Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 19 klumman Tjóðhild Patursson Ískoytið til samgonguskjalið – soleiðis *loysa* vit alt T á ið mítt lív kennist strævið, og alt raplar rundan um meg, so hjálpur tað, uppá onkran óhuganligan máta, at hugsa um teir stóru heims­trupuleikarnar. Tað er sum um, at mínir trupuleikar hvørva undir teimum stóru skugg­unum av flóttafólki, hungri, og kríggi. Sum sagt óhugnaligt! Um eg missi arbeiðið, um eg verði ov sein at lata mína hagfrøði uppgávu inn, um eg mangli pengar til næstu húsaleiguna… Ja, so eru hetta sjálvsagt veruligir trupuleikar – fyri meg; men eingin trupuleiki í heimshøpi. Mínir trupuleikar kunnu kanska heldur síggjast, sum partur av teirri fantastisku upplivngini tað er at vera menniskja. Ímeðan eg skrivi hesi orð. Beint nú. Eru flóttafólk til gongu úr Danmark ímóti Svøríki. Tí Danmark vil ikki hava tey. Eg eri eittsindur (nógv) flóv av at vera partur av hesum ríkinum. Eg siti sjálv longu í Svøríki, í Lund, inni í einum av mongu universitetsbygningunum, og stúri fyri øllum tí heimaarbeiðinum eg átti at havt gjørt… Eg fleyg við Atlantic úr Vágunum til Keypmannahavnar og tók tokið úr Kastrup til Lund. Ýr, 3 ára gamla dótturin, fekk barnamenu umborð á Atlantic – hvat munnu børnini hjá Sýrisku mammunum hava fingið? Eg risti tankan av mær. Tað loysir einki at hugsa so. Tann stóri kontrasturin ímillum mítt lív, og lívið hjá hesum flóttunum fær alt at kóka og bløðra inni í mínum høvdi. Og sum so ofta, tá ið grýtan kókar við høgum blussi, sprutta hugskotini út í allar ættir. Eg veit hvussu vit *loysa* hetta! Soleiðis *LOYSA* vit alt! Tað átti at verið so lætt: Vit mangla fólk í Føroyum + flóttafólk mangla eitt land = Lat flóttafólk koma til Føroya. – *Einar fimm flóttafólkafamiljur til Nólsoyar, tað hevði loyst allar okkara trupuleikar, *segði ein vinkona umborð á Ternuni fyri nøkrum vikum síðani. Eg veit væl at tað er ikki so lætt. Tað eru allar møguligar lógir og paragraffir og fiskar og tankar og pengar ívegin. Sum so ofta. Í skrivandi løtu sita ‘mínir’ flokkar enn og sam­ráðast um eina møgulig samgongu í dunnu­hylinum Føroyar. Eg kann ímynda mær at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sita og trætast um loysingarspurningin. Men tað er als ikki neyðugt. Tí soleiðis *loysa* vit alt. tekning: connie Brockie »Beint nú eru flóttafólk til gongu úr Danmark ímóti Svøríki. Tí Danmark vil ikki hava tey. Eg eri eittsindur flóv av at vera partur av hesum ríkinum« meiningar