annað framleiðir bilar av merkinum
Mercedes-Benz og AMG, hevur longu
fingið eyguni upp fyri hesum, og
ætlar sær út millum flóttafólkini at
finna kvalifiseraða arbeiðsmegi.
Nógv av flóttafólkunum eru ung,
vælútbúgvin og ágrýtin. Tað er júst
slíkum fólkum, vit hava tørv á, segði
Dieter Zetsche við týsku avísina Bild
am Sonntag.
Hjá nógvum av flóttafólkunum
stendur valið stutt sagt millum eina
ússaliga tilveru í flóttafólkalegum
í Libanon ella Turkalandi, har tey
mangla mat, streym, arbeiði og van
ligan sanitet, og so at taka vanda
miklu ferðina móti eini betri tilveru
í Norðurevropa. Tað eru bert tey
sterkastu, ið fara undir vandamiklu
ferðina.
Ábyrgdin av
okkara herðum
Sera ymiskt er hvussu tikið verður
ímóti flóttafólkunum og hvussu
tey verða viðfarin á ferðini. Ungarn
setti píkatráð framvið stórum parti
av sunnara markinum, fyri at forða
flóttafólkunum at koma inn í landið.
Inni í landinum verða flóttafólk eisini
illa og harðliga viðfarin av løgreglu.
Í Eysturríki og Týsklandi stóðu fólk
fyri flóttafólkunum við vatni og mati,
tá tey komu í landið. Týska stjórnin
hevur eisini lovað at taka móti upp
til 800.000 flóttafólkum í ár, fýra
Eingin
ynskir
at enda í
Danmark
Herða vit eftir
litið við danska
markið, verða tað
ikki færri, men
fleiri flóttafólk,
ið koma til Dan
markar«
Lars Løkke Rasmussen,
forsætisráðharri
Mynd: polfoto
Forstjórin í stóru týsku
fyritøkuni Daimler, ið
millum annað framleiðir bilar
av merkinum Mercedes-Benz og
AMG, hevur longu fingið eyguni
upp fyri hesum, og ætlar sær út
millum flóttafólkini at finna
kvalifiseraða arbeiðsmegi.
tema Flóttafólk
Flóttafólk standa við dyrnar