Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 14 politikkur Jørgen Niclasen og leiðslan í Fólkaflokkinum hava skumpað Anniku Olsen út. – Eg varð illa viðfarin, tá eg valdi at stilla upp sum forkvinna í 2011, og tað var byrjanin til endan hjá mær í Fólkaflokkinum, sigur Annika Olsen, fráfarandi landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin Eg varð illa viðfarin í Fólka­ flokkinum Annika Olsen Barbara Holm S æð í bakspegli átti eg kanska at verið farin fyrr. Men eg royndi at fremja ta broyt­ ingina í Fólka­flokk­inum, sum mong ynsktu. Eg má so bara ásanna, at slagið er tapt, sigur Annika Olsen, sum mikudagin boðaði frá, at hon hevur meldað seg úr Fólka­flokk­ inum. Tað er hósdagur um middagsleitið, tá ið Annika Olsen kemur í Miðlahúsið at seta orð á sína avgerð um at fara úr Fólkaflokkinum. Frammanundan hevur fráfarandi landsstýriskvinnan vitjað í Kringvarpinum, og síðani tíðind­askrivið varð sent miðlunum miku­kvøldið, hevur telefonin hjá Anniku Olsen ringt so at siga óav­ brotið. – Hetta er trupult fyri meg persón­ liga. Eg veit ikki, kanska átti eg at verið farin fyrr, sigur Annika Olsen, sum hevur fingið nógvar jaligar og neiligar viðmerkingar, síðani hon boðað frá avgerðini. Men eftir so mong ár í politikki er lítil ivi um, at Annika Olsen veit, hvat hon ger. Hon er ein royndur politikari, sum hevur umboðað Fólkaflokkin í 11 ár í øllum frá býráðspolitikki til lands­stýrið. Annika Olsen hevur í mong ár umboðað ein annan vong í Fólka­ flokkinum, enn sitandi formaður ger. Stríðið hevur verið millum tey bæði í mong ár, men tað toppaði í 2011, tá ið Annika Olsen valdi at bjóða sitandi formanni av. Í Fólkaflokkinum er tað soleiðis, at tingmanningin skal innstilla ein for­mann til landsfundin – sum er lokal­feløgini v. m. Og ein tulking í reglugerðini hjá Fólkaflokkinum gjørdi, at bert ein innstilling varð send inn – og tað varð Jørgen Niclasen. – Tá vóru tað seks atkvøður í ting og landsstýrismanningini, sum valdu Jørgen, og fimm, sum valdu meg. Og tá man valdi at tulka reglugerðina soleiðis, at bert ein innstilling skuldi sendast til landsnevndina, so kendi eg tað heldur órættvíst, sigur Annika Olsen. Annika Olsen valdi tó at halda fram fyri flokkin – seinastu fýra árini sum landsstýriskvinna í almanna­ Tað hava verið fleiri innanhýsis ósemjur í flokk­ inum – helst fleiri, enn fólk vita um. Eg kann nevna eitt nú hjúna­bands­ lógina, og tað fráboðan, sum Jørgen Niclasen kom við í val­ stríðnum« »Eg havi boðað frá fleiri ferðir, at eg haldi tað skal standa hvørjum limi frítt at atkvøða eftir egnu sannføring, tá ið umræður etisk mál. Tað valdi formaðurin so at síggja burtur frá«