hósdagur 10. september 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 104
28
Kendi undirvísingarserfrøðingurin
Sir Ken Robinson byrjar bók sína
“Finding your element” við hesi lítlu
søguni:
Tveir smáfiskar svimja oman
eftir ánni, tá ein eldri fiskur kemur
framvið teimum.
“Góðan morgun, dreingir, hvussu
er vatnið?” spyr tann eldri teir.
Teir ungu brosa og halda leiðina
fram.
Tá teir eru komnir nakað oman eftir
ánni, sigur tann eini smáfiskurin við hin:
“Hvat er vatn?”
Hann heldur frumevni sítt vera so
sjálvsagt, at hann ikki hevur ánilsi av,
at hann er í tí.
Ert tú í tínum rætta frumevni
kenst tað soleiðis. Tað snýr seg um
at fáast við tað, sum kenst púra
náttúrligt fyri teg, sum kenst so
rætt, at tú veitst, at hetta er tað, tú
veruliga ert.
Síðani ungdómslistastevnan Ung
í Føroyum var sett á stovn í 2001
hava um 600 ung tikið lut á henni.
Fleiri teirra eru í dag antin kend
listafólk ella undir útbúgving innan
ymsar listagreinar og nógv onnur
hava fingið upplivingar, vitan og
vinfólk fyri lívið. Nógv teirra hava
viðmerkingar til stevnuna, sum
líkjast upplivingunum, sum Sir Ken
Robinson tosar um í bókini: at tey
vóru í sínum rætta frumevni:
Diana J. Hansen sigur t.d.:
“Tað var tá, aftaná ein langan dag
av dansivenjing, at eg fann útav, at
hetta var tað eg skuldi, dansur var
mín framtíð.”
Renata Jensen:
“Ung í Føroyum er eitt av teimum
tiltøkunum, ið hava havt størstu
ávirkan á meg í mínum tannárum.
Har slapp eg at nema nógvar ymiskar
kreativar leiðir, sum heilt sikkurt
hava havt ein leiklut í, at eg nú lesi Art
& technology á Aalborg Universitet.”
Birna Heinesen:
“Hetta var ein ótrúliga stór
uppliving, sum síðani hevur givið
mær nógvar møguleikar innan
mentunarheimin. Eg fari nokk
ikki heilt skeiv, um eg sigi, at Ung í
Føroyum hevur verið við til at lagt
lunnar undir mína karrieru innan
sjónleik, film, projektleiðslu.”
Eivør Pálsdóttir:
“Tað var ein heilt serlig kensla
at vera har saman við kreativum
javnaldrum. Tað kendist sum at
vera “heima” og tað gav mær nógvan
íblástur.”
Ung í Føroyum er bygt upp av
verkstovum, har ung millum 13 og
19 ár sleppa at royna seg saman
við dugnaligum yrkislistafólkum.
Stevnan er fyri øll ung, bæði tey,
sum eru listarliga virkin og tey, sum
bara eru listarliga áhugað. Hon
arbeiðir fram móti stórari almennari
framførslu, har allir luttakarar á
stevnuni fáa sín leiklut.
Tað er Norðurlandahúsið sum
skipar fyri stevnuni, ið er skipað
sum ein lega. Í tríggjar heilar dagar
eiga tey ungu Norðurlandahúsið og
sleppa at skapa frá morgni til kvølds.
Í ár verða verksmiðjuleiðararnir
hesi: Jens L. Thomsen (tónleikur),
Sámal Blak (myndlist), Mariann
Hansen og Heiki Riipinen (sjónleik),
Anna Kristin Bæk (sniðgeving/búnar),
Eiríkur Örn Norðdahl (bókmentir)
og Signhild Wærsted (dansur). Øll
eru viðurkend og kend listafólk og
Sámal er enntá sjálvur fyrrverandi
luttakari á Ung í Føroyum. Hesi fara
saman við Vígdis Hentze, dansara,
sum framleiðir felagssýninga, at fáa
tað besta fram í ungu luttakarunum
og flyta tey eitt fet fram móti at vera
í sínum egna frumevni.
Teknað teg til Ung í Føroyum
á heimasíðuni hjá Norðurlanda
húsinum í seinasta lagi tann 13.
september og kanska fert tú seinni
at kunna siga sum Charlotta Rasmu
ssen:
“Eg møtti nakrar av mínum bestu
vinum har, sum eg enn haldi saman
við.”
Ella sum Sasho:
“Her havi eg fingið vitan og vinir
fyri lívið.”
NØVN
Føðingar
Tann 21. august bleiv Jónhild stolt stórasystir til hendan
beiggjan. Hann varð føddur á Hvidovre Hospital og vigaði
4700 g og var 56 cm langur. Foreldrini eru Andrias Samuelsen
og Durita Waag Høgnesen.
29.juni fingu Anja Petersen og Jóhannis Jensen, Argir,
eina dóttir. Hon vigaði 3500 gr og var 52 cm long.
25 septembur vóru Elly og Suni Justinussen, Leirvík, ríkað við einari fittari prinsessu. Hon
vigaði tá 4225 gr og var 55 cm long. Stórubeiggjarnir Jónas og Levi eru so sera stoltir :)
23. august fingu Ása Waag Poulsen og Jákup Slættalíð
Kbh. ein son. Hann vigaði 3660 gr. og var 53 cm langur. Á
myndini er hann 6 dagar gamal.
Ung í Føroyum í Norðurlandahúsinum
Tekningarfreist sunnudagin!
85 ára føðingardagur
Leygardagin tann 12. september
verður Petur Danielsen í Hósvík
85 ár. Dagurin verður hildin
frá kl. 13.00 heima hjá dóttrini
á Giljavegi 40 í Hósvík. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 13. september fyllir
Signy Axelsdóttur 80 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin 12.
september í húsunum hjá Vágs
Matmøðrafelag, Toftavegur 67,
frá kl. 14. Øll eru vælkomin.
70 ára føðingardagur
Tað er við gleði, at eg bjóði familju,
vinum og kenningum í mín 70-ára
føðingardag mikudagin 23.09.2015.
Dagurin verður hildin heima á
Heygavegi 15 frá kl 10.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Andras Joensen, Klaskvík
Merkisdagar