hósdagur 10. september 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
12
Danska stjórnin stendur nú við eini ovurstórari avbjóðing. Omanfyri
1.000 ferðandi og flóttafólk eru komin um danska markið síðani
sunnudagin, og enn fleiri eru á veg. Føroyar taka ikki móti nøkrum
flóttafólkum. Men møguleikin er har, um vit ynskja at hjálpa
Rógvi Nybo
F
lóttafólkastreymurin upp
gjøgnum Evropa er nú eis
ini komin til danska mark
ið. Hetta merkir, at síðani
sunnudagin eru omanfyri 1.000
flóttafólk farin um danska markið,
og talið økist í stórum fyri hvønn dag.
Danska stjórnin ynskir ikki – í øll
um førum ikki við góðum vilja – at
taka móti fleiri flóttafólkum. Fyribils
verða tey koyrd í ítróttarhallir, skúlar
og hotell, har løgreglan ansar teim
um, inntil greiða verður fingin á, hvat
víðari skal henda teimum.
Føroyar taka í verandi stund ikki
móti nøkrum flóttafólkum. Orsøkin
er ikki, at Føroyar ikki kunnu taka
móti flóttafólki, men serliga orsaka
av Dublin-kunngerðini, ið ástir at
flóttafólk skulu søkja um friðskjól
í tí fyrsta landinum, tey verða skrá
sett at koma til. Í løtuni síggja nøk
ur ES-lond millum fingrarnar við
Dublin-kunngerðini og lata vera
við at skráseta flóttafólk. Í roynd og
veru er tað at venda hin vangan til,
og loyva flóttafólkunum at ferðast
víðari til næsta grannaland. Tað er
tó serliga trupult at koma allan vegin
til Føroya, uttan at verða skrásettur
nakrastaðni. Føroyar hava bert havt
eina umsókn um friðskjól í Føroyum,
og tað var fyri fleiri árum síðani.
Send aftur til Danmarkar
Útlendingamál eru enn danskt máls
øki, og tað er tískil eisini danskir
myndugleikar sum, í samráð við før
oyskar, gera av, um innferðarloyvi
ella friðskjól skal latast í Føroyum.
Skuldi tað hent seg, at flóttafólk
í nærmastu framtíð megna at koma
allan vegin til Føroya, antin loft-
ella sjóvegis, uttan at verða skrásett
nakrastaðni, og síðani venda sær til
føroyskar myndugleikar at søkja frið
skjól, verða tey við fyrsta farti send
aftur til Danmarkar, har tey verða
flutt á eina útendingamiðstøð at bíða,
meðan teirra umsókn verður viðgjørd.
Hetta váttaði Niels Erik Nymark
Jensen, sjefpolitiinspektørur, eisini
fyri Kringvarpinum fyrr í vikuni,
og segði at føroyska løgreglan er
til reiðar at taka móti flóttafólki og
senda tey til Danmarkar aftur. Síðani
verður teirra umsókn viðgjørd eftir
vanligari mannagongd av danska
Udlændingestyrelsen.
Ber til um vilji er
Í verandi løtu eru eingi flóttafólk,
ið søkja friðskjól í Føroyum. Tosað
hevur verið um, at Føroyar sum eitt
av ríkastu londum í heiminum, eisini
eigur at gera sítt til at hjálpa, tá al
tjóða kreppur sum henda stinga seg
upp. Hetta merkir, at Føroyar eisini
vísa vilja at taka móti flóttafólki.
Skuldi vilji verið til tað, ber
hetta til, og fleiri møguleikar eru.
Ein møguleiki er, í samstarv við
Fólkatingið, at gera eina broyting í
Útlendingalóggávuni, sum ger tað
smidligari hjá øllum at søkja friðskjól
í Føroyum.
Ein annar máti er at nýta íslendska
modellið, sum er ein skipan við
sokallaðum kvotuflóttafólki. Hetta
ber til, um eitt vertsland vendur sær
til Flóttafólkanevndina hjá Sameindu
Tjóðum, og bjóðar sær at taka móti
einum ávísum tali av flóttafólkum
eftir nøkrum ávísum kriterium, sum
vertslandi kann velja at áseta. Eitt nú
tekur Ísland serliga móti einligum
mammum við børnum.
Sostatt hava Føroyar møguleika
at taka móti flóttafólki, um politiskur
vilji er til tað, og neyðug stig verða
tikin. Dømi eru eisini frá fyrr, har
føroyskir myndugleikar, í samstarvi
við vinnulívið, hava veitt Danmark
hjálp og hava tikið móti flóttafólki
úr Danmark, og hava tikið stig til at
fáa hesi integreraði í føroyska sam
felagið.
Hvussu nógv flóttafólk
Ein av stóru spurningunum, um
Føroyar ynskja at hjálpa flóttafólkum
og veita teimum friðskjól, er hvussu
Føroyar kunnu
hjálpa um vit
ynskja tað
tema Flóttafólk
Tað svarar til
at Føroyar taka
móti millum 120
og 150 flótta
fólkum um árið,
um vit fylgja
donsku tølunum.
Fylgja vit teimum
týsku, er talið
millum 480-490
flóttafólk um
árið«
Flóttafólk standa við dyrnar