Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 143 - 31. juli 2004 Nr. 143 - 31. juli 2004 9 Øll fiskidagaskipanin skal nú endavendast fyri at vita, um tað er neyðugt at gera broytingar FISKIDAGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Fiskidagarnir á lands- grunninum skulu skerjast 1,5%. Tað er ætlanin hjá lands- stýrinmum. Tá ið Løgtingið varð sett á miðdegi Ólavsøkudag, legði Bjørn Kalsø, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, uppskot fyri tingið um fiskidagarnar komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. Hon hann mælir til at ein ógvuliga varisligan niður- skurð upp á 1,5%. Men hann mælir kortini til, at fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir 10%. Samstundis skal Før- oya Banki friðast í gýting- artíðini. Bjørn Kalsø vísur á, at áhugin fyri Føroya Banka hevur verið munandi størri í hesum fiskiárinum enn undanfarin ár og tí er fiski- dagatralið har vaksið rætti- liga nógv við tað, at bátar hava keypt sær rættindi. Bæði Fiskirannsóknar- stovan og Fiskidaganevndin mæla til at fiskiskapurin verður avmarkaðurum, tí trýstið er ov stórt. Harafturat ætlar lands- stýrismaðurin at skerja hjá- veiðikvotuna av toski og hýsu hjá lemmatrolarunum á innaru leiðunum. Men hann sigur onki um, hvussu stór tann skerjingin verður. Lemmatrolararnir hava eina toskakvotu á innaru leiðum uppá 100 tons av toski og 100 tons av hýsu um árið. Hann fer eisini at um- hugsa møguleikan at fáa lemmatrolararnar undir fiskidagaskipanina, men tað verður ikki í komandi fiskiári. Sostatt verður talið á fiskidøgum í teimum ymsu skipabólkunum hetta í komandi fiskiári: Bólkur 2: Partrolarar 6.536 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.415 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 4.263 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons 4.205 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 21.449 fiskidagar Annars hevur gongdin í fiskidøgunum hesi seinastu árini verið soleiðis, at í 1997 vórðu teir lækkaðir 12,5 %, í 1998 vórðu teir lækkaðir 5 %, men í 1999, 2000 og í 2001 vórðu ongar broytingar gjørdar. Í 2002 varð dagatalið skorið 1% og í 2003 var tað skorið 2%. Ómøguligt Annars hevði Fiskirann- sóknarstovan mælt til mun- andi størri skerjingar í næst ári. Men Bjørn Kalsø heldur, at tað hvørki politiskt ella búskaparliga ber til at seta tær skerjingar í verk, sum Fiskirannsóknarstovan mælir til, tí avleiðingarnar fyri flotan, og virksemið kring landið, gerast ógvus- ligar. Hinvegin heldur hann tað eisini vera skeivt onki at gera og at lata veiðitrýstið vera óbroytt í eini tíð, har fiskiskapurin er minkandi, fiskurin er minni, og fisk- urin er verri fyri enn undan- farin ár. Hetta kann eisini koma okkum aftur um brekkur í sambandi við brúkarakrøv um umhvørvismerking, segði Bjørn Kalsø. Hann sigur, at uppskotið, hann hevur lagt fyri tingið, byggir lutvíst á, at tekin um, at gróðurin er heldur betri enn fiskifrøðingar væntaðu fyrr í ár. Men hann hevur eisini hugsað um, at ein størri skerjing fer at fáa ógvusligar avleiðingar fyri vinnuna. Hann sigur, at við teim- um rættindum, sum eru um at flyta veiðiloyvi, keypa og selja dagar ímillum fiskifør og bólkar er grundarlag fyri, at tey einstøku fiski- førini kunnu tillaga seg broyttu umstøðurnar og saman við minkandi veiði- trýsti leggja grundarlag undir ein sjálvberandi fiskiflota, lívfrøðiliga og búskaparliga. Fiskirannsóknarstovan mælti eisini til ymiskan niðurskurð í dagatalinum hjá teimum, sum royna eftir toski og hýsu, og hjá teim- um, sum royna eftir upsa. Kortini hevur Bjørn Kalsø skotið upp, at skerj- ingin verður javnt býtt ímillum allar bólkar. Møguligar økisfriðingar Bjørn Kalsø vísur eisini á, at Fiskirannsóknarstovan mælir til, at innaru land- leiðirnar verða friðaðar fyri at verja ungfiskin. Tí umhugsar hann eisini at seta ymsar friðingar í verk, men ongi stig verða tikin, fyrrenn tað er kann- að, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri teir ymisku skipabólkarnar. Annars vísur hann á, at fiskidagaskipanin hevur nú virkað í átta ár, og hann heldur, at tíðin er búgvin til at meta um, hvussu skipan- in hevur virkað, hvørji við- urskifti eru broytt síðani tá. – Ført hevur verið fram, at flotin er vorðin effektiv- ari, at lógin um vinnuligan fiskiskap fleiri ferðir er broytt, at fiskimynstrið er broytt o.s.fr. Tí ætlar Bjørn Kalsø sær at endavenda allari