hósdagur 10. september 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
23
ein hugnalig tíð
E
g havi altíð hoyrt, at sunn
anfyri brúka tey orðið
náti og nátungi, meðan
tey norðanfyri siga hav
hestur og havhestaungi.
Hetta var byrjanin av einum
svari, sum Vár í Ólavstovu gav ein
um lurtara hjá kringvarpinum í eini
sending.
Men, svarið hjá henni var longri
enn so, og Sosialurin hevur lurtað
eftir, hvat Vár í veruleikanum svar
aði lurtaranum.
– Hyggja vit í orðasavnið á
Føroyamálsdeildini er uppbýtið
neyvan so knívsskorið sum nevnt
omanfyri. Sjálv kenni eg orðið
náti og nátungi sum tað mest
náttúrliga. Hetta kemst av, at eg
havi røtur í Suðuroy.
Í svari sínum vísir hon eisini
til málfrøðing, ið kemur við
teirri giting, at náti sum
navn fyri ungan hevur spjatt
seg norðureftir í Føroy
um so hvørt, sum fuglurin
eisini gjørdist búfuglur
norðanfyri.
– Náti ella havhestur er
ikki gamal búfuglur í Føroyum.
Hyggja vit eftir Svabo sigur hann
í »Indberetninger« (1781-1782), at
havhestur vanliga bara sæst av
fiskimonnum langt úr landi – og í
verkinum »Færøerne« (1800) sigur
Svabo, at havhestur (mallemukke)
sæst langt frá landi millum Føroyar
og Hetland, og at allir kenna fuglin,
sum fiska langt til havs.
Lagt verður aftrat, at eftir ein
harðan vetur kann onkur havhest
ur koma rekandi deyður til lands.
Vár sigur, at her verður navnið
havhestur brúkt, og grundgevingin
fyri navninum tykist at vera tann
heilt einfalda, at fuglurin livir langt
til havs.
– Á einum orðaseðli á Føroya
málsdeildini stendur, at havhestur
gevur eitt ljóð frá sær sum líkist
hestagneggjan, og tí hevur fuglurin
fingið navnið havhestur. Eg havi
tosað við ein fuglaserfrøðing sum
heldur, at føroyingar helst hava
kent havhest langt afturi í tíðini,
og at norðbúgvar eftir øllum at
døma hava havt navnið við sær
úr Noregi, har fuglurin verður
róptur »havhest«. Men, hyggja
vit eftir Nicolaj Mohr og Islands
Naturhistorie (1786) sigur hann, at
»i Norge og Færø, hvor den alene
er bekendt af fiskere, kaldes den
havhest og af søfolk mallemukke.«
H.C.Müller, sum var sýslumaður í
Suðurstreymoy, umrøður havhest í
»Færøernes Fuglefauna« (1853). Her
nevnir hann í fyrsta lagi latínska
navnið, danska mallemuk og før
oyska navnið, havhestur. Men, víð
ari sigur hann, at fuglurin verður
ikki veiddur, tí kjøtið er ikki etandi,
og fjarðarnir bera sterkan royk.
Hann leggur aftrat, at »dog er man
nu begyndt at benytte ungen som
lyre…«
Vár í Ólavstovu sigur, at her er
eingin ivi, og tað er navnið hav
hestur, sum verður brúkt allan
vegin.
– Men, hyggja vit í Føringatíðindi
(1891), fáa vit at vita, at onkur hevur
verið og tikið nátungar undir Líra
bergshálsi, og her verður orðið
náti brúkt. Tað tykist sum brúkið
av orðinum náti er staðarbundið,
og navnið náti sær út til at vinna
meira fram. Eg havi varhugan av,
at fuglurin alt meira verður róptur
náti – eisini, har sum vaksni fugl
urin verður róptur havhestur. Orða
bókin hevur eisini tann týdningin,
at náti er havhestaungi.
Vár vísir eisini á frásagnir, eitt
nú úr Húsavík, har gamli fuglurin
verður róptur havhestur – og at
ungin verður róptur hvørt um ann
að, havhestaungi og nátungi.
