Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 25 1. Jens Martin Knudsen Er nú virkisleiðari á Vaðhorn. Hevur annars starvast sum lærari. Spældi fótbólt líka til 2007 og er enn knýttur at NSÍ sum venjari. 2. Jóannes Jakobsen Er lærari og tónleikari. Hevur verið venjari hjá ymiskum feløgum og er í løtuni hjálparvenjari hjá landsliðnum. 3. Tummas Eli Hansen Lærdi til installatør í 1990 og arbeiðis sum installatør enn í dag. Hevur verið sjálvstøðugur vinnurekandi síðani 1992. 4. Mikkjal Danielsen Hevur búð niðri í mong ár, har hann starvast sum maskinsmiðjur. 5. Julian Hansen Hevur búð í Kastrup í 20 ár, har hann starvast sum sosialpedagog. Er skóti fyri FC Midtjylland, men hevur annars A-venjara prógv. Sonurin Lukas spælir á føroyska U17 landsliðnum. 6. Allan Mørkøre Var tá í læru sum krambakallur. Er í dag deildarleiðari hjá Dugna upp á Hjalla í Havn. Er venjari hjá U16 og U18 liðunum hjá AB. 7. Torkil Nielsen Málskjúttin frá Landskrona hevur enn sama starv sum í 1990. Hann arbeiðir enn í Sandavágs Timburhandli. 8. Jan Dam Eftir Landskrona nam hann sær lærara­út­ búgving. Hevur starvast sum lærari seinastu 13 árini, umleið helvt um helvt í Danmark og Føroyum. Er ungdómsvenjari í HB. 9. Ábraham Løkin (tá Hansen) Abraham Løkin starvast sum verkstaðsleiðari hjá Elding. Hann hevur verið venjari hjá fleiri føroyskum feløgum seinastu árini. 10. Kári Reynheim Hevur arbeitt innnan telefoni og breiðband, og er í løtuni elektrikari í Noregi. Hevur ikki fingist stórt við fótbólt síðani hann gavst. 11. Kurt Mørkøre Arbeiðir í dag sum lærari í einum fongsli í Noregi, har hann, sum gamal bakari, millum annað lærir teir at gera mat. ÓBRÚKTIR LEIKARAR: 16. Kaj Leo Johannesen Eykamálmaðurin hevur fingið Holm lagt aftur at eftirnavninum. Hann starvaðist sum fiskasølumaður í mong ár, innan hann fór upp í politikk. Í 2008 gjørdist hann løgmaður og hevur verið tað, til hann legði frá sær 2. septembur í ár. 12. Jens Erik Rasmussen Spældi líka til hann varð 43 ára gamal. Hevur annars arbeitt í barnagørðum og frítíðarskúlum. Er í dag venjari hjá 07 Vestur. 13. Magni Jarnskor Starvaðist sum elektrikari til 2007, er nú húsavørður í Eysturkommunu. Er knýttur at hópinum hjá Víkingi sum hjálparfólk. 14. Poul Enok Hansen Andaðist brádliga í 1991. 15. Gunnar Mohr Gunnar Mohr var lagurmaður hjá PM Heilsølu í 1990 og er síðani vorðin stjóri í fyritøkuni. J ógvan Arge var staddur í Landskrona sum frásøgu­ maður fyri Útvarp Føroya, saman við beiggjanum Magna Arge. – Hetta var uttan iva størsta uppgávan, vit nakrantíð vóru farnir undir, at skula spæla EM- undan­kapping í fótbólti, greiðir Jógvan Arge frá. Hann minnist, at fyrireik­ing­ar­ nar ikki høvdu verið serliga góðar og at fólk tí ikki høvdu stórar vón­ ir til dystin. – Liðið hevði spælt nakrar dyst­ ir og vóru millum annað smurdir av 0 - 6 móti Brøndby, men hóast vón­irnar ikki vóru góðar, so var áhugin sera stórur, sigur hann. Byrjanin var tó ikki heilt uttan trupulleikar – Tá útvarpingin skuldi í gongd vóru ongar linjur tøkar. Har­um­ framt var streymurin í Føroyum farin, so tað gingu 15 minuttir, áðr­enn signalið kom ígjøgnum í Føroyum. Tað er sum vera man málið, sum stendur