Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 104 18 POLITIKKUR Bjarni Hammer er ein av trimum tinglimum, sum Javnaðarflokkurin fekk valdan í Suðuroy ÁRNI GREGERSEN V ið nógvari orku og nógvum hugskotum hevur Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvør­ oyri, nú vunnið sær ein tingsess fyri Javnaðarflokkin. Við 298 atkvøðum kom hann upp um tinggáttina, sum 8. Valda um­boðið hj´´a Javnaðarflokkinum. 40-ára gamli tingmaðurin er løg­ reglumaður og virkar dagliga út frá løgreglustøðini í Havn, men hann býr á Tvøroyri saman við konu og trimum børnum. – Frá tí eg var smádrongur havi eg havt áhuga fyri politikki. Eg eri uppvaksin við politikki og politiskum kjaki heima við hús. Pápin, Havgrímur Hammer, virkaði sum kommunalpolitikari í nógv ár, so vit tosaðu nógv politikk, sigur Bjarni Hammer. Tað er eyðsýnt, at nývaldi ting­ mað­urin hevur nøkur hjartamál, sum hann fer at arbeiða fyri kom­ andi árini. Umframt tey størru polit­ isku málini, so hevur hann sett sær fyri, at ferðaviðurskiftini millum Suðuroynna og meginøkið skulu betrast. Strandferðslan – Tað er ein forðing fyri menningini av Suðuroynni at tað er so torført at ferðast millum oynna og restina av Føroyum, sigur Bjarni Hammer. Suðuroyggin hevur ment seg ómetaliga nógv seinnu árini. Har er ferð á vinnulívinum og tað hendir ofta, at so nógvur farmur er við Smyrli, at privatir bilar ikki sleppa við. – Ein kann siga tað soleiðis, at tá ið tú skal útflyta úr Suðuroynni, so byrjar tú á minus 4.000 krónur í mun til fyritøkur í meginøkinum. 4000 krónur er tað, sum tað kostar at fáa ein konteynara við Strandferðsluni, sigur nývaldi suðringurin. Hann arbeiðir longu nú fyri at bøta um hesi viðurskifti, men hann heldur eisini, at tað er neyðugt við fleiri túrum. Eisini heldur hann, at ferðaprísur eigur at javnsetast við tað, sum tað kostar at ferðast gjøgnum tunlarnar norðanfyri. – Hetta eru mál, sum eg havi sett mær, men sjálvandi skal alt passa inn í eina fíggjarætlan, leggur hann afturat. Samráðingarnar Bjarni Hammer er komin bein­ leiðis inn í maskinrúmið í Javn­ aðarflokkinum. Formaður floksins, Aksel V. Johannesen, stendur á odda fyri samgongusamráðingunum, men nógv arbeiði er eisini til nývaldu ting­ manningina. Nógv mál skulu vendast millum flokkarnar og so hvørt komið verður fram til avtalur um ymisku málini, so skal hetta festast á blað, so tað seinni kann setast inn í eitt endaligt samgonguskjal. – Eg haldi hetta er ómetaliga spennandi. Politikkur er millum annað at fáa ávirkan og tá ið tú ert við í samráðingunum, so hevur tú eisini ávirkan, sigur Bjarni Hammer. Umframt samferðsluna hevur Bjarni Hammer áður víst á, at trý onn­ ur mál hava hansara stóra politiska áhuga. Fyrst er tað skattaskipanin, sum skal vendast rætta vegin, pen­ sjónsnýskipanin skal fáast at virka og skal fiskivinnunýskipanin eisini gerast. – Sjálvandi havi eg eisini stóran áhuga fyri at heilsuverkið virkar. Fyri at fólk skulu trívast í Suðuroy, so er neyðugt, at tey kenna seg trygg. Tað krevur, at tey vita, at tey lætt sleppa á sjúkrahús um okkurt er áfatt, sigur Bjarni Hammer. Tríggjar ferðir danskur meistari í kickboksing ÁRNI GREGERSEN Í sínum gerandisyrki er hann løg­ reglumaður, 40-ára gamli Bjarni Hammer. Men tað er als ikki nóg mikið fyri tvørámannin, sum eisini leggur stóra orku í ítrótt og annað. Bjarni hammer hevur altíð verið virkin ítróttarmaður. Longu tá ið hann gekk í skúla í Hoydølum, sum heilt ungur fór hann at venja taekwondu. Hetta var ein ítróttargrein, sum passaði honum sera væl og tað gjørdi, at hann flutti til Odense at ganga í skúla seinni, men endamálið var minst líka nógv at menna seg meira innan ítrótt. – Eg fór at venja kickboxing, sum passaði mær avbera væl, fortelur hann í dag. Bæði meðan hann umboðaði felag í Odense og seinni í Keyp­manna­ havn gjørdi hann seg gald­andi, sum kickboxari. Tríggjar ferðir vann hann danska meistaraheitið, umframt at hann var við á danska landsliðnum. Hann hevur eisini boksa vanligt og báðar ítróttargreinarnar síggjast á nøsini. Fleiri ferðir er hon brotin í kappingum. – Tað var serliga í 2004 og 2005 tað gekk mær væl í kappingum. Tá vann eg alt sum var at vinna í danska ríkinum, sigur Bjarni Hamm­er. Róður Síðani hann kom aftur til Suðuroyar hevur hann eisini luttikið í ítrótti – millum annað í kappróðri, men hann venir eisini ungfólk av ymiskum slag. – Eg eri sannførdur um, at fáa vit tey ungu at íðka ítrótt, so sparir tað samfelagnum fyri risa upphæddir seinni, sigur hann. Løgreglumaðurin Í gerandisyrki sínum er Bjarni Hammer løgreglumaður. Hann er bólkaleiðari og er serkønur á fleiri økjum, so hann fer neyvan at sleppa yrkinum heilt. – Eg havi tosað við leiðsluna og tey vilja fegin, at eg arbeiði nakað, sjálvt um eg siti í tinginum. Eg fari ikki at arbeiða hálva tíð, tí tað er ov nógv, men ber tað til, so helst kanska ein triðings tíð, leggur hann afturat. Veitslan Undir valstríðnum lovaði Bjarni hammer, at var hann valdur, so skuldi hann bjóðað til eitt stórt ball í desember. Tað ætlar hann sær at halda og helst verður tað 4.desember. – Ball er kanska ikki rætta orðið, men eg fari at bjóða fólki til góðan mat, undirhald og tónelikm, men eg ætli eisini, at hetta skal brúkast til at kunna fólk um tað sum eg ætli mær at gera – og so vil eg fegin hoyra, hvat veljararnir hugsa, sigur Bjarni Hammer. AKTIVUR SUÐRINGUR Á TING FYRI JAVNAÐARFLOKKIN Javnaðarflokkurin hevur fingið ein aktion mann á ting, nú Bjarni hammer á Tvøroyri hevur tikið sæti á tingi