hósdagur 10. september 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 104
16
POLITIKKUR
Samgonguflokkarnir skulu vísa politiskt handalag um vikuskifti,
skal tað eydnast at finna saman um eina samgongu
ÁRNI GREGERSEN
N
ýtt Sjálvstýri er farið úr
samgongusamráðing
unum, men enn eru tað
sjónarmiðini hjá trimum
flokkum á ómetaliga nógvum økjum,
sum skulu samansjóðast.
Fyrsta uppskotið til samgongu
skjal er liðugt skriva og teira tríggir
flokkarnir hava hvør sær viðgjørt tað,
sum skrivibólkurin hevur lagt fram.
Tvey stór mál fylla nógv. Sjálv
fíggjarlógin fyri næsta ár og so ein
nýskipan av fiskivinnuni.
Har eru sjálvandi eisini fleiri onnur
stórmál, sum semja skal finnast um,
men nýskipanin av fiskivinnuni og
fíggjarlógini eru tveyh, sum skulu
loysast áðrenn ávísa deadline
Uppbygningurin
Uppskotið til eitt samgonguskjal er
bygt upp í trimum.
Fyrsti parturin er ein skrivaður
partur, sum sigur hvat samgongu
flokkarnir vilja og hvørjar politiskar
ætlanir samgongan hevur.
Hesin parturin er eitt sindur
meira leyst orðaður, men greinar
hugsjónirnar aftanfyri tað, sum
samgongan setir sær fyri at gera og
arbeiða fram ímóti.
Ein annar partur snýr seg um
tað, sum skal loysast fyrst. Tað er
meira konkret og hevur boðað upp
á loysnirnar. Hetta eru teir trupul
leikarnir, sum eru beint fyri framman
og krevja eina loysn nú, eins og onkur
av vallyftunum í hesum partinum
verða uppfylt.
Seinasti parturin er so meira
um, hvat samgongan fer at gera
komandi árini. Hvør kósini verður
og hvørjar meira ítøkiligar ætlanir
eru fyri politiska arbeiðnum í hesum
vaskeiðinum.
Fíggjarlógin
Tað sum liggur fremst at loysa er
fíggjarlógin fyri 2016.
Karmarnir eru samtyktir í vár og
eftir lógini, so skal eitt uppskot um
fíggjarlóg latast tinginum í seinasta
lagi 30. september.
Tað verður eisini gjørt, men alt
bendir á, at tað uppskotið, sum verður
lagt fram, verður ein framskiriving av
fíggjarlógini, sum er galdandi fyri 2015
– møguliga við onkrum tillagingum,
sum samtyktar eru í kørmunum.
Men tað verður ikki tann fíggjar
lógin, sum verður samtykt.
Tá ið uppskotið er lagt fram og
hevur fingið 1.viðgerð endar tað í
fíggjarnevndini, har nýggja sam
gongan saman við andstøðuni fer at
gera endaligu fíggjarlógini.
Við øðrum orðum flytir ein stórur
partur av fíggjarlógararbeiðnum úr
fíggjarmálaráðnum í fíggjarnevndina
og í Løgtingið.
Fíggjarlógin skal samtykkjast
endaliga í hesum árinum – og vanligt
er,a t hetta verður gjørt undan jólum.
Fiskivinnan
Fiskivinnunýskipanin er ein annar
stórur biti, sum samgongan skal
taka sær av – og samráðingarleiðarin
Aksel V. Johannesen hevur sagt, at
nýskipanin eigur at koma endaliga
uppá pláss næsta ár.
Núgaldandi lógin um vinnuligan
fiskiskap fer úr gildi 31.desember 2017,
so í veruleikanum er eisini her talan
um eina deadline.
Fyri at kunna viðgera loysnirnar
politiskt, so hevur ein bólkur av
fakfólki, millum annað við umboðum
úr aðalráðunum, sitið og gjørt eitt
upprit, sum vísir, hvussu fiskivinnan
kann skipast.
Hesin hátturin er eitt sindur
øðrvísi enn roynt hevur veirð fyrr í
fiskivinnusamráðingunum. Tá hevur
verið vanligt,a t politiskir bólkar
hava sett seg saman at kjakast um,
hvussu hetta kann gerast – uttan at
fakkunnleikin hevur verið partur av
viðgerðini.
Nú verður fakligi parturin fyrst
gjørdur – og tað er mestsum liðugt
– áðrenn politikkararnir sleppa
at avgera, hvønn veg farast skal
politiskt.
Hendan politiska viðgerðin er í
gongd júst nú. Sjónarmiðini skulu
brýnast og mýkjast, men tað tekur
nakað av tíð.
Onki er tó at ivast í, at ein aprtur
av skipanini verður uppboðssøla av
onkrum slag, men tað tykist vera
minst líka vist, at tey sum eru í
fiskivinnuni nú og brúka síni rættindi
á ein ella annan ha´tt sleppa at halda
fram.
Tingfudnur verður týsdagin
klokkan 10 og tá er ætlanin, at komið
skal vera á mál.
Tríggir flokkar samráðast nú nýtt Sjálvstýri fór til húsar
ÁRNI GREGERSEN
Hann hevði framvegis gott mót,
samráðingarleiðarin
Aksel
V.
Johannesen, formaður í Javnaðar
flokkinum, tá ið hann í gjáramorgunin
fór á samráðingarfund við hinar
floksleiðararnar í tinghúsinum.
Hetta hóast Nýtt Sjálvstýri
mikukvøldið boðaði frá, at teir
báðir, Kári P. Højgaard og Jógvan
Skorheim, ikki longur eru partar av
samráðingunum.
– Eg haldi sjálvandi framvegis, at
tað ber til at gera eina samgongu, men
tað er ikki fyrrr enn nú, at vit fara
undir viðgerðina av fleiri politiskum
málum, segði samráðignarleiðarin,
mitt á Vaglinum.
– Fiskivinnan er sjálvandi eitt
stórt mál, sum Nýtt Sjálvstýri ikki tók
undir við, men vit halda, at eisini her
ber til at finna eina semju, segði hann.
Flokkarnir sita fyri tað mesta
á Gamla Apotekinum, meðan
samráðignarnar millum floksleið
ararnar fara fram í Løgtinginum.
Umstøðurnar í Løgtinginum eru
munandi betri enn tær eru á Gamla
Apotekinum.
SAMGONGUSKJALIÐ
TIL POLITISKA VIÐGERÐ Í
SAMGONGUFLOKKUNUM
Samráðingarleiðarin Aksel V. Johannesen trýr framvegis uppá, at tað ber til at gera eina samgongu
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, og Eyðgunn Samuelsen og Heðin Mortensen á veg niðan í tinghúsið