leygardagur 31. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 143 - 31. juli 2004
Nr. 143 - 31. juli 2004
5
Í hálvan triðja tíma
dansaðu og spældu
sjónleikararnir frá
útisjónleikinum
»Blóðreyði Gimstein-
urin« seg ígjøgnum
gøturnar í Havnini.
Ein stórsligin sjón-
leikur við óvissari
framtíð
ÚTISJÓNLEIKUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Snjóhvíta, Harry Potter,
sjórænarar,
dvørgarnir,
einglar, motorsúkklumenn
og fleir onnur løgin ella
undarlig fólk gingu runt í
Havnargøtum seinnapartin
ólavsøkudag. Eftir teimum
fylgdi ein long gonga av
fólki, sum vildi síggja, hvat
tey nú fóru at finna uppá.
Talan var nevniliga um úti-
sjónleikin á ólavsøku, sum
var spældur kring gøturnar
í býnum, har høvuðsstaður-
in gjørdist til størsta pallin
her á landi.
Sjórænararnir
Lagt varð út niðri á Bursa-
tanga, har sjórænararnir
komu siglandi inn á land
við Norðlýsinum, ið var
broytt til eitt sjórænaraskip.
Nakrir av teimum komu
klintrandi oman ígjøgnum
bergið, og teir ýldu, róptu
og runnu ímillum teir
mongu áskoðararnar, sum
vóru komnir saman at
síggja, hvat tað heila gekk
út uppá.
Havnin broyttist í hesar
tímarnar til ein sjórænara-
bý, har ymiskar søgur
vórðu fortaldar á teimum
ymsu pallunum.
Uppi á Tinghúsvøllinum
frammanfyri Tinghúsið var
ein løgin kavalkada av
annars vælkendum ævin-
týrum sett saman. Ein pot-
pourri við Snjóhvítu, Øsku-
fíu, Rapunsel og øðrum
varð gjørd til eina nýmót-
ans útseting.
Snjóhvíta
Frá Tinghúsvøllinum gekk
leiðin niðan á nýggja par-
keringsøki uppi í Niels
Winthersgøtu.
Har
var
ævintýrið um Snjóhvítu
spæld í fullum líki – eisini
hesaferð við eini heldur
øðrvísi og forskrúvaðum
vinkli við einum sletti av
eini nýmótans framførslu.
Ónda stjúkmamman á
aðru síðuni og Snjóhvíta og
dvørgarnir á hinari. Tað tók
eina løtu at rokna út, men
tað heilt stuttliga við hesum
brotinum var speglið, ið
stjúkmamman hevði, ið var
sett saman av fleiri motor-
súkklugentum, ið komu
koyrandi oman á motor-
súkklum.
Eftir Snjóhvítu í Niels
Winthersgøtu varð spákað
oman í Vágsbotn. Á veg-
num oman gjørdust húsini
til ein stóran pall, har leik-
ararnir vóru komnir inn í
hús, upp á tekjur, inn í
handilsvindeygu og aðra-
staðni.
Inni í Tórshøll høvdu
nakrir sjórænarar eina stóra
veitslu, har teir hingu út
gjøgnum vindeyguni og
sungu
»Fagra
blóma«,
meðan teir hvør í sínum
lagi royndu at fáa hendur á
tær vøkru damurnar, sum
eisini hingu út gjøgnum
vindeyguni.
Í einum gandahúsi við
ongari útgongd ótu tey
gandakøkur, meðan Harry
Potter royndi síni ganda-
kynstur uppi á tekjuni í
Smiðjuni í Lítluvík.
Vestaravág-søga
Á nøkrum bingjum niðri
Skálatrøð spældu tey tað,
listarligi leiðarin, Marita
Dalsgaard,
kallaði
fyri
Vestaravág-søga, ið ikki
sørt leiðir tankarnar aftur á
vælkendu
»Westside
story«. Her var talan um
eina blanding av banda-
kríggi og tvey, ið hoyra til
hvør sín banda, ið gerast
góð. Kanska kundi hetta
eisini minna eitt sindur um
Romeo & Juliet.
Her niðri kom eisini
sangur afturat leikinum
saman við tónleikarum, ið
sótu við ljóðførunum uppi
á bingjunum.
Hvussu nógvir leikarar
hava verið við í leikinum er
ilt at meta um, men eina
góða viku áðrenn sjónleik-
in, segði Marita Dalsgaard,
at talan var um góðar 150
leikarar. Nógvir tónleikarar
vóru eisini við. Trummur
og blásiljóðføri, ið eru løtt
at flyta fylgdu við og settu
sín serstaka dám á.
Endabresturin
Frá Skálatrøð gekk leiðin
yvir á Bryggjubakka, har
tann stóri endabresturin
var. Á veg yvir fingu fólk at
hoyra teir fittu, ungu tón-
leikaeinglarnar sum stóðu á
eini altan og spældu floytur
og violin.
Ballónir vórðu sleptar
upp í luftina og oman í
garðinum komu brúðarpør,
sum síðani trivu í brúðar-
valsin og allir leikararnir
dansaðu seg til endan á
leikinum, sum sjálvandi
endaligi lukkuliga.
Sjáldan er ein so stórslig-
in leikur at síggja á Havnar-
gøtum, og kann ikki sigast
annað, at her var talan um
eina fantastiska uppseting
við so lítið av eykalutum,
um ein so má siga, sum
møguligt.
Eisini er sjáldan, at so
nógv fólk eru til sjónleik í
senn, har loyvi er at tosa,
roykja og tosa í fartelefon,
meðan spælt verður.
Tey flestu eru á einum
máli um, at útisjónleikurin
átti at verið ein fastur táttur
av ólavsøkuni. Men við út-
varpið segði Marita Dals-
gaard, at framtíðin hjá úti-
leikinum er ótrygg og
óviss, tí trupult er at fáa
fígging til slíkt.
Eitt herðaklapp til sjón-
leikarar, tónleikarar og fyri-
reikarar fyri ein ótrúligan
sjónleik. Og ikki minst til
Elisabeth Pike, ið stóð fyri
øllum teimum mongu og
litføgru búnunum.
Útisjónleikurin Blóðreyði Gimsteinurin:
Rútmiskur,
framúr-
skarandi
og litfagur
Trummur og onnur ljóðføri fingu lív í bæði sjónleikarar og áhoyrarar. Her eru leikarar og áskoðarar á veg niðan á Tinghúsvøllin
Á Tinghúsvøllinum var ein øðrvísi kavalkada av kendum ævintýrum
Áskoðararnir hugnaðu sær óført til stóra útisjónleikin
ólavsøkudag
C
M
Y
K
5
4