Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 21 liga stórur kærleiki til tey menn­ iskju ella menniskja, ein saknar. Ein kann sakna eitt menniskja í síni heild, ein kann sakna menniskjans gern­ ingar, sinn og nærveru. Nærvera er týdningar­mikið. Ein kann sakna nær­ ver­una hjá einum serligum persóni vegna mátan hann/hon fær teg til at føla ella tað samband, tú hevur til hendan persónin. Eisini kenna vit kensl­una at sakna fysisku tilveruna hjá ein­um persóni, um tey ikki eru til staðar nærhendis í langa tíð ella ikki eru millum okkum meira. Men tað er ikki bert menniskju, ið ein kann sakna. Vit kunnu eisini sakna eina ávísa tíð, eitt ávíst stað ella eina serliga støðu, har tú kanska føldi nakað serligt. Og tað er nakað, ið er afturvendandi á hesi EP-útgávuni, har Elinborg leitandi spyr eftir einum svari uppá lívsins mongu viðurskifti. Í seinasta lagnum, »Stormar«, ið Elinborg kemur sera væl frá, hoyra vit eitt frálíkt samanspæl millum klass­ iska gittaran og el-gittaran, sum bjóða hvørjum øðrum upp til stillan dans, meðan dagur stillisliga leggur saman hendur, freistast ein at siga. Hetta er ein sera passandi sangur sum síðsti sang­ur á eini fløguútgávu, og so kunnu vit kanska gruna eitt sindur yvir, at tað er spell, at vit ikki hava fleiri løg frá Elinborg á einari útgávu, tí tað hevði hóskað seg væl fyri unga sang­fuglin, ið nokk liggur inni við fleiri sangum, sum bert bíða eftir at koma út til almenningin. Men hetta er kostnaðarmikið, tað vita vit øll, og tí mugu vit taka til takkar við fýra løg – hesuferð. Nógvur tónleikur í familjuni Elinborg hevur greitt frá, at hon skrivaði sín fyrsta sang, tá hon hevur verið um 10 ár. Um hesa somu tíð, byrj­aði hon eisini at fáa gittarfrálæru í skúla­num í Gøtu. Hetta liggur nær at fam­iljuni. Sjálv sigur Elingborg, at hon hevur fingið nógvan íblástur frá navnframu systrini, Eivør Páls­ dóttir, men eisini at mamman altíð hevur sungið fyri teimum sum børn. Tí kann ein freistast at siga, at tað ligg­ur væl til familjuna at verða tón­ leik­arar. Summi halda kanska, at tað ligg­ur eitt ávíst trýst á Elinborg Páls­dóttir, nú hon hevur so kenda systir, ið hevur megnað seg so væl innan­fyri tónleikin, men so­leiðis sum Elinborg hevur orðað seg í samrøðan, tykist hetta ikki vera so. Heldur er tað tvørtur­ímóti – Eivør hevur/er við at geva henni íblástur. Tónleikurin er teirra lagna, og Elinborg virkar til at vera tilvitað um sín egna stíl og letur seg ikki ávirka av, hvat onnur halda um hana og hennara tónleik. Ferðin hjá Elinborg er júst byrjað Ásannast má, sum Eivør syngur tað so fagurt, at »Lítla søta Elinborg við sólju­gulum hári...« er við at blíva vaksin, og tað hoyra vit aftur í tekst­ unum á EP-útgávuni, ið nema við tung evnir, sum vit kunnu uppliva á okk­ara lívsleið. Hesar ymisku upp­liv­ ingar í lívinum skapa teg sum persón, og hetta er eisini við at skapa tín egna samleika. Lívið er ein ferð, har vit øll eru ferðandi, farandi. Ferðin er tó ymisk fyri tann einstaka, eins og eingin av okkum veit frammanundan, hvar og hvussu ferðin endar. Vit byrja øll ymiskt uppá lívið, men at ferðast skulu vit, flyta okkum úr stað í stað. Uppdaga nýggj støð og nýggj menniskju – uppdaga heimin. Á okkara ferð møta vit menniskju, aðrar mentanir, fatanir, meiningar o.s.fr. Og í hesum møtinum við heimin, við onnur menniskju og øll­ um tí, ið heimurin hevur at bjóða okk­um, møta vit okkum sjálvi. Tað verður sagt, at tá vit møta øðrum, skilja vit betur okkum sjálvi – og tá onnur møta okkum og síggja okkum, møta og síggja vit okkum sjálvi enn betri. Hetta skapar okkara samleika. Hendan lívsferð krevur nógv av okkum – bæði mentalt og kensluliga. Upplivingin av, at altíð vera ávegis – at vera á lívið – og ikki vera komin vegin fram, fyrr enn heilt móti enda­ num, tá vit øll koma við lívsins toki til endastøðina. Ferðin hartil kann eisini geva okkum syrgiligar løtur. Vit liva bert her og nú, og í gjár er longu langt burt­uri. Á sama hátt koma vit út fyri støðum, har vit eru noydd at siga far­ væl við menniskju, ið standa okk­um nær, um vit vilja tað ella ei. Málið við okkara lívsferð er ikki at røkka nøkrum máli sum so. Mál­ið, í sær sjálvum, er at finna og endur­ finna seg sjálvan ferð eftir ferð – at skapa og fáa lívsroyndir, nú tá vit alíka­væl eru á ferð. Og fyri Elinborg Páls­dóttir er hendan ferðin júst byrjað. Samanumtikið er huglagið spenn­ andi í útgávuni, men heldur eins­ táttað gjøgnum tey fýra løgini. Hevði talan verið um eina heila fløgu, hevði tað kanska riggað betur inn í heildar­ upp­livingina, at havt hetta hug­lagið við – saman við øðrum sangum, ið settu spurnartekin við tilveruna ella sangir, ið nema við dagligdagin hjá ungu songkvinnuni úr Gøtu. Løgini, »Dreymur« og »Stormar« skilja seg burturúr hesi útgávuni, tí her riggar samanblandingin millum sang og ljóðføri sera væl – serliga ljóð­ar gittarspælið og huglagið væl afturvið sanginum og tekstinum í lag­num, »Stormar«. Tíverri líkjast løgini, »Tanki« og »Saknur«, eitt sindur ov nógv. Eg havi sum áhoyrari heldur trupult at skilja mun á løgunum, tá tey eru í so lík. Skal eg geva stjørnur, so verður tað til tríggjar stjørnur út av fimm. Har er tvey góð løg, og tvey minni góð løg, hóast talan ongantíð verður um løg, ið ikki eru góð, tí tað eru tey. EP-fløgan ber brá av, at her er ein útgávu, sum er væl úr hondum greidd. Tekniskt er einki sum so at seta fingurin á, og fløgu­húsin er við til at vísa á eitt nýtt and­lit í føroyskum tónleiki, ið vit nokk koma at hoyra meira til. Elinborg Pálsdóttir framførdi fyri fyrstu ferð á G! Festivalinum í summar Mynd: Sonja Wang Hansen