sterkast í minninum hjá útvarpsmanninum. – Eingin hevði droymt um, at Føroyar skuldu koma á odda, og tað varð lagt eitt øgiligt trýst á før­oyska liðið. Eysturríkar lógu mest sum allir á okkara hálvu og press­aðu, men Jens Martin og verjan stóðu stinn. Jens Martin var øgi­ligur í málinum. Eini 1200 fólk vóru til dystin, einir 300 før­ oy­ingar, restin sviar, og tað var eing­in ivi um, at sviarnir hildu við okkum. – Tað gekk ikki heilt upp fyri okkum, hvussu stórur sigurin var í fóltbóltssøguni. Ikki fyrr enn Eurosport kallaði liðið The Fairytale team, Ævintýraliðið, og for­síðurnar í donsku bløðunum, sum um hetta mundi vanliga bóru myndir av Gorbatjov og Bush, nú høvdu avrikið í Landskrona á for­ síðuni. Tá skuldi vit, at talan var um altjóða fótbóltssøgu, sigur Jógvan Arge. Hann vísir á, at góða byrjanin fevndi um meiri enn dystin í Lands­krona. – Byrjanin var jú góð. Eftir 1-0 sigurin móti Eysturríki, taptu vit 4-1 móti Danmark, men tá stóð jú á jøvnum 1-1 eina løtu. Hóast vit taptu, var hetta mett at vera eitt góðkent úrslit. Næsta dyst spældu vit javnleik 1-1 móti Norðurírlandi í Belfast. So alt í alt var hetta ein fín byrjan fyri liðið. Men tó, tá vit komu til Beograd innheintaði gerandisdagurin okkum aftur í 0-7 tapinum móti Jugoslavia. Jógvan Arge er ikki í iva um, hvønn týdning hetta hevur havt fyri føroyskan fótbólt. – Arbeiðið byrjaði longu í sjeyti­árunum, men meðan hond­ bólturin, borðtennis og svimjing skjótt sluppu fram at altjóða kapp­ingum, so vísti tað seg vera verri at fáa viðurkenning frá FIFA og UEFA. Vit hava samanumtikið havt góðar royndir í altjóða fót­ bólti, og tað hevur gingið betur og betur. Tað var sera heppið fyri før­ oyskan fótbólt, at føroyingar mið­ víst arbeiddu fyri at sleppa upp í part, sigur Jógvan Arge at enda. The Fairy­tale Team – Tað gekk ikki heilt upp fyri okkum, hvussu stórur sigurin var í fóltbóltssøguni. Ikki fyrr enn Eurosport kallaði liðið The Fairytale team, Ævintýraliðið, sigur Jógvan Arge, frásøgumaður fyri Útvarp Føroya Landskrona liðið í dag... Páll Guðlaugsson Páll Guðlaugsson var landsliðsvenjari fram til 1993, og síðani hjá ymiskum føroyskum feløgum til 1997, tá hann fór til Íslands. Í 2012 kom hann aftur til Føroya og er í dag venjari hjá TB. Venjarar hjá føroyska landsliðnum: ■ Páll Guðlaugsson, 1988 – 1993 ■ Allan Simonsen, 1994 – 2001 ■ Henrik Larsen, 2002 – 2005 ■ Jógvan Martin Olsen, 2006 – 2008 ■ Brian Kerr, 2009 – 2011 ■ Lars Olsen, 2011 til dags dato Harumframt hava Johan Nielsen og Jógvan Norðbúð staðið á odda fyri liðnum ein dyst í 1993 og Heðin Askham ein dyst í 2009. Venjarar, sum eru koyrdir, stutt eftir at hava spælt móti føroyska landsliðnum: ■ Josef Hickersberger, Eysturríki 1990. Legði frá sær dagin eftir tapið í Landskrona ■ Karel Brückner, Eysturríki 2008. Varð koyrdur fáar mánaðir eftir 1-1 javnleikin móti Føroyum, eftir at eisini hava tapt móti Serbia. ■ Claudio Ranieri, Grikkaland 2014. Varð koyrdur eftir 2-1 tapið í Grikkalandi. ■ Sergio Markarian, Grikkaland 2015. Legði frá sær nakrar vikur eftir 1-0 tapið á Tórsvølli. Føroysk liðmynd áðrenn søguliga dystin í Landskrona. Torkil Nielsen skorar sigursmálið móti Eysturríki.