hósdagur 10. september 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
11
ferðir so nógv sum í fjør. Eisini Stóra
bretland hevur, tvørliga, játtað at taka
20.000 fleiri flóttafólk í ár.
Um vikuskiftið tosaði danski
forsætisráðharrin, Lars Løkke
Rasmussen, í telefon við týska
kanslaran, Angelu Merkel. Her hevði
hann lovað at taka umleið 100 flótta
fólk eyka í ár. Tað vil siga 12.100 flótta
fólk tilsamans. Men sunnudagin
mátti hann taka í egnan barm og
ásanna, at veruleikin bankaði á
dyrnar, og at talið mátti hækkast
eitt vet.
Danska stjórnin hevur, síðani
Fólkatingsvalið, har Dansk Folkeparti
gjørdist næststørsti flokkur, framt
fleiri herðingar á útlendingaøkinum.
Men eisini undanfarnar stjórnir hava
hert lóggávuna á útlendingaøkinum,
eitt nú fyri familjusamanføring og
við at lækka almannaveitingarnar.
Sambært granskingarstjóranum á
Mannarættindastovninum í Dan
mark, Thomas Gammeltof-Hansen,
skapar hetta eina effekt, ið kallast
»beggar-thy-neighbour«. Effektin
er kend innan búskaparfrøðina og
merkir, at tú trýstir ábyrgdina yvir á
tíni grannalond.
Samstundis lýsir danska stjórnin í
stóru libanesisku avísunum við ávar
ingum um, at krøvini til útlendingar
eru herd í Danmark, um nakar skuldi
hugsað sær at leita henda vegin.
Sweden, Sweden, Sweden
Hetta sæst eisini týðiliga millum
flóttafólkini, ið koma inn í landið.
Tey flestu vilja ikki koma í samband
við donsku myndugleikarnar, men
ynskja frítt at fara til Svøríkis. Tey
vísa fram hondskrivað skelti og
taka upp í saman »Sweden, Sweden,
Sweden«.
Í Danmark ynskir næstan eingin
at enda. Herdu tiltøkini merkja, at
søkir flóttafólk um friðskjól í Dan
mark, noyðast tey at bíða minst eitt
ár, áðrenn tey kunnu fáa restina
av familju síni higar. Nógv av
flóttafólkunum óttast, at familjur
teirra yvirliva ikki enn eitt ár í flótta
fólkalegunum. Tí ynskja tey heldur
sleppa til Svøríkis ella at verða senda
aftur til Týsklands, enn at søkja um
friðskjól í Danmark.
Av teimum 1.300 flóttafólkunum
og ferðandi, sum eru komin til Dan
markar millum sunnudag og miku
morgun, hava 158 søkt um friðskjól í
Danmark.
Múgva manna
smuglarar upp
Sunnudagin ásannaði Lars Løkke
Rasmussen, forsætisráðharri, eisini
ein beiskan veruleika. Hann ásannaði,
at herða vit eftirlitið við omanfyri
5.000 kilometur langa danska markið,
verða tað ikki færri, men fleiri flótta
fólk, ið koma til Danmarkar. Hetta
er samstundis at ásanna, at hvørki
píkatráður ella marknaeftirlit fara
at steðga flóttafólkastreyminum.
Einasta ávirkanin er, at tvørligari vit
gera tað, hægri verður prísurin hjá
mannasmuglarum, ið gera sær dælt
av støðuni. Og tað er jú í hondunum á
mannasmuglarum, at flóttafólk verða
send um Miðjararhavið í gummibáti
ella enda sum tey 71 flóttafólkini,
menn, kvinnur og børn, ið doyðu
av lufttroti í lastini á einum lastbili
í Eysturríki, á veg upp gjøgnum
Evropa.
rogvi@sosialurin.fo
Meir um evnið á næstu síðu...
Nógv av flótta
fólkunum eru
ung, vælútbúgvin
og ágrýtin. Tað
er júst slíkum
fólkum, vit hava
tørv á«
Dieter Zetsche,
forstjóri í Daimler
Ferðandi
(migrantur)
Eitt fólk, ið hevur flutt seg til
annað land. Orsøkin kann vera
meinaleys, men tað kann eisini
verða av kríggi, fátækradømi
ella onkrum triðja.
Ólóglig ferðandi
Eitt fólk, ið flytir seg inn í
eitt land uttan um myndug
leikarnar.
Søkjandi um friðskjól
(asylsøkjari)
Ein møguliga ólógligur ferðandi
vendur sær til myndugleikarnar
og biður um friðskjól. Tann
ólógligi ferðandi er nú skrá
settur sum søkjandi um
friðskjól.
Avvístur søkjandi
um friðskjól
Fólk, ið verða noktaði friðskjól,
og tí skulu fara úr aftur land
inum, har tey hava søkt um
friðskjól.
Flóttafólk
Eitt fólk, ið hevur fingið frið
skjól, tí viðkomandi verður
jagstraður í egnum heimlandi.
Persónurin fær støðu sum
flóttafólk og fær tí nøkur serlig
rættindi. Heitið verður eisini
nýtt í breiðari merking um tey
túsundtals fólkini, ið eru ávegis
móti Evropa. Tó eru ikki øll
ferðandi jagstrað, og tí heldur
ikki at meta sum flóttafólk, ið
tørva friðskjól.
Hvat er eitt
flóttafólk?
Mynd: polfoto
Mynd: polfoto
Danska stjórnin hevur, síðani Fólkatingsvalið, har Dansk Folkeparti gjørdist næststørsti flokkur,
framt fleiri herðingar á útlendingaøkinum. Men eisini undanfarnar stjórnir hava hert lóggávuna
á útlendingaøkinum, eitt nú fyri familjusamanføring og við at lækka almannaveitingarnar.