skip- anini fyri at vita, um tað er neyðugt at gera broytingar. Hann ætlar, at hetta arbeið- ið skal vera liðugt í góðari tíð, áðrenn støða skal takast til dagatalið fyri fiskiárið 2005/2006. Hann hevur eisini sett arbeiði í verk at finna eina smidligari skipan fyri bólk 5, útróðrarbátar undir 15 tons, og tann skipanin skal eftir ætlan setast í verk 1. mars, tá ið fiskiárið er hálvrunnið. Formaðurin í vinnunevndini hjá Løgtinginum heldur, at tað er ov lítið at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka 10 %. Hann heldur, at onnur tiltøk mugu eisini setast í verk FISKIDAGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg haldi, at Bjørn Kalsø hevur verið ov varin. Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgting- inum, heldur ikki, at tað er nóg mikið at skerja fiski- dagarnar á Føroya Banka 10%. Eitt tað fyrsta, løgtingið fer at gera nú nýggj tingseta er byrjað, verður at áseta fiskidagatalið fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september. Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, skjýtur upp at fiskidagarnir á landgrunninum skulu skerjast 1,5%, at fiskidag- arnir á Føroya Banka skulu skerjast 10% og at Bankin skal friðast í gýtingini. Henrik Old sigur, at sjálvsagt er samgongan í høvuðsheitum samd um uppskotið hjá Birni Kalsø. – At skerja fiskidagarnar á landgrunninum 1,5% haldi eg er hóskandi, tí halda vit eina lítla, men støðuga minking, sleppa vit undan teimum stóru høgg- unum, sum onkuntíð hava verið og sum eru drepandi fyri vinnuna, heldur hann. Við eini skerjing upp á 1,5% er í hvussu so er lagt upp fyri, at flotin verður effektivari. 10% ov lítið Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nóg mikið at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka 10%. – Hetta haldi eg munar ov lítið, tí Bankin er so illa fyri. Henrik Old sigur, at hetta er tað, sum semja fekst um í samgonguni og tað fer hann sjálvsagt at virða. Sostatt er ikki væntandi, at skerjingin á Føroya Banka fer at vera størri enn tað. Men Henrik Old fer at arbeiða fyri, at eisini onnur tiltøk verða sett í verk á Føroya Banka. Hann sigur, at ætlanin er at friða Bankan í gýtingini og tann friðingin eigur at vera í minsta lagi seks vikur, kanska tveir mánað- ir. Hinvegin heldur hann, at tá ið Bankin so verður latin uppaftur eftir friðingina, eigur tað at gera stigvíst. – Eftir gýtingina er fisk- urin rak og illa fyri og í apríl mánað er lítil eftir- spurningur eftir bankafisk- inum. Tí eigur Bankin at verða upplatin aftur stigvíst eftir friðingina, sigur Henrik Old. Hann heldur eisini, at spurningurin um rættindini hjá bátum, sum royna á Bankanum, at keypa fiski- dagar frá øðrum, eigur at verða tikin upp til viðgerar. – Upprunaliga skuldi hvør línubátur hava 30 dag- ar á Bankanum. Men nú hava teir næstan 60 dagar í part, tí teir hava keypt so nógvar dagar frá øðrum bátum, sum í mongum før- um als ikki royna á Bank- anum frammanundan. Formaðurin í vinnu- nevndini sigur, at ein loysn kann vera, at ein bátur skal hava brúkt 60% av sínum døgum á bankanum í einum ári fyri at kunna selja dag- arnar árið eftir. Henrik Old sigur, at hetta eru mál, sum samgongan hevur umrøtt og sum verða tikin upp til nágreiniligari viðgerð. Hinvegin er hann ikki fegin um ætlanina at fáa teir stóru lemmatrolararnar undir fiskidagaskipanina, soleiðis sum tað er lagt upp til. – Vandin við tí er, at tað kann flyta trýstið á stovn- arnar inneftir. Eg eg fyri øllum, sum flytir trýstið úteftir og tað er onki at ivast í, at tað, at lemmatrol- ararnir fiska frítt førir við sær, at teir kunnu loyva sær at leita eftir fiski. – Skulu teir undir ein a v m a r k a n d i fiskidagaskipan, verða teir noyddir at velja tað tryggu kósina og at sigla so stutt sum gjørligt. Men hann heldur eisini, at skal kvotan hjá lemmatrolarunum á toski og hýsu á innaru leiðum, skerjast, má tað vera í sama lutfalli, sum rættindini hjá øðrum verða skerd. Fiskidagarnir skerjast 1,5% Bjørn Kalsø er ov varin Tað er skeivt onki at gera, men ber heldur ikki til at skerja so nógv, sum Fiskirannsóknarstovna mælir til, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum – Eitt er at friða Føroya Banka í gýtingartíðini. Men eftir friðingina, eigur hann at vera latin upp aftur stigvíst. Samstundis eiga rættindini at keypa og selja dagar á Bankanum at verða avmarkað, heldur Henrik Old, formaður í vinnunevndini C M Y K 9 8