Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 143 - 31. juli 2004 Nr. 143 - 31. juli 2004 7 ÓLAVSØKAN Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Tað kom helst óvæntað á mangar føroyingar, tá teir undan ólavsøkuni hoyrdu, at føroya løgmaður skuldi halda røðu í Grasagarði á tiltakinum hjá eldfima og umstrídda Friðarboganum, sum er felagið fyri sam- kynd í Føroyum. Friðarbogin sá dagsins ljós í vetur, og hetta er tí á fyrsta sinni, at felagið fyri samkynd skipar fyri slík- um. Saman við tónleiki og onkrum at eta var tí áhuga- vert at hoyra, hvat lá Jóann- esi Eidesgaard á hjarta at luta til samkyndar og hin- kyndar áhoyrarar í Grasa- garði. Toleransa Røða løgmans var á ein hátt tað, vit væntaðu til eitt slíkt tiltak. Við humanistiskum eyðkennum legði hann dent á, at føroyska samfelagið eigur at vera fyri allar borgarar við støði í andsfrælsi, virð- ing og tolsemi. - Andsfrælsið gevur mær rætt at hugsa og hava eina áskoðan. Tolsemið vísir mær á, at somu rættindi og sømdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva lið um lið er alneyðugt í orði og verki at sýna medmenn- iskjum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðr- um at hava aðra sannføring enn ein sjálvur, segði Jó- annes Eidesgaard. Løgmaður lýsti Friðar- bogan at vera ein opin føvningur, har øll fáa inni- vist, har eingin verður úti- hýstur, og har tað at vera menniskja sum felagsnevn- ari er størri enn øll frávik. Jóannes Eidesgaard vísti víðari á, at tá talan er um politikk og samfelag, eigur Føroya land at rúma øllum føroyingum. - Tað er ikki rætt, at ávísir minnilutar mugu flyta av landinum vegna lívsáskoð- an ella kynsliga kós. Í ein- um framkomnum samfelagi eiga vit at kunna liva saman í sátt og semju, proklameraði løgmaður í Grasagarði. Revsandi Jóannes Eidesgaard legði heldur ikki fingrarnar í- millum men bar fram sína áskoðan um tær kreftir, sum forða fyri áðurnevndu samfelagsidealum. - Tíverri trívist intoler- ansa eisini í dag. Intole- ransa er eftir mínari fatan eitt tekin um veikleika. Tá mín egna hugsjón ella fatan ikki gevur mær tryggan botn til eitt friðarligt lív í samstarvi og samvinnu við onnur, so er tað lættasta og skjótasta í trongskygni at fordøma tey, ið hugsa ella eru øðrvísi enn ein sjálvur, segði Jóannes Eidesgaard, sum eisini helt, at intole- ransa er hugsjónarligt fall. Innlit Hinvegin var talan ikki bert um "gamlar", afturvend- andi klichéir, sum flestu okkara hava hoyrt fyrr í sambandi við kjakið um samkynd. Undirritaði beit serliga merki við ein setn- ing miðskeiðis í røðuni, sum í ein mun hevur eyð- kent báðar partar í kjaki- num um kynsligan sam- leika, og sum avgjørt var ein vari á tiltakinum í Gras- agarði: - Tíðin er búgvin til, at almenningurin fær størri sakligt innlit í hetta evnið, sum áður hevur verið tagt burtur, segði ein beinrakin løgmaður. Higartil hevur eitt høvuðseyðkenni í kjakinum nevniliga júst verið vantandi innlit, har partarnir mangan hava tosað framvið hvønnannan. Einstáttað fjøld Undir tiltakinum hjá Frið- arboganum í Grasagarði Løgmaður kom Talan var um eina umstrídda avgerð hjá løgmanni at luttaka á tiltakinum hjá Friðarboganum í Grasagar “Andsfrælsið gevur mær rætt at hugsa og hava eina áskoðan. Tolsemið vísir mær á, at somu rættindi og sømdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva lið um lið er alneyðugt í orði og verki at sýna medmenniskjum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra sannføring enn ein sjálvur” “Tað er ikki rætt, at ávísir minnilutar mugu flyta av landinum vegna lívsáskoðan ella kynsliga kós. Í einum framkomnum samfelagi eiga vit at kunna liva saman í sátt og semju” - Intoleransa er eitt tekin um veikleika. Tá mín egna hugsjón ella fatan ikki gevur mær tryggan botn til eitt