hósdagur 10. september 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
22
Nátungatíðin er
Nú nátungatíðin er av á hesum sinni, hava
vit skrivað nakrar hugleiðandi reglur um
hesa tíðina av heystinum, og í aðrari grein
á hesi opnu verður eisini spurt, hvat rætta
navnið á fuglinum er – náti ella havhestur?
Vilmund Jacobsen
N
ú septembermánaði
skjótt er hálvrunnin, má
nátungatíðin sigast at
vera av á hesum sinni.
Nakrir hampiligir dagar hava verið
og teir, ið hava ligið fram við, tá løt
urnar vóru, hava fingið væl av náta.
Bæði góðir og minni góðir nátadagar
eru gjørdir, sum tað altíð er í nátunga
vertíðini. Hetta er heystartíð, og veðr
ið er skiftandi. Hareftir verður eisini
veiðan.
Flestu, sum veiða nátunga á sjón
um, taka bert til húsbrúks, men tað
eru eisini nakrir – og kanska ikki so
fáir – ið taka so mikið, at teir eisini
kunnu selja burturav. Prísurin fyri
royttan ella skoldaðan nátunga á
marknaðinum í ár hevur ligið millum
70 og 80 krónur stykki og onkur, sum
hevur selt í størri tali til keyparar,
hevur selt fyri einar 65 krónur.
Tíð og stríð
Nátungatíðin er ein hugnalig tíð hjá
teimum, sum gera nakað við tað, og
tað er eisini hugnaligt á bygd og í bý,
tá svidnaroykur kennist um havna
løgini.
Nátungaveiðan er serliga knýtt at
ávísum bygdum, men leitar tú tær
ein túr í Álaker ella á havnalagið á
Argjum í vertíðini, sært tú eisini, at
menn fáast við fugl her.
Nógv arbeiði er av at taka, royta,
svíða, reinsa og salta fuglin, og tað
kann eisini taka ein fittan part av
einum degi at selja á marknaðar
plássinum í Vágsbotni í Havn ella
aðrastaðni. Her er tað útboð og eftir
spurningur sum er avgerandi fyri
prís og ta tíð tað tekur at sleppa av
við fuglin.
Eru tríggir mans saman um vinnu
ligu nátungaveiðina, eru gjarna tveir
mans á báti og ein í landi – ella ein á
báti og tveir í landi. Hetta veldst alt
um, hvussu tøkan roynist, og hvussu
nógv liggur niðurfyri at royta og ann
ars at fáa frá hondini á landi.
Hvussu skjótt tað gongur at gera
eitt hampiligt tal av fugli klárt til grýt
una, veldst alt um, hvussu royndir
menn eru, og hvørji amboð teir hava
at arbeiða við.
Flestu, sum gera nakað serligt
burtur úr nátatøku, eru gjarna væl
útgjørdir við neysti/ egningarskúri,
roytimaskinu, gassgrýtu og kanska
blandimaskinu at vaska fuglin í.
Tað eru nevniliga teir, sum eru
farnir at vaska nátunga í blandi
maskinu, og tá tú hevur eina gass
grýtu við heitum vatni, tekur tað onga
tíð at vaska eitt stórt tal av fugli.
Einir 30-35 nátungar fara í blandi
maskinuna í senn, og eftir lítlari løtu
er allur fuglurin so gullreinur.
Teir, sum brúka blandimaskinu til
fuglavask, plaga at binda handklæði
um jørnini inni í maskinuni, soleiðis
at fuglurin ikki tekur skaða. Eitt
sindur av sodu verður stoytt í. Síðan
fer fuglurin í maskinuna við høvdi,
veingjum og beinum, og tað tykist
sum um veingir, høvd og kanska
beinini skrubba og skúra fuglin rein
an í heita vatninum og soduni.
Vertíðin er av
Eitt sindur ymiskt er frá ári til ár, nær
nátungin flýgur av rókini og á sjógvin,
men nakrar dagar eftir 20. august,
kanska 22., 23. ella 24. august, plaga
menn at taka teir fyrstu ungarnar á
sjónum.
Árini kunnu vera ymisk. Okkurt
árið hava menn gjørt góðar dagar
longu 23. august – og okkurt annað
ár fekst eingin fuglur 26. august, tó at
roynt varð á góðari nátaleið.
Ymiskt spælir inn sum ger, nær
ungin er búgvin at flúgva av rókini.
Í fyrsta lagi veldst um, nær nátin
verpur, og nær fuglurin legst at bøla
egginum.
Í teimum oyggjum, har traditiónin
at ræna nátaegg framvegis livir, plaga
menn at ræna um 20. mai. Ræningar
tíð er, tá fuglurin hevur vorpið, men
eggið skal helst ikki vera komið í
stropa.
Náti bølir eggið í einar 52-53 dagar,
áðrenn ungin kemur út, og tað er væl
longri enn fleiri onnur fuglasløg bøla.
Í fuglabókum verður sagt, at tað
tekur unganum umleið 49 dagar at
búnast og gerast floygdur.
Nátin minkar
Eins og seinnu árini ikki hava verið so
blíð við svartfuglin, lomviga og lunda,
er líkt til, at hetta eisini er gingið út
yvir nátan.
Lítið man vera at ivast í, at
minkingin í sjófuglastovninum
hongur saman við minkingini í toska-
og hýsustovninum, sum aftur hongur
rímiliga neyvt saman við minkandi
føði.
Føðin hjá bæði fiski og svartfugli
er nebbasild, og í fuglabókum verður
sagt, at føðin hjá náta er fiskur,
krabbadýr og slógv – ivaleyst slógv
frá skipum og bátum, tá fiskur verður
kruvdur.
Tað er ilt at seta neyv tøl á, hvussu
støðan hjá nátanum er. Ávísar kann
ingar eru og vera gjørdar, men
spurningurin er, um tær eru nóg
umfatandi til at geva eina heildar
mynd av støðuni. Greitt er tó, at eins
og svartfuglastovnurin er minkaður,
er stovnurin av náta eisini minkaður
– ella í øllum førum verður minni
vorpið og minni kemur á sjógv í nát
ungatíðini.
Við berum eygum kann vera tor
ført at meta um støðuna hjá nát
anum, og tað er eisini torført at meta
um, hvussu nógv kemur á sjógvin nú í
mun til fyri nøkrum árum síðan.
Á nátungaveiði spælir veður og
vindur nógv inn, og tá so nógv hevur
verið til av náta gjøgnum so mong ár,
er trupult at staðfesta eina munandi
minking við berum eygum – og av
markaðum hagtølum.
Her síggja vit ein stóran dag
á nátaveiði. Lastin er full, og
á dekkinum eru fleiri kassar.
Talið av fugli táttar í 800
Summir royta og aðrir skolda.
Tað er líka sum knýtt av
ymiskum økjum, hvussu
nátungin verður handfarin
mangt og hvat