hósdagur 10. september 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 104
31
Heini í Skorini
“Ætlar tú, at muslim
ar skulu yvirtaka
Føroyar?”
Eg var valla kom
in út í bilin í Sortudíki
eftir sjónvarpskjakið týskvøldið, tá
telefonin byrjaði at ringja. Ræddir og
sintir føroyingar, sum ikki vilja hoyra
talan um, at okkara lítla og sárbæra
land skal taka ímóti einum einasta
flótta, nú vit eru vitni til størstu
flóttafólkakreppu síðani seinna
veraldarbardaga. Hendan mótstøðan
hevur verið sjónlig í almenna rúmin
um, líka síðani løgmaður á nýggj
árinum helt, at Føroyar eisini eiga
at hjálpa heimsins neyðstøddu,
m.a. á Facebook-bólkinum “Nei til
flóttafólk”. Og seinastu dagarnar
hevur ísraelski prædikanturin Avi
Lipkin ferðast land og ríki fyri at
fortelja føroyingum, at flóttarnir í
veruleikanum eru terroristar, og at
Róm stendur fyri falli.
“Hetta er byrjanin upp á endatíð
ina í Opinberingini”, rópti ein kvinna
í horninum.
Í ljósinum av fólksligu mótstøðuni
í Føroyum greiddi eg í sjónvarpinum
frá eini skipan við sonevndum
kvotaflóttum, men sum so ofta
hvørva nuansurnar, tá tíðin er av
markað. Skipanin snýr seg í stuttum
um, at eitt vertsland orðar nøkur
kriteriir í mun til, hvørjir flóttar
kunnu koma til nýggja vertslandið,
og tað hongur eisini saman við, hvørja
tilbúgving eitt land hevur. T.d. hevur
Ísland seinnu árini tikið ímóti umleið
tíggju kvotaflóttum annaðhvørt ár,
og íslendskir myndugleikar hava t.d.
raðfest einligar kvinnur við børnum
og forfylgdar LGBT’arar. Í sjónvarp
inum nevndi eg møguleikan at rað
festa í mun til mál- og arbeiðsførleik
ar, so eventuellir flóttar hava útlit fyri
eini góðari byrjan í nýggja landinum
– ikki minst tá Føroyar framvegis
ikki hava nakra líkinda tilbúgving
og sera avmarkað integrasjónsátøk.
Tað hoyrir eisini við til søguna, at tá
ein flótti fær status sum “kvotaflótti”
av ST, so er tað tí, at viðkomandi telist
millum teir mest sárbæru bólkarnar
av flóttum. Ein kvotaflótti er ikki á
ferð. Ein kvotaflótti situr í eini flótta
legu í nærumhvørvinum og bíðar,
inntil eitt land – umvegis ST – er til
reiðar at taka ímóti.
Við hesi skipan sleppa vit ikki
undan at velja, men hesin boðskap
urin fekk ein annan bólk upp úr stól
inum. Slík differentiering gevur jú
ikki nakað UG í tí stóru filantropisku
karakterbókini. Eru vit so kynisk
og egoistisk, at vit bara vilja hjálpa
útbúnum flóttum, sum duga enskt?
Skulu vit ikki hjálpa av humaniterum
og moralskum orsøkum?
Jú, sjálvandi skulu vit hjálpa
fyri at hjálpa, og vit kunnu saktans
raðfesta øðrvísi. Mítt endamál var
einans at greiða frá, hvørjar skipanir
eru til taks, sum kunnu mana nøkur
spøkilsi í jørðina, um Føroyar velja at
taka ímóti flóttum her og nú. Hetta er
ein skipan, sum skeptiskir føroyingar
kundu kent seg tryggari við í mun til
sonevndar “spontanar” flóttar, sum
eitt vertsland ikki sjálvt hevur valt,
og sum higartil ikki eru komnir til
Føroya.
Summa summarum er, at um
Føroyar velja at taka ímóti flóttum,
so er omanfyri nevndi leistur ein
møguleiki, og sjálvandi kunnu onnur
kriteriir ásetast. Tað veldst um, hvørja
tilbúgving Føroyar kunnu bjóða, og
hetta modellið krevur eina justering
í útlendingalógini, hóast økið ikki
er yvirtikið. Tíbetur er ferð komin
á málsliga undirvísing til tilflytarar
(sum ikki eru flóttar), men tað finn
ast fleiri tilflytarar við flottum
hægri útbúgvingum í Føroyum, sum
kortini ikki finna eitt starv, har tey
kunnu brúka sínar førleikar. Tí er
ein útbúgving í sjálvum sær eingin
garantur – tíverri.
Tá eg síggi myndirnar av neyð
støddum flóttum, sum flýggja undan
kríggi og forfylging, hugsi eg um
oktober 1943, tá danskir jødar máttu
flýggja undan týskum nazistum yvir
um sundið. Megnar bjargingarátakið
hevur síðani definerað danska
sjálvsfatan. Okkara hjálp er ein dropi
av einum dropa av einum dropa í
havinum. Men tað er eisini við til at
definera, hvørji vit sjálvi eru.
Føroyar, flóttar og fremmandaóttin
KJAK
POLFOTO
EIRIKUR LINDENSKOV
960 veljarar, sum hildu at teir valdur
Fólkaflokkin á valinum í síðstu viku,
hava kanska valt Framsókn. Á sama
hátt, sum 249 veljarar, ið hildu seg
velja Framsókn í 2011 í veruleikanum
valdu Fólkaflokkin. Tað ber til, tí at
tingfólk lumpa sínar veljarar.
Hetta fyribrigdið, sum var
óhugsandi í politisku skipanini »í
gomlum døgum« er vorðið alsamt
meira vanligt – at tingfólk skifta flokk
eftir at tey eru vald á ting. Í seinasta
valskeiði skiftu tveir tingmenn
flokk. Janus Rein, sum varð valdur
fyri Framsókn fór í Fólkaflokkin,
og Gerhard Lognberg, sum varð
tveittur úr Javnaðarflokkinum, fór í
Sambandsflokkin. Teir fullu báðir á
løgtingsvalinum í siðustu viku.
Í næstsíðsta valskeiði fór Poul
Michelsen úr Fólkaflokkinum og
stovnaði Framsókn. Og í valskeiðnum
2004-08 fór Karsten Hansen úr
Tjóðveldinum upp í Miðflokkin.
Fyri valið í 2002 fór Helena Dam
á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum
upp í tingbólkin hjá Javnaðar
flokkinum, og fyri valið í 1998 fóru
Kristian Magnussen og Karl Robert
Johansen, tingmenn fyri Verka
mannafylkingina upp í tingbólkin
hjá Javnaðarflokkinum, og Finnbogi
Arge úr Sambandsflokkinum í
Fólkaflokkin.
Soleiðis hava
2015-:
1. Annika Olsen
2011-15:
2. Gerhard Lognberg – úr Javnaðar
flokkinum í Sambandsflokkin. Hann
fall.
3. Janus Rein – úr Framsókn í Fólka
flokkin. Hann fall.
2008-11:
4. Poul Michelsen – úr Fólkaflokkinum
í Framsókn (sum hann stovnaði). Varð
valdur.
5. Sjúrður Skaale – úr Tjóðveldinum í
Javnaðarflokkin. Varð valdur í Fólka
tingið. Stillaði ikki upp til Løgtingið.
2004-08:
6. Karsten Hansen – úr Tjóðveldi í
Miðflokkin. Varð valdur.
7. (Heðin Mortensen – í býráðnum
í Havn, 1. varamaður á tingi) úr
Sambandsflokkinum í Javnaðar
flokkin. Stillaði ikki upp til løgting
svalið í 2008.
2002-04:
Eingin
1998-02:
8. Helena Dam á Neystabø – úr
Sjálvstýrisflokkinum í Javnaðar
flokkin, hon fall.
1994-1998:
9. Kristian Magnussen – úr Verka
mannafylkingini í Javnaðarflokkin.
Varð valdur
10. Karl Robert Johansen – úr Verka
mannafylkingini í Javnaðarflokkin.
Fall.
11. Finnbogi Arge – úr Sambands
flokkinum í Fólkaflokkin. Fall
12. Jákup Olsen – úr Kristiliga Fólka
flokkinum Føroya Framburðs- og
Fiskivinnuflokki í Fólkaflokkin. Fall
1990-94:
13. Lasse Klein úr Sjálvstýrisflokkinum
í Kristiliga Fólkaflokkin Føroya
Framburðs- og Fiskivinnuflokk. Varð
valdur.
14. Tordur Niclasen úr Kristiliga
Fólkaflokkinum Føroya Framburðs-
og Fiskivinnuflokki í Miðflokkin. Varð
valdur.
1988-90:
Eingin
1984-88:
15. Adolf Hansen – úr Kristiliga
Fólkaflokkinum Føroya Fram
burðs- og Fiskivinnuflokki í Fram
sóknarflokkin, sum hann stovnaði.
Hann fall.
1994-1998:
8. Kristian Magnussen – úr Verka
mannafylkingini í Javnaðarflokkin.
Varð valdur
9. Karl Robert Johansen – úr
Verkamannafylkingini í Javnaðar
flokkin. Fall.
10. Finnbogi Arge – úr Sambands
flokkinum í Fólkaflokkin. Fall
11. Jákup Olsen – úr Kristiliga Fólka
flokkinum Føroya Framburðs- og
Fiskivinnuflokki í Fólkaflokkin. Fall
1990-94:
12. Lasse Klein úr Sjálvstýrisflokkinum
í Kristiliga Fólkaflokkin Føroya
Framburðs- og Fiskivinnuflokk. Varð
valdur.
13. Tordur Niclasen úr Kristiliga
Fólkaflokkinum Føroya Framburðs-
og Fiskivinnuflokki í Miðflokkin. Varð
valdur.
1988-90:
Eingin
1984-88:
14. Adolf Hansen – úr Kristiliga
Fólkaflokkinum Føroya Fram
burðs- og Fiskivinnuflokki í Fram
sóknarflokkin, sum hann stovnaði.
Hann fall.
MEIRA VANLIGT NÚ AT
TINGFÓLK SKIFTA FLOKK
At persónar fylla meira enn hugsjónir í føroyskum politikki hevur ført við sær, at tingfólk hava lættari við at skrifta flokk