friðarligt lív í samstarvi og samvinnu við onnur, so er var ikki torført at leggja til merkis, at talan tyktist vera um eina heldur einstáttaða áhoyrarafjøld. Fleiri pol- itikarar og almennir per- sónar vóru til staðar, men hetta vóru í nógv størstan mun persónar, sum alment hava givið til kennar stuðul og sympati mótvegis sam- kynda minnilutabólkinum. Tað var torført at fáa eyga á nakran av teimum høvuðspersónum, sum umboða tey meiri atfinnandi sjónarmiðini mótvegis samkyndum, og ein kundi hugsa, hví t. d. Jenis og hansara líkar ikki møta upp til slík tiltøk, tá teir sjálvir eru so sentralir og ávirkandi í kjakinum um samkynd. Hinvegin meta vit tað heldur ikki vera eina skylda hjá øllum at møta upp til út- imøtini á ólavsøku, bert tí tey taka lut og eru sjónlig í átrúnaðarliga kjakinum, so atfinningarnar um vantandi luttøku frá eina bólkinum kunnu saktans mótargu- menterast. Onkur spurdi í illsinni mótvegis nasvísa Friðar- boganum, sum hevði lagt hald á allan Grasagarð, um ólavsøkan knappliga er vorðin ein politiskur og mentanarligur agitatións- vígvøllur. Tað er hon part- vís, tí longri niðri í býnum kappaðust samkomurnar eisini um at boða sín boð- skap, samstundis sum Unga Tjóðveldi, Lions Club o. s. fr. á ólavsøku arbeiða fyri sínum endamálum. Ymsar áskoðanir Tað eru helst deildar mein- ingar um avgerð løgmans at tala á einum so eldfimum og umstríddum forumi, og tað eru fáir politikarar, sum í løgmansembæti høvdu valt at røða á tiltaki hjá Friðarboganum. Men uttan mun til, hvørja áskoðan ein hevur um luttøku løgmans í Grasagarði, hevur Jóannes Eidesgaard flutt nøkur mørk og á ein vágafýsnan og ótraditionellan hátt sagt ja til luttøku til frama fyri tey samkyndu. Hann er á ein øðrvísi hátt komin úr einum skápi, sum eingin løgmaður undan honum hevur gjørt, og sum møg- uliga fáir í framtíðini fara at gera. Á ein einfaldan og greiðan hátt lat løgmaður ongan iva vera um, hvørja støðu hann hevur til um- strídda evnið um samkynd. Summi høvdu á lofti, at løgmaður skuldi hildið seg til traditionellu ólavsøku- uppgávurnar, og at luttøkan í Grasagarði kann skapa spjaðing og øsing í eini samgongu, tá samgongu- leiðarin og ovasti myndug- leikin sjálvur stígur á eina umstrídda gøtu, sum fyrr hevur volt miklan øsing. - REYV feitt tiltak helt onkur skemtandi fyri... út úr skápinum “Tíverri trívist intoleransa eisini í dag. Intoleransa er eftir mínari fatan eitt tekin um veikleika. Tá mín egna hugsjón ella fatan ikki gevur mær tryggan botn til eitt friðarligt lív í samstarvi og samvinnu við onnur, so er tað lættasta og skjótasta í trongskygni at fordøma tey, ið hugsa ella eru øðrvísi enn ein sjálvur” “Tíðin er búgvin til, at almenningurin fær størri sakligt innlit í hetta evnið, sum áður hevur verið tagt burtur” ði ólavsøkuaftan. Her avmyndaður saman við konuni Anitu og abbasoninum í Grasagarði eftir røðuna Mynd: Maria Olsen tað lættasta og skjótasta í trongskygni at fordøma tey, ið hugsa ella eru øðrvísi enn ein sjálvur, segði løgmaður í Grasagarði á tiltakinum, sum Friðarbogin skipaði fyri C M Y K 7 6 Lærlingur søkist til bakarí Bakaríið hjá Símuni í Klaksvík søkir eftir lærlingi at byrja skjótast til ber. Tlf. 456424 ella 216425 Grundstykki í Vági til sølu Um nóg høgt boð fæst, selji eg stykkið 141 D, uttarlaga í Toftum, 616 m2 til støddar. Útsýni yvir alla bygdina og fjørðin. Tlf. 220740, Marner Vágs Havn Søkt verður eftir umsjónarfólki til Vágs Havn. Umsøkjarin skal hava nautiska útbúgving og hollan kunnleika til eingilskt mál í skrift og talu. Eisini skal umsøkjarin duga at arbeiða við teldu. Løn samb. sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir við prógvum og ummælum verður at senda til: Vágs Kommunu – Havnanevndin FO-900 Vágur í seinasta lagi 30. august 2004. Vágs Havn