– Á einum orðaseðli av Sandi
verður sagt, at tá teir sóu nátan
á sjónum, vistu teir, at tað bleiv
eingin fagnaðardagur. Náti hevur
ikki verið nakar vælkomu-fuglur í
Føroyum.
Hon vísir á, at í einum orðaseðli
úr Nólsoy frá sjeytiárunum verður
sagt, at fyri 150 árum síðan var ein
kona í Havn, sum skeldaði illa, rópt
»náti«.
– Tað, sum er serligt við orðinum
»náti«, er, at orðið hevur ongan
paralell í norðurlondum. Eingin
annar brúkar orðið náti, men norski
málfrøðingurin, Håkon Hamre,
hevur eitt uppskot um, hvaðani
navnið kann stava. Hann vísir á,
at »náti« hevur verið brúkt stað
bundið í Íslandi í týdninginum »lítil,
rundbøllut kvinna…« og at »nóta« er
ein avleiðing av íslenska orðinum
»nat«, ið merkir »ullartoddi« ella
»ullarknýti«, sum eisini er skilt við
íslendska og føroyska orðið »knøtt
ur«. Håkon Hamre heldur, at orðið
hevur verið brúkt um ófloygda
nátungan, ið hevur líkst einum
rundum og vælullaðum »knøtti«.
At orðið eisini hevur verið kent í
Føroyum sum kvennkynsorð kundi
bent á, at skyldskapur er við rund
bøllutu kvinnuna. Ein triði møgu
leiki er, at tá fuglurin hevur verið
so illa umtóktur, kann orðið náti
kanska hugsast at hava verið eitt
náðaorð fyri havhest, ið ikki er so
ókent í Føroyum. Orðið náti kann
tí vera ein »mynd« sum er brúkt um
fuglin í staðin fyri at brúka navnið.
Møguleikin er har, tí navnið sjálvt –
náti – gevur ikki meining, sigur Vár
í Ólavstovu.
Náti ella havhestur?
Spurningurin er: Hvat er rættari at siga – havhestur ella náti?
Væl minni
Í samrøðu við In.fo í mai mánaði,
segði Harry Jensen í Skúvoy, at eingin
ræning var av nátaeggum í ár.
– Lítið fólk hevur verið heima, og
nátaeggini eru eisini nógv færri nú
enn nøkur ár afturi í tíðini. Tí er tað
heldur ikki serliga hugaligt at ræna
longur.
Hann vísti á, at í fjør fingu teir
umleið 200 nátaegg, har teir plaga at
ræna, men fara vit eini 15-20 ár aftur
í tíðina, plagdu skúvoyingar at fáa
stívliga 1000 egg á júst somu sigum.
– Tað er langt síðan, at eisini
nátin byrjaði at minka, men eg
haldi, at minkingin hevur verið
sjónligari og hevur gingið skjótari
tey seinnu árini.
Harry Jensen vísti á, at vanliga
er nógvur náti at síggja í berginum,
men líkt er til, at fuglurin ikki orkar
at verpa.
– Eg trúgvi, at fuglurin skal vera
væl fyri, um verpingin skal eydnast
væl, og helst krevur verpingin nakað
av fuglinum, legði skúvoyingurin
aftrat.
Fyrr skuldi náti vera íligin, áðrenn hann varð
kókaður og etin aftur við eplum og drýli. Nú er alt
meira vanligt, at ungin verður stoktur feskur
Enn eru bygdir og oyggjar, har traditiónin
at ræna nátaegg verður uppihildin
Orðið náti kann upp
runaliga hava verið ein
»mynd« sum er brúkt
um fuglin í staðin fyri at
brúka navnið havhestur
sum er norska navnið
Myndir: Vilmund jacobsen / privat
savnsmynd
Nátungaveiðan er
serliga knýtt at ávísum
bygdum, men leitar tú
tær ein túr í Álaker ella
á havnalagið á Argjum í
vertíðini, sært tú eisini,
at menn fáast við
fugl her