Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 104 17 ÁKI BERTHOLDSEN – Tað er ógvuliliga harmiligt, at Annika Olsen meldar seg úr Fólkaflokkinum. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, for­maður í Fólkaflokkinum. Seinnapartin í gjár slepti ein av fremstu politikarunum í Fólka­flokk­ inum, Annika Olsen, eini politiskari bumbu, tá ið hon boðaði frá, at hon hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum. Hon sigur, at orsøkin er, at hon, og restin av flokkinum eru ósamd um førda politikkin hjá flokkinum. Samstundis tulkar hon úrslitið av løgtingsvalinum soleiðis, at tey, sum taka undir við hennara linju, høvdu tapt valið. Hon heldur eisini, at úrslitið av løgtingsvalinum í 2011 var, at veljarin vildi hava hana til for­kvinnu í flokkinum, men tað vildi restin av flokkinum, ikki. Jørgen Niclasen sigur, at hann er púra tikin á bóli av hesum, tí hann staðfestur, at Annika Olsen hevur ikki gjørt vart við nakra ósemju um politisku linjuna hjá flokkinum. – Hon hevur verið í fremstu røð í flokkinum, og hevur verið við til at mynda politikkin hjá flokkinum, og hjá samgonguni. Vit gjørdu hana enntá til varaløgmann, leggur Jørgen Niclasen afturat. Hann sigur, at samstundis hevur Annika Olsen verið við til at leggja valskránna til løgtingsvalið, til rættis. Og síðani valið hava vit ikki sett ein nýggjan politikk út í kortið, leggur hann afturat. – Annika Olsen hevði eitt gott úrslit á løgtingsvalinum, har hon fekk 961 atkvøður, og tær fekk hon við okkara valskrá, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Hann sigur, at skuldi Annika Olsen fara úr flokkinum, hevði hann heldur viljað, at hon gjørdi støð­una greiða nakað fyri valið, soleiðis at Fólkaflokkurin fekk ein møgu­leika at fáa sær onnur valevni í høvuðs­ staðnum. – Men ístaðin løgdu vit dent á at føra hana fram í høvuðsstaðnum og tí er tað harmiligt, at hon tekur seg úr flokkinum, bara eina viku eftir valið, sigur Jørgen Niclasen. Hann skilur heldur ikki, hvussu Annika Olsen kann brúka politiskar ósemjur sum eina grundgeving fyri at melda seg úr Fólkaflokkinum. – Hon hevur verið í fremstu røð at føra floksins politikk, og vit hava havt eitt sera gott samstarv í farna valskeiði, sigur hann. Hinvegin staðfestir hann, at hann virðir hennara evgerð, og ásannar samstundis, at Fólkaflokkurin hevur mist ein góðan politikara. Skilir ikki Annika Olsen nevnir tvey dømi um politisk mál, har hon er ósamd við restina av Fólkaflokkinum Tað er málið um kommunu­ sam­an­legging, har hon vildi leggja kommunur saman, men har restin av flokkinum varð hart ímóti henni. Hon sigur, at hon sleppur heldur ikki at hava sína egnu hugsan í málinum um at broyta hjúnabandslógina, tí har samtykti flokkurin, at tað allir løgtingslimirnir skuldi atkvøða ímóti. Jørgen Niclasen hevði ikki væntað at fáa hesar báðar grundgevingarnar frá Anniku Olsen. – Eg má viðganga, at eg helt, at málið um kommunusamanlegging varð avgreitt. Annika Olsen vildi leggja kommunur saman við lóg, men ístaðin varð málið lagt til fólka­ atkvøðu, har tað fall við einum braki. – Fólkið hevur talað, so hetta málið helt eg vera avgreitt, endurtekur Jørgen Niclasen. Hann vísir eisini á, at tá ið Inn­ lendismálið varð niðurlagt, fekk júst Annika Olsen kommunumál at umsita, men hon hevur ikki tikið samanlegging upp á tunguna aftur. Hann avsannar eisini, at Fólka­ flokkurin leggur bond løgtings­ umboðini hjá flokkinum í etiskum málum. – Í etiskum málum stendur tað øllum frítt at atkvøða eftir síni egnu sannføring. Men akkurát í spurninginum um at broyta í hjúnabandslógina, var tað ikki eitt einasta av okkara valevnum, sum var fyri at broyta hjúnabandslógina, og tað er hetta, eg royndi at boðað frá. – Men fyri tað, taka vit undir við at fólk tryggja seg, og hvønn annan, løgfrøðiliga. Eg veit, at summi hava skilt tað soleiðis, at flokk­urin hevur eina felags støðu til hjúna­ bandslógina, men tað er ikki so, sigur Jørgen Niclasen. Hann heldur eisini, at stríðið um formanssessin í Fólkaflokkinum var av. – Vit høvdu eitt stríð, men tað var avgreitt, og síðani hava vit staðið lið við lið, sigur Jørgen Niclasen. Má styrkjast Annars er Jørgen Niclasen samdur í við Anniku Olsen í, at Fólkaflokkurin má styrkja seg í høvuðstaðnum og at tað verður ein av fremstu uppgávunum í hesum valskeiðnum. Hinvegin hevur Annika Olsen ikki nevnt nakað ítøkilig um, hvat vit skuldu havt gjørt øðrvísi. Men hann avsannar, at valevni í miðstaðarøkinum ikki eru hoyrd í sambandi við løgtingsvalið, tí í valskránni hava vit eisini ein politikk fyri høvuðsstaðin, sigur Jørgen Niclasen. POLITIKKUR HARMILIGT Tað er harmiligt, at Annika Olsen nú meldar seg úr Fólkaflokkinum – og tað er serstakliga harmiligt, at hon ger tað beint nú JØRGEN NICLASEN ER PÚRA TIKIN Á BÓLI Jørgen Niclasen er rættiliga óvfarin av, at Annika Olsen nú hevur sagt seg úr Fòlkaflokkinum, tí nú vil hon ikki kennast við tann politikk, hon sjálv hevur verið í fremstu røð at føra í verki, sigur Jørgen Niclasen