Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 104 32 Edmund Joensen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Áhugavert verður at síggja, hvussu Javnaðarflokkurin fer at avreiða Ríkisfelagsskapin, nú veruligu krøvini frá Tjóðveldi og Framsókn koma á borðið. Javnaðarflokkurin hevur í val­ stríðnum sagt seg vera ein sam­ ríkisflokk, ið gongur inn fyri ríkis­ felagsskapinum. Flokkurin hevur eisini sagt seg vera ímóti yvirtøkum og ímóti at skerja ríkisveitingina. Hetta vallyftið skal nú standa sína roynd, og spurninguriner, um eitt álvarsligt lyftisbrot kemur til sjónar, tá og um ein samgonga spyrst burtur úr samráðingunum, ið nú fara fram. Stórt trýst á Aksel Aksel V. Johannesen er undir stórum trýsti frá Tjóðveldi og Framsókn. Vit kenna øll krøvini frá fullveldisflokkunum. Saman við fólkatingsmanni Javnaðarfloksins, sum framvegis er loysingarmaður, vilja fullveldisflokkarnir hava eina grundlóg fyri Føroyar, ið skal standa oman fyri verandi ríkisgrundlóg. Gerst hetta veruleiki, og tað er nógv, ið bendir á tað, so er tað ein de facto loysing – og hon kemur inn gjøgnum bakdyrnar. Eisini vilja víðgongdu flokkarnir trýsta á fyri at fremja yvirtøkur og harvið eisini skerja tryggastu inntøku Føroya: Ríkisveitingina. Hagtøl frá seinastu mongu árunum vísa, at tá ið Tjóðveldi kem­ur fram at valdinum í Føroyum, økjast útreiðslur og skuld í stórum, sam­ stundis sum tryggastu inntøkurnar verða skerdar. Líkindi er til, at hetta fer at henda aftur nú. Víðgongdastu seta dagsskránna Tað, sum henda nýggja full­veldis­ samgongan neyvan fer at fremja, er at útvega fríari atgongd til ES-marknaðin fyri føroyskum fiskavørum. Fríari marknaðaratgongdin, har ið er burt­ur, er fortreytin fyri veruligan búskaparvøkstur og nýggj arbeiðs­ pláss í Føroyum. Øll vita, at bæði Tjóðveldi og Framsókn vilja hava loysing, áðrenn nakað munagott verður gjørt í okk­ ara landi. Tey billa føroyingum inn, at EFTA-limaskapur er eitt slag av búskaparligum paradísi fyri Før­ oyar, hóast EFTA ikki er fyri fiski­ vinnulond. Gongda leiðin er at sam­ ráðast við ES um fríhandil. Tí stendur nógv á Javnaðar­ flokk­inum í hesum døgum. Sera sann­líkt er, at hann er noyddur at bakka fyri teimum mest víðgongdu í fullveldisflokkunum. Alternativið hjá Javnaðar­ flokk­inum er at skipa eina trygga samgongu saman við Sam­bands­ flokkinum. Vit eru ein veruligur ríkis­ felagsskapsflokkur, og vit vilja økja útflutningsvirði Føroya við munandi betri ES-marknaðaratgongd. Við Tjóðveldi og Framsókn fylgja fleiri rokningar til føroyingar, men saman við Sambandsflokkinum verður Javnaðarflokkurin við til at skapa fleiri inntøkur og meira væl­ ferð til øll í Føroyum. Valið átti at verið lætt. Illa kroystur Javnaðarflokkur Lítil ivi er um, at Javnaðarflokkurin, ið sigur seg vera samríkisflokk, nú er í ferð við at avreiða ríkisfelagsskapin við at góðtaka krøv frá Tjóðveldi og Framsókn um føroyska grundlóg, yvirtøkur og at skerja tryggastu inntøkuna. Zakarias Wang 1. september høvdu vit løgtingsval. Tingmannatalið er 33, og flokkarnir eru 7. Tveir av flokku­ num, Miðflokkurin og Framsókn, fingu óbroytt tingmannatal, tvey umboð hvør, Av hinum fimm fóru tríggir fram, Javnaðarflokkurin við tveimum sessum til átta, Tjóðveldi við einum fram til sjey, og Nýtt Sjálvstýri somuleiðis við einum til tvey. Tveir flokkar fóru aftur við tveimum um­ boðum hvør. Sambandsflokkurin minkaði frá 8 til seks, og sama lagna var Fólkaflokkinum fyri. Nú skal tingið koma saman at velja løgmann, sum síðan velur sínar landssstýrismenn. Neyðugt er við samgongu millum fleiri flokkar fyri at fáa meiriluta. Hetta er tó ikki sum at siga tað. Í tinginum eru tveir vinstrahallir flokkar, Javnaðarflokkurin og Tjóð­ veldisflokkurin. Teir høvdu báðir framgongd á valinum, men hava tó bert 15 av 33 tingmonnum. Í tinginum ræður meirilutin, og teir høgrahallu flokkarnir hava 18 tingmenn og teir kunnu ráða um teir tíma. Hin andsøgnin í føroyskum politikki er millum teir sjálvstýrishallu og teir ES-hallu. Á hesum vali fingu teir ES-hallu óbroytta umboðan, 14 av 33. Sambandsflokkurin misti tveir til Javnaðarflokkin, sum vann hesar tingmenn uppá at vera enn betri ES-flokkur enn Sambandsflokkurin. Tað er tí framvegis ein meiriluti av sjálvstýrishallum umboðum í ting­ inum, 19 tingmenn. Nú hevur formaður Javn­aðar­ floksins fingið tann setning at kanna um hann kann fáa eina meirilutasamgongu í lag. Hetta vil siga, at tann flokkur, sum hevur vunn­ið valið upp á at vera tann mest ES-halli, skal stýri einum løgtingi við einum stórum sjálvstýrishallum meiriluta. Samstundis skal hann sum vinstrahallur flokkur stýra einum løgtingi við einum høgrahallum meiri­luta. Sjálvandi ber hetta til, men eyð­ sæð er, at her er neyðugt at lora nógv. Fyri at stýra verður neyðugt hjá Javnaðarflokkinum at laga seg til tann politiska veruleika, sum er á tingi og reka ein politikk, sum bæði hóvar tí høgrameiriluta og tí sjálvstýrismeiriluta, sum har er. Javnaðarflokkurin noyðist at sleppa sínum vinstrahallu vallyftum fyri at fáa og varðveita valdið. Ikki kann útilokast, at flokkurin megnar tað, tí formaðurin vísti eitt nú tá hann avtók sjúkrakassarnar, sum í sínum uppruna vóru hjartabarnið hjá arbeiðararørsluni, at hann kundi sleppa vinstrapolitikki upp á fjall tá tað hóvaði honum. Tað kann heldur ikki útilokast, at hann eisini kann koma heilskapaður burtur úr at reka sjálvstýrispolitikk um so er at hann harvið kann fáa og varðveita valdið. Eftir stendur at síggja hvat ið nú hendir, og enn er alt á bráðpannuni. Løgtingsvalið 1. september Johan Mortensen Enn grør um gang­ andi gastronomiska fót okkara. Í farna mán­aði var stak væl­eydnadað Summ­ ar­lamb tiltakið í Áarstovu, har focus var á føroyska summarið. Lomb úr Saksun saman við grønmeti av Sandoynni og úr Sandavági góvu gestunum eina sera stóra smakkuppliving. Summ­ar­ lambið er longu á skránni fyri næsta ár! Nógvir føroyingar, sum hava verið í Fraklandi, kenna heitið »fruites de mere« havsins skeljafruktir! Føroyar eru vælsignaðar við nógvum skeljum og skeljafiski og tann 25. sept verður eitt Skeljakvøld á Barbaru, har borð­ reitt verður við alskyns skeljum, hitt fyrsta føroyska »Fruites de Mere« sam­an við við fínum víni. Hálvan september kemur Magnus Heinason av Føroya Banka av reglu­ ligu heystkanningini. Verður nakar toskur at fáa – hvat vit inniliga vóna – verður hann flaktur uttan fyri Áarstovu og síðani saltaður og nýttur til eitt Bacalao kvøld á Bar­baru í november. Tá Føroyar var ein saltfiskatjóð – kend um alt Miðarahavið - útfluttu vit sløk 60.000 tons! Í dag liggja vit um 5.000 tons! Vit mugu halda lív í hesum vinnivegi. Í oktober verða vælumtókti heyst­ ardagarnir á Áarstovu, har føroyska heystið og slaktið seta dagsskránna. KOKS, gastronomiska flaggskip okkara, er altíð ein fragd at gista. Vit eiga at vera errin av, at Havnin hevur eina matstovu, sum telist millum bestu matstovur í Skandinavia. Tað hevur verið ein sonn fragd at líða á Jóan Paula Joensen og Kára Sólstein í Útvarpinum, takk fyri tit báðir, tit ríka gastronomisku Føