Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 20 Sigurjón Einarsson S einastu tíðina er 18-ára gamla Elinborg Pálsdóttir veru­liga farin at gera um seg á før­ oyska tónleikapallinum. Eitt nú var hon at hoyra á ársins G! Festivali. Tann 21. august útgav hon sína fyrstu EP útgávu, ið ber heitið »Spor«. Í hesum sambandi hevur Elinborg eisini havt nakrar konsertir, har høvi hevur verið at hoyrt unga stjørnu­skotið framføra síni nýggj løg. Løgini, ið øll eru á føroyskum, hevur Elinborg sjálv gjørt løg og tekstir til, meðan Høgni Lisberg hev­ ur framleitt, Jens L. Thomsen ljóð­ blandað og Jan Eliasson mastrað. Á út­gávuni hevur hon fingið hjálp frá Benjamin Petersen og Mikael Blak, ið spæla ymisku ljóðførini, men til kon­sertir hevur hon havt egnan bólk, um­framt Ragnar Finsson, sum hevur hjálpt til á nøkrum framførslum. Húsan hevur Petur Hansen staðið fyri. Løgini Hennara fyrsta útgáva »Spor« fellur væl inn í eitt tónleikara univers, har tekstur og løg passa væl saman. Tað kann virka eitt sindur hugtungt, tá Elinborg bjóðar okkum við á henn­ ar ferð gjøgnum eina skiftandi ljóð­mynd av lofthavs-poppi í sing/ song­writer stílinum. Útyvir tey skift­andi hugløgini, hoyra vit ymisk oyra­fangandi tónleikabrot frá eitt nú gittarum, men har sjálv sangrøddin er í hásæti. Tekstirnir ferðast í tí tví­ mælta og bjóða okkum spennandi mynda­gerð gjøgnum andsøgn og orða­spøl. Við sínum ljóðmyndum og tekst­um, greiðir Elinborg okkum frá ung­dóms­ins gleði, sorg og góðvarni. Røddin hjá Elinborg er í trá við hug­ tunga skandinaviska huglagið, har henn­ara sveimandi hugaheimur og hug­lag verður eitt, ið verður handað okkum í einum sorgblíðum og dag­droym­andi stíli. Hetta hoyra vit í fyrsta lagnum, sum kallast »Dreymur«, har Elinborg spyrjandi spyr um sína egna tilveru – “uttan teg, hvat eri eg?” – ið sipar til kærleika, sum ikki er til at røkka. Til ymiskar samrøður hevur Elinborg greitt frá, at hon brúkar per­són­ligar hendingar í lívinum í sín­um sangum. Tá hon í 2013 gav út stak­løgini »Candle in the night« og »Stars falling«, ið javnan hava verið at hoyrt í loft­miðlunum, vóru hesi løg skrivað á enskum, men onkursvegna riggar tað betur til Elinborg at skriva á før­oyskum. Tað virkar meira erligt til hana og er meira persónligt – saman við sangum, sum spretta úr sorg, sakni og tí stóra spurninginum »hví?«. Í sangunum »Tanki« og »Saknur« er saknur í hásæti, tá Elinborg ynskir at vita, um tú »kanst tú senda mær ein tanka?« Saknur kann vera ein tví­sinnað kensla, ið kann eta teg upp innani­frá og gera ein so keddan, men sam­stundis er tað ein kensla, sum er av­leiddur av kærleika – ein ómeta­ Droymandi men samstundis syrgjandi lofthavs-poppur 18-ára gamla stjørnuskotið, Elinborg Pálsdóttir, hevur júst útgivið nýggja EP við fýra løgum, ið eru afturlítandi, álvarsom og eisini eitt sindur hugtung. Talan er um eina persónliga fløgu í sing/songwriter-stílinum, sum nemur við evni sum eitt nú lagnur, kærleika og at missa Ásannast má, sum Eivør syngur tað so fagurt, at ‘Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári...’ er við at blíva vaksin« Elinborg Pálsdóttir Ummæli ★★★★★ tónleikur