Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 104 26 Óli Jacobsen MARIA HJÁ ANDREAS Í KØKINUM: SØGA AV NESI OG ÚR GØTU Siðsøgan fer hesa ferð út á bygd. Vit hava hitt 87 ára gomlu Mariu Hansen, ættað av Nesi og búsitandi í Norðragøtu. Hon minnist væl til og kann greiða frá søgu í báðum bygdum 1. partur H enda røðin byrjaði við Miðvikuni í 2007. Røðin er farin fram um 400 partar, umframt røðina Hendur ið Sleptu, sum var um 230 partar. Her er nógv siðsøga á nógvum ymiskum økjum. Tað sæst eisini, at øll fólk hava sína søgu, og tær eru allar ymiskar. Tíbetur stendur ikki á, at fáa fólk at greiða frá. Er søgan fyrst niðurskrivað og komin alment fram, so er hon eisini blivin ein partur av samleikanum hjá okkum øllum. Tað tykist sum at hetta er væl umtókt av mongum av okkara lesarum. Hesa ferð hitta vit 87 ára gomlu Mariu Hansen. Hon er ættað av Nesi, men mamma hennara, Dagmar, var úr Gøtu. Maria giftist til Norðragøtu við Andreas í Køkinum. Tí kann Maria greiða frá sínum minnum í báðum bygdum. Tað hevur verið nokk so nógv av Gøtu søgu í hesi røð, men lítið hevur verið av av Nesi. Tí verður sum ískoyti til søguna hjá Mariu eisini endurgivin part av søguni av Nesi hjá Onnu Evensen. Hon var gift við Jens Chr. Evensen, sum var próstur á Nesi frá 1885-1900. Maria greiðir frá: Eg eri av Nesi. Tað var kallað úti á Stykkinum, har vit búðu. Nú er tað ein sonur Debes, beiggja mín, Jens Christian, sum eigur húsini. Abbi hansara var Jens Christian Olsen, kendur tingmaður av Toftum. Hann var pápi Jógvan, sum er giftur við systir míni, Hildibjørg. Pápi mín Petur Hans Hansen var slektaður úr Gerðinum á Nesi. Hann varð føddur í 1898 og gjørdist 98 ára gamal. Tað var ein gomul lon, har tey búðu. Tey vóru átta systkin. Tríggir beiggjar, Tummas, Hans Jacob og Olaf, búðu síð um síð við tey gomlu húsini í Gerðinum. Pápi fór eitt sindur longri út, tí har fekk hann eina mørk av Nes prestagarði og við hesum eisini eitt gerði. Vit vóru nógv systkinabørn, sum búðu á hesi leiðini. Hjá Tummasi vóru 9 børn, Hjá Hans Jacob vóru eisini 9 sum hjá okkum, Olaf átti fýra. Men vit fóru ikki inn í hini húsini uttan vit spurdu, um vit kundu sleppa. Eitt grannahús hjá okkum var hjá Símuni á Torkilsheyggi. Søktur undir 1. heimsbardaga Pápi fór eins og aðrir ungir dreingir ungur til skips, og hann var ein av teimum hvørs skip varð søkt undir 1. heimsbardaga. Tá var hann 19 ára gamal. Hetta var Brestir hjá Jens Evensen í Havn, har tann 25 ára gamli Andreas í Túni var skipari. Teir vóru staddir á Føroya Banka tann 24. mai 1917. Tað vóru 12 mans við, teir vóru allir av Nesi, Toftum, Rituvík og Æðuvík. Besta­ maðurin var Jákup Mikal Mikkelsen av Toft­ um, sum í 1924 gekk burtur við Onnu. Brestir hevði gjørt nakrar túrir á Føroya Banka uttan at nakað var hent, hóast bankin var lýstur sum krígsøki av týskarum. Men hendan túrin gekk tað ikki. Klokkan tvey um náttina hendan dagin varð skiparin útpurraður av bestamanninum, sum segði, at ein kavbátur var nærindis. Tá ið skiparin kom upp gekk hetta sjón fyri søgn. Ein stórur gráur kavbátur kom móti teimum við fullari ferð. Tað var skotið móti skipinum. Skiparin koyrdi flaggið upp, setti bátin út og róði við trimum monnum umborð í kavbátin við