Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 143 - 31. juli 2004 Nr. 143 - 31. juli 2004 3 Um eina viku verða nógvir føroyingar við á norðurlendskari stevnu í Slesvík í Norðurtýsklandi RÓGVING OG MENTAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í døgunum 6.–9. august verður ein stór róðrar og mentanarstevna í Slesvík í Norðurtýsklandi. Samstundis er 1200 ára hald í søguliga staðnum, Hedeby, sum liggur beint við. Hendan stevnan er fyri- skipað í kjalarvørrinum á sera væleydnaðu róðrar- og mentanarstevnuni, sum var á Tvøroyri fyri tveimum ár- um síðani. Ein av fyrireikarunum, Ólavur á heygum, sigur, at talan er um eitt norður- lendskt samstarv, sum eis- ini gongur tvørturum landamørk í Slesvík í Norð- urtýsklandi, Annars eru hini norðurlondini eisini við. Tað verður Joakim, prinsur, sum fer at seta stevnuna fríggjadagin 6. august, og tað skerst ikki burtur, at føroyingar fara at seta síni spor á stevnuni. Føroya Løgmaður, Jóannes Eidesgaard og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, skulu halda røðu á hátíðarhaldinum í sam- bandi við setanina. Harafturat fara eisini Thorsten Dahl, borgarstjóri í Slesvík og Anne Lutkes, lógmálaráðharri, at halda røðu. Tá ið stevnan verður sett, fara einir 10-15 føroyskir kappróðrarbátar at rógva framsýningarróður, sum endar í einum hálvmána inni í Kongeengen. Seksæringurin av Tvør- oyri, Naddoddur, fer at rógva fremst við tveimum trompetblásarum frammi í stavninum, har teir fara at spæla okkurt kent, føroyskt lag. Á setanarhátíðini fara eisini Tórshavnar Kamar- kór, Húsakórið í Keyp- mannahavn og eitt kór í Slesvík, at syngja, eins og føroyskur danur verður á skránni. At enda skal Guðrun Sólja Jacobsen eisini syngja fyri áhoyrarunum. Somuleiðis er eisini ein føroysk listaframsýning á skránni. Tað eru Ólavur á Heyg- um, sum er formaður í felagnum Tvørabátinum í Keypmannahavn, og Birgir Kuhl frá róðrarfelagnum í Slesvík, sum hava tikið stig til stevnuna. Fyrireikararnir vóna, at hendan stevnan verður líka væleydnað sum tann á Tvøroyri í 2002, sum fekk nógva umrøðu í føroyskum og dosnkum fjølmiðlum, Eitt nú gjørdi danska TV 2 eina sending um stevnuna á Tvøroyri. Eitt slíkt tiltak er dýrt, men tey hava eisini fingið góðan stuðul frá "A.P. Møller og Hustru Chastine MC-Kinney Møllers fond til Almenne Formaal", Maersk Air, Flogfelagi Før- oya, Faroe Ship, Ferðaráði Føroya, Hotel Hafnia og Restorff`s Bryggjarí. Føroyingar á mentanar- og róðrarstevnu í norðurtýsklandi Ólavur á Heygum í felagnum Tvørabátinum, er ein drívmegin á róðrar- og mentanarstevnuni Tá ið Oddvá Natte- stad setti ólavsøkuna, kom hon í røðu sín nógv inn á, hvussu ríkt mentanarlív, ið vit føroyingar eiga ÓLAVSØKUSETANIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Oddvá Nattestad hevur í mong ár sjálv verið virkin innan føroyskt mentanarlív, og serliga er tað innan sjón- leikin, at Oddvá er vorðið eitt kent navn, og seinnu árini hevur Oddvá eisini verið nógv frammi í miðl- unum í sambandi við starv sítt sum høvuðsfyriskipari av Listastevnu Føroya. Stór áhoyrarafjøld Nógv fólk varð savnað við Tinghúsvøllin í góðveðrin- um ólavsøkuaftan, og rið- ilin av ítróttarfólki í skrúð- gonguni var eisini ein tann størsti, ið leingi er sæddur. Oddvá legði fyri í røðu síni við at endurgeva eina yrking hjá Flóvin Flekk um myrkur og ljós, og hon segði, at nú ólavsøka er, er hetta eisini endin á øllum summarstevnunum, og tað merkir, at tað nærkast myrkari tíðum. Somuleiðis kom Oddvá inn á ábyrgdina hjá teimum fólkavaldu, sum nú fara undir eitt nýtt tingskeið. Hon segði, at tað krevur politiska støðutakan, nú globaliseringin ávirkar okkara lívshættir. Ríkidømi í Føroyum Eitt tað týdningarmiklasta, sum vit í Føroyum eiga, er, sambært Oddvá, ríkidømið í okkara fólki. Eisini kom Oddvá í røðu síni inn á tað ríkidømi, sum vit føroying- ar eiga í okkara náttúru, havi, kristnalívi, list, vinnu og ítrótti. Hon segði í hes- um sambandi, at tað er av stórum týdningi, at tey fólkavaldu geva hesum best hugsandi kor, soleiðis at hesin okkara dýrgripur ikki fúnar og forferst, men verð- ur hildin vakur og glitrandi. At okkara ítróttarfólk eis- ini hava gjørt vart við seg, er heldur einki dulsmál, og Oddvá nevndi í røðu síni stóra spenningin undan ólavsøkuróðrinum, og tey mongu góðu avrik, ið okk- ara ítróttarfólk hava megn- að bæði her heima og uttan fyri landoddarnar. Millum annað nevndi Oddvá hond- bóltskvinnurnar, sum fyrr í ár framdu eitt megnaravrik í Italia, eins og okkara flog- bóltsmenn sum hava havt eitt gott ár. Blómandi listarlív Eitt av hjartamálunum hjá Oddvá Nattestad er listin, og sjálvsagt átti hon eisini sín náttúrliga part av røðuni hjá Oddvá. Nógv av okkara fremstu listarfólkum um- boða Føroyar kring allan knøttin, og at vit verða viðurkend sum listartjóð, sæst best við at síggja tey kendu nøvn, ið koma higar á listastevnu á hvørjum ári. Kendi enski rithøvundurin Fay Weldon var her í fjør, og í ár kom so mæt nøvn sum Kiri Te Kanawa og rokkbólkurin Jethro Tull. Oddvá helt, at tað ikki kann sigast annað, enn at nógv er broytt, síðani Doodle Bugs var tað stóra tónleikanavn- ið, ið vitjaði her á landi. Nú hava vit møguleikan at velja millum tey oman fyri nevndur og eitt nú Lisu Ekdahl. Oddvá tosaði eisini eitt sindur um Ólavur Heilaga, og um korini hjá kvinnum. At enda írøðu síni kom Oddvá inn á tey mongu til- tøk, ið vóru at velja millum á ólavsøku. At vit hava tað gott í Føroyum, er Oddvá ikki í iva um, og hon endaði røðu sína við at siga, at vit eru heppin at búgva í Før- oyum, har túsundtals fólk savnast í høvuðsstaðnum, uttan at eitt herlið av polit- istum noyðast at ansa eftir okkum. Føroyskt mentanarlív í fullum blóma Tað var navnframa Oddvá Nattestad, sum í dýrdarveðrinum ólavsøkuaftan setti ólavsøkuna framman fyri stórari mannfjøld á Tinghúsvøllinum mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2