Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 29 kend í føroyum Sofus Hansen 15 ting tú ikki visti um... Hvussu hittist tú og makin fyrstu ferð? – Eg tók hana upp í bilin uttanfyri klædnahandilin Hjà Kissa Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin? – Bilmekanikari, og tað bleiv eg. Hvat er tað besta við hinum kyninum? – Mótsetningurin. Forstáilsi og ein man kann tosa við um alt. Tað er tað, sum finst í hinum kyninum. Hvat átti hitt kynið vitað um títt kyn? – Kvinnur áttu at skilt hvussu einfaldur okkara hugur er. Hvat áttu børn vitað um tað at vera vaksin? – Tey áttu at lært týdningin av at taka ábyrgd og at virða hvønn annan. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Tað var tá eg slapp at umbyggja og forma ein Mustang eftir mínum egna høvdi og hugflogi. Hvat droymir tú um at gera í tínum lívi? – At gerast kendur úti í heimi sum tann stóri bilbyggjarin, og at sleppa at verða við at sniðgeva eitt Tjóðleikhús og annað á Skálatrøð. Hvussu heldur tú, at onnur síggja teg? – Sum ein playboy og bilbyggjara og somuleiðis ein persón øll kunnu tosa við. Um tú tordi, so hevði tú? – So hevði eg ivaleyst flippað meir út - hahahaha. Hvør er tín størsta last? – Eg dugi als ikki at siga nei. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Um øll livdu í sátt og semju í egnum heimlandi og um øll fólkasløg virdu landamørk. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Tá úrslitið av løgtingsvalinum varð kunngjørt. Tað seinasta, tú hevur lært, er at? – Ongin uppgáva er ov torfør, tað er bara at fara í sving. Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú? – Ikki at vilja skuffa nakran við at siga nei. Enda setningin: Føroyar áttu at... – Hugsa um at fáa síni egnu at trívast í landinum og fáa unga fólki at flyta heim aftur at byggja land. Og ikki um moskee’ir. Mynd: Álvur Haraldsen Eg droymi um, at gerast kendur úti í heimi sum tann stóri bilbyggjarin, og at sleppa at verða við at snið­ geva eitt Tjóðleikhús og annað á Skálatrøð«