pappírunum hjá skip­ in­um. Skiparin á kavbátinum lovaði tveimum av monnunum saman við skiparan á Bresti at koma umborð. Tað gekk illa at skilja hvønn annan. Men skiparin fekk tó ryst við høvd­ inum, tá ið hann varð spurdur, um teir vóru eingilskmenn. Týskararnir fóru niður í bátin hjá Brestir við einum sekki við bumbum. Umborð á Brestir skilti kokkurin, Julius Juel Petersen, enskt. Tað varð sagt honum, at Brestir skuldu søkkjast beinanvegin, og at manningin hevði 10 minuttir at fara av skipinum. Týskararnir løgdu bumburnar í lugarið og fóru av skipinum saman við manningini á Brestir. Týskararnir góvu teimum boð um taka við sær vatn, breyð, kumpass og klæðir til skiparan, sum var hvítklæddur. Báturin setti so týskararnar av á kávbatinum. Síðan tóku teir restina av manningini á Brestir. Stutt eftir hoyrdist ein brestur frá Bresti, dekkið fór upp í luftina, og skipið sakk. Kavbáturin hvarv vestureftir. Hann tók skipspapírini við sær. Men flaggið varð tikið niður, áðrenn skipið varð søkt, og skiparin hevði tað við sær í bátin. Manningin á kavbátinum hevði verið sera fólkalig móti manningini á Brestir. Manningin á Bresti sá eitt annað skip verða søkt. Eftir at kavbáturin varð horvin, sá skip­arin ein annan bát. Hetta vísti seg at vera manningin á Traveller úr Vági, sum beint áðrenn var søktur. Millum hesar menn vóru tveir norðra­gøtumenn, brøðurnir Doreus og Eliesar Jacobsen, úr Tjørnustovu. Bátarnir avráddu at fylgjast til lands. Teir settu báðir segl. Báturin av Traveller sigldi skjótari og lá betri upp móti vindinum. Manningin á Traveller sigldi móti Fámjin, meðan báturin av Brestir sigli móti sildabátinum Vigelant úr Vági, sum lá vestanfyri Nípubakkan. Tað var kl. 5 seinnapartin, at teir komu umborð á Vigelant, sum setti kós móti Trongisvág, har teir komu á midnátt. Eitt systkinabarn pápa var við. Hann var bara 14 ár, og hann var so bangin, tá ið teir fingu boð um at fara av skipinum. Tá kom ein av týsk­ arunum og gav honum eina sjokolátaplátu! Pápa dámdi illa at tosa um hetta, so hetta mann hava verið ein ótespulig uppliving. Einki uppá seg at ganga av Nesi til Leirvíkar Beiggjarnir hjá mær plagdu at arga pápa við, at hann hevði verið í Gøtu og fríggjað og var farin avstað við teimum bestu klæðunum. Tey vóru ikki nógv verd eftir hesa ferðina. Pápi var tá forlovaður við mammu, so ungur hann var, 19 ár. Tað var vanligt at fara til Gøtu at dansa á kyndilsmessu. Her munnu tey vera komin saman. Pápabeiggi mín, Olaf, var forlovaður í Leirvik. Teir plagdu at fylgjast, tá ið genturnar skuldu vitjast. Tá ið komið var til Norðragøtu, fór beiggin einsamallur til Leirvíkar um fjallið. Hetta var ikki roknað fyri nakað tá í tíðini. Pápi sigldi nógv saman við Andreas í Túni. Hann var millum annað við St Expedit, sum Andreas førdi. Eisini sigldi hann undir seinna heims­bar­ daga sum kokkur við Silver Belle. Hetta var ein óhugnalig tíð, eisini hjá teimum heima, tí óvissan var so stór, og nógv skip komu ikki aftur í aftur. Men teir sluppu væl burtur úr tí. Annars var pápi arbeiðsmaður og seyða­ maður hjá smábøndrunum, sum høvdu sína jørð frá prestagarðinum á Nesi. Siðsøga Brúðarmynd av Dagmar og Petur Hans Maria Hansen Petur Hans sigldi millum annað við Expedit