Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 104 30 EIRIKUR LINDENSKOV H óast hvørki Annika Olsen ella Poul Michelsen vilja vátta tað, so halda vit fast um gitingina um, at Annika Olsen verður partur av tingmanningini hjá Framsókn áðrenn tingfundin týsdagin. Ábendingarnar eru so gott sum 100 prosent vissar. Støðan hjá Framsókn í telvingini um nýtt landsstýri er tí munandi broytt. Av tí at Nýtt Sjálvstýri hevur vent samgongusamráðingunum bakið, hevur Framsókn fingið ein meira týðandi leiklut í samgonguni. Um bæði Nýtt Sjálvstýri og Framsókn vóru við, so hevði tað kanska verið lættari hjá Aksel V. Johannesen við tað, at tá hevði hvørgin av teimum smáu flokkunum møguleika at blokera ávís mál. Nýggja styrkin hjá Framsókn í samgonguni kann styrkjast enn meira, um Annika Olsen verður partur av flokkinum. Tí er tað heilt vist eitt krav hjá Framsókn at fáa tveir landsstýrissessir av átta ella kanska níggju. Sum skilst ætlar Framsókn at fáa landsstýrismannin í uttan­ ríkis­málum, og keldur siga, at tað verður Tróndur Djurhuus, sum er boðið hjá Framsókn upp á nýggja landsstýrismann í uttanríkismálum. Tróndur Djurhuus er ein av stovn­ arunum av Framsókn saman við Poul Michelsen, og hann stillaði upp fyri flokkin í 2011. Hann fekk 169 persónligar atkvøður og gjørdist nummar fýra á listanum. Hann stillaði ikki upp á valinum hesaferð, tí hann býr uttanlands. Tróndur Djurhuus hevur verið við til samráðingarnar, síðani tær byrjáðu, og hann hevur havt týðandi leiklut við redigering av tí, sum skrivað er higartil. Eftirlíka Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ynskinum um tveir lands­ stýrissessir til Framsókn, so kann hin sessurin verða Heilsu­málaráðið, og eitt boð upp á landsstýrisfólk er Hanna Jensen, løgtignskvinna í Gøtu. Fyri hana í løgtingið kemur so Ruth Vang í Havn. Soleiðis kann ting- og lands­ stýrisbólkurin hjá Framsókn gerast líka stórur, sum tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum – fimm fólk. Við trimum tingfólkum fer Framsókn eftir tveimum landsstýrissessum TVEIR LANDSSTÝRISSESSIR TIL FRAMSÓKN Javnaðarflokkurin fær Fíggjarmálaráðið EIRIKUR LINDENSKOV Sambært tú, sum Sosialurin hevur fingið fregnað seg fram til, so hevur Javnaðarflokkurin størri hug á Fíggjarmálaráðnum enn Fiski­ málaráðnum, sum vit fyrr hava gitt. Sum vit silja støðuna, so hevur Aksel V. Johannesen ætlanir um at verða ein politkk-skapandi løg­ maður heldur enn at vera ein umboðandi løgmaður, eins og Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið. Og vil løgmaður hava ávirk­an á politikkin, so er Fíggjar­mála­ ráðið tað mest týðandi ráð­ið at hava beinleiðis ávirkan á. Tí fer Javnaðarflokkurin eftir Fíggj­ ar­málaráðnum. Eitt boð upp á fíggjarmálaráðharra er Eyðgunn Samuelsen. Almannaráðið hevur nátúrliga áhuga hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur sínar serligu ætl­an­ir á pensjónsøkinum og á familju­ økinum við eitt nú vallyftinum um barnabeinan. Almannaráðið stendur fyri meginpartinum av útreiðslunum á fíggjarlógini, og tí liggur raðið fyri hjá Akseli V. Jo­ hannesen at verða ein politikk- skapandi løgmaður, um hann hevur aftur at sær landsstýrisfókinum í fíggjarmálum og almannamálum. Rigmor Dam er eitt boð upp á landsstýriskvinnu í almanna­mál­ um. Høgni Hoydal verður fiskimálaráðharri EIRIKUR LINDENSKOV Sambært vælvitandi keldum, so er Høgni Hoydal eitt boð upp á ein nýggjan landsstýrismann í fiskvinnumálum. Uttan iva fer Tjóðveldi at royna at fáa uttanríkisráðið – men tað eru eisini sterkar kreftir í Tjóðveldinum, sum vilja hava Høgna Hoydal í ein týðandi landsstýrissess. Høgni Hoydal hevur ikki roynt seg í einum landsstýrissessi, har hann veruliga kann »dálka sær fingararnar«. Sum landsstýrismaður í uttanríkismálum hevur hann líkasum sveimað yvir vøtnunum og arbeitt meira teoretiskt. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, vinnumálum ella fiskivinnumálum, so skal hann veruliga í arbeiðshandskarnar, og tað er tað, sum fólk í Tjóðveldi vilja hava. Fyri Javnaðarflokkin passar tað uttan iva væl, tí Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin draga somu línu hugsjónarligar í fiskivinnumálum – meðan einki tjóðskaparligt stríðstmál órógvar á hesum øki. Tí er Høgni Hoydal eitt gott boð upp á nýggjan fiskimálaráðharra. Umframt Fiskimálaráðið, so skal Tjóðveldi hava tveir aðrar landsstýrissessir. Sum Sosialurin skilir, so vil flokkurin fegin hava Mentamálaráðið. Boð upp á landsstýriskvinnu í mentamálum er Annita á Fríðriksmørk ella Sirið Stenberg. Kristina Háfoss er eisini eitt boð, men um Javnaðarflokkurin fær fíggjarmál, so skal Tjóðveldi hava formannin í fíggjarnevndini, og har er Kristina Háfoss eitt boð. Triða aðalráðið hjá Tjóðveldi kundi so verið Vinnumálaráðið, og har er Magni Arge framvegis eitt gott boð upp á landsstýrismann. Annar møguleiki er Bjørt Samuelsen, sum var landssstýriskvinna í vinnumálum frá februar til september í 2008. Kreftir í Tjóðveldinum vilja hava Høgna Hoydal í arbeiðshandskarnar Aksel V. Johannesen ætlar sær at vera ein politikk-skapandi løgmaður. Tí ætlar hann, at flokkurin skal umsita fíggjarál og almannamál METING Tróndur Djurhuus, landsstýrismaður í uttanríkismálum Hanna Jensen, landsstýriskvinna í heilsumálum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýriskvinna í fíggjarmálum