hósdagur 10. september 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
13
nógvum flóttafólkum Føroyar skulu
og kunnu taka ímóti.
Spurningurin er sjálvsagt tætt
tengdur at hvussu okkara skipanir
at taka ímóti flóttafólkum eru settar
saman, hvussu nógvum tað ber til
at veita tak yvir høvdið og hvussu
smidliga tað ber til at fáa flóttafólk
ini at gerast partur av føroyska sam
felagnum.
Í 2015 hevur Danmark sagt seg
vilja taka móti 12.000 flóttafólkum.
Í fjør vóru 14.800 umsóknir um frið
skjól í Danmark. Til og við 31. juli var
hetta talið komið upp á 5.174, harav
2.142 eru úr Sýria. Tá gjørt verður upp
fyri august og nú serliga september
mánað, verða hesi tølini munandi
hægri.
Eftir hesum útrokningunum
svarar tað til, at Føroyar tóku ímóti
millum 120 og 150 flóttafólkum um
árið, um vit fylgdu donsku tølunum.
Sammeta vit okkum við Týsk
land, sum í ár tekur út
við 800.000 flóttafólk,
var okkara lutur út
við 490 flóttafólk.
Føroyar hava
hinvegin ikki
skipanir, ið eru
klárar og vanar
við at taka móti
flóttafólki. Tískil
hevði realistiska
talið verið munandi
minni enn hesi.
rogvi@sosialurin.fo
»Í løtuni síggja nøkur ES-lond millum
fingrarnar við Dublin-kunngerðini og
lata vera við at skráseta flóttafólk«
At koma til Danmarkar og fáa sína
umsókn um friðsjól viðgjørda har
er vorðið munandi truplari seinnu
árini. Møguleikin fyri at søkja
um friðskjól á einum av donsku
sendistovunum í útlandinum verð
tikin av í 2002. Flogfeløg kunnu
fáa revsing, um tey taka fólk við
uttan eitt galdandi pass ella inn
ferðarloyvi, og innferðarloyvi er
trupult at fáa hjá fólki, har flótta
fólk vanliga koma frá. Í roynd og
veru er tað tí nærmast ógjørligt
hjá flóttafólkum at ferðast lógliga
til Danmarkar. Tí gjalda flóttafólk
ofta stórar upphæddir til manna
smuglarar fyri at sleppa til Vestur
heimin.
Av somu orsøk er tað somu
leiðis ógjørligt hjá flóttafólki at
søkja um friðskjól í Føroyum.
Seinast var eftir øllum at døma
í 2013, tá ein ungur ferðamaður
kom við Norrønu úr Hirtshals og
varð tikin í Havn. Hann søkti tá
um politiskt friðskjól í Føroyum.
Keldur: Flygtning.dk og in.fo
Trupult at fáa friðskjól í Danmark
Í nýggjársrøðuni segði Kaj Leo Holm Johannesen, fráfarandi løgmaður,
at tað er okkara skylda at veita okkara medmenniskjum hjálp. Hann
endurtók í samrøðu við Jyllands-Posten, at Føroyar ynsktu at hjálpa
við flóttafólkastreyminum. Kjakið doyði tó stutt eftir, tá semja ikki
var um hetta í samgonguni. Nú kunnu boðini aftur gerast aktuell
Føroyar hava fyrr
tikið móti flóttafólki úr
Danmark. Er politiskur vilji
til tað, ber aftur til at taka
móti flóttafólki, um tey
ynskja at søkja friðskjól
í Føroyum.
Mynd: polfoto
skermmynd / Jyllandsposten