hósdagur 10. september 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
15
Síðani tíðindaskrivið varð
sent miðlunum miku
kvøldið, hevur telefonin
hjá Anniku Olsen ringt
so at siga óavbrotið.
málum. Og tað kann tykjast sum ein
andsøgn, at ein av sterkastu profil
unum hjá flokkinum meldar seg úr,
tí hon er ónøgd við politisku dags
skránna.
– Tað hava verið fleiri innanhýsis
ósemjur í flokkinum – helst fleiri, enn
fólk vita um. Eg kann nevna eitt nú
hjúnabandslógina, og tað fráboðan,
sum Jørgen Niclasen kom við í val
stríðnum, sigur Annika Olsen.
Hon sipar til sendingina »And
gletturin« hjá Kringvarpinum, har
hvør flokkur fekk tveir tímar at svara
fyri valskránni og spurningum ann
ars. Fyrst formaðurin í ein tíma, og
síðani tvey umboð í ein tíma, har lurt
arar eisini kundu ringja inn.
Tá boðaði Jørgen Niclasen frá, at
í Fólkaflokkinum eru tey ímóti at
broyta hjúnabandslógina.
– Eg havi boðað frá fleiri ferðir, at
eg haldi tað skal standa hvørjum limi
frítt at atkvøða eftir egnu sannføring,
tá ið umræður etisk mál. Tað valdi
formaðurin so at síggja burtur frá,
sigur Annika Olsen.
Broytingin í hjúnabandslógini var
eitt stórt evni í løgtingsvalstríðnum,
og lítil ivi er um, at fyri Anniku Olsen
hevði tað týdning, at Fólkaflokkurin
var rúmligur á hesum øki. Hetta tí, at
kappingin millum valevnini í høvuðs
staðnum er hørð, og tað er helst júst í
høvuðsstaðnum, at hetta málið hevur
avgerandi týdning.
Heldur tú so, at Jørgen Niclaen
offraði teg á altarinum, tá ið hann boð
aði frá, at Fólkaflokkurin ikki gongur
inn fyri broyting í hjúnabandslógini?
– Tað kanst tú kanska siga ja, sigur
Annika Olsen.
Fer at boða frá floks
skifti fyrsta dagin
Ein so royndur politikari sum Annika
Olsen hevur ivaleyst umhugsað, hvat
næsta politiska fetið skal vera. Og
lítil ivi er um, at Annika Olsen fer at
melda seg í Framsókn fyrst dagin.
– Eg havi ikki tikið støðu til tað,
men eg vænti eg taki støðu skjótt,
sigur Annika Olsen.
Hon vil enn ikki vátta, at hon
meldar seg í Framsókn, men hon
váttar, at hon hevur tosað við Poul
Michelsen, síðani hon meldaði seg úr
Fólkaflokkinum.
Tað hevur helst eisini týdning fyri
samgongusamráðingarnar, at Annika
Olsen tekur støðu til sína politisku
framtíð. Meldar hon seg í Framsókn,
so merkir tað, at Framsókn fær ein
tinglim aftrat, og sostatt hava Tjóð
veldi, Javnaðarflokkurin og Fram
sókn 18 tinglimir tilsamans. Ivaleyst
gevur tað eisini Framsókn eina sterk
ari samráðingarstøðu, um Annika
Olsen meldar seg í flokkin áðrenn
samgonguskjalið verður undir
skrivað.
– Sum sagt so fari eg skjótt at boða
frá, hvussu mín politiska framtíð sær
út, sigur Annika Olsen, sum hvørki
váttar ella avnoktar, at triði ting
limurin hjá Framsókn framyvir fer
at eita Annika Olsen.
FAKTA
Annika Olsen er 40 ára gomul. Hon varð fyrstu ferð vald fyri Fólka
flokkin sum 29 ára gomul, tá ið hon umboðaði flokkin í býráðnum í
Havn. Í 2008 varð hon fyrstu ferð vald í løgtingið, og tá gjørdist hon
eisini landsstýriskvinna í innlendismálum. Seinastu fýra árini hevur
hon umboðað flokkin sum landsstýriskvinna í almannamálum.
Mynd: Álvur Haraldsen