Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 24 afturhvarv Danjal av Rana P áll Guðlaugsson minnist sum vera man væl sig­urin í Landskrona og um­støð­ urnar kring hann. Sjálvur heldur hann, at tað var altavgerandi fyri menningina av føroyskum fót­ bólti, at Føroyar fóru upp í altjóða fót­bólt í 1988. – Vit høvdu ikki verið har, vit eru í dag, um vit ikki byrjaðu tá. Eg haldi ikki, at føroyingar hava sama dirvi í dag at taka tílík stig, sigur Páll Guðlaugs­son bersøgin, tá hann verð­ ur spurdur um týdningin av altjóða lut­tøkuni hjá fótbóltinum. – Tað er takkað veri monnum sum Torleifi Sigurðsson, Børge B. Hansen, Mortani Poulsen og Jens Eriki Magnussen, at tað eydnaðist. Teir tordu at taka av. Hóast tey flestu vóru ímóti, so tordu teir at standa fram, sigur Páll Guðlaugsson. Sagt verður, at eingin føroyskir venjarir tordu átaka sær uppgávuna at leiða føroyska liðið fyrstu tíðina, og tí fall uppgávan á Páll Guðlaugsson. – Onkustaðni mátti man byrja og onkur skuldi taka sær av tí. Jú, tað var eitt ørvitisprosjekt, men eg hevði góðar vónir og sterka trúgv til hópin, greiðir hann frá. Páll Guðlaugsson greiðir frá, at hann undan dystinum hevði góðar vónir, at føroyska liðið skuldi fáa eitt gott úrslit. – Fólk væntaðu eitt stórtap, men eg hevði sæð Eysturríki spælt vikuna framman undan, og teir bergtóku meg als ikki. Eg visti, at vit høvdu ein serstakan hóp. Allir vóru vinnarar og eingin ivaðist í, at vit skuldu luttaka í altjóða fótbólti. Undan dystinum vóru spælararnir avslappaðir, í góðari javnvág og uppsettir til dystin, so eg hevði góðar vónir. 1200 áskoðarar vóru til dystin, eini 300 føroyingar og restin sviar, sum allir mundu halda við Føroyum. – Vit fingu sera góðan stuðul frá áskoð­arunum. Tað ljóðaði, sum vóru tey fleiri túsund og tað var ein heilt serlig kensla at hava teir aftan fyri okk­um. Leikvøllurin í Landskrona er nakað heilt serlig. Tað er ein góður vøll­ur og íbúgvarnir í Landskrona stuðl­aðu okkum væl, minnist venj­ arin aftur á. Páll Guðlaugsson greiðir frá, at sum undankappingin leið og før­ oyska landsliðið fekk onnur góð úrs­ lit, vaks áhugin fyri føroysku spæl­ar­ unum eisini. – Meg minnist, at eg var í Leeds í 14 dagar, saman við Jan Dam og Allan Mørkøre, sum royndarvandu har. Kári Reynheim var boðin til Noregs, meðan Torkil Nielsen fleiri ferðir var bjóð­aður til Brann. Eg tosaði fleiri ferðir við hann um at fara, men hann bar seg undan. Aðrir spælarar royndu seg eisini uttanlands komandi tíðina, sigur Páll Guðlaugsson. Føroyska landsliðið hevur skift venjara fleiri ferðir síðani Páll Guðlaugs­son, men sjálvur hevur hann ikki hildið seg fram at. – Eg eri fyrst og fremst sera takk­samur um tey árini, eg slapp at arbeiða saman við FSF. Eg havi onkun­tíð hugsað tankan at gerast lands­liðs­venjari aftur, men tað er als ikki tað, sum liggur fremst í mínum huga, sigur íslendski venjarin. danjal@sosialurin.fo Hevði góðar vónir um gott úrslit Eg eri fyrst og fremst sera takksamur um tey árini, eg slapp at arbeiða saman við FSF. Eg havi onkuntíð hugsað tankan at gerast landsliðsvenjari aftur, men tað er als ikki tað, sum liggur fremst í mínum huga« Páll Guðlaugsson Venjarin Vit høvdu ikki verið har vit eru í dag, um vit ikki fóru upp í altjóða fótbólt í 1988, sigur Páll Guðlaugsson, sum var fyrsti venjarin hjá føroyska landsliðnum ■ Strandfaraskip Landsins skipaðu fyri túri til Landskrona við Smyrli. Túrurin varð tó av­ lýstur, tí einans sjey fólk høvdu keypt ferðaseðil til túrin. ■ Minnist tú fyrstu sjey min­ uttirnar av dystinum millum Føroyar og Eysturríki í Lands­ krona 12. Septembur 1990? Ikki? Nei, tað er ikki so løgið, tí vit føroyingar sóu nevniliga ikki fyrstu sjey minuttirnar. Beint áðrenn dysturin skuldi byrjað, meðan tjóðsangurin varð spældur undan dystinum, reyk eitt stýriluftrør á Sunds­ verk­inum og streymurin fór. Um alt landið slóknaðu sjón­varps­skíggjarnir. Tíbetur gekk tað skjótt at fáa gongd í neyðannleggið, og vit mistu so­statt einans fyrstu sjey min­ uttirnar av dystinum. ■ Eftir at Torkil Nielsen skoraði tað, sum skuldi vísa seg at vera sigursmálið, mundi telefonnetið smeltað. Hetta var í tíðini, tá vit einans høvdu fastnet tele­ fonir og alt telesamskifti tí før gjøgnum telefonnetið. Ágang­ urin á netið var so stórur beint eftir máið, at norðalaga í Eystur­ oynni fekst eingin ringitóni, og tá endiliga gelti í, hoyrdist bæði tjóð­sangur, róp og gleðisskrál, stóð at lesa í Sosialinum. ■ Torkil åd Weiner-Basser var yvirskriftin í Ekstrablaðnum. ■ Páll Guðlaugsson framdi onga útskifting í dystinum. ■ Málskjúttin Torkil Nielsen gjørdist pápi 10. Septembur, tveir dagar undan dystinum. ■ Stjørnan hjá Eysturríki, Toni Polster, segði undan dystinum, at ein sigur undir 10-0 var ov vánaligt hjá Eysturríki. ■ Joseph Hickersberger legði frá sær sum venjari dagin eftir dystin. ■ Dia Midjord, sum tá var blað­ maður á Dimmalætting, lovaði, at um Føroyar vunnu, skuldi hann ganga spillnakin aftur til Keyp­mannahavnar. ■ Einir 300 føroyskir áskoðarar vóru til dystin umframt eini 900 sviar, sum allir hildu við Føroyum. ■ Jens Martin tók avgerðina um at brúka topphúgvuna ein tíma innan dystin. danjal@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Visti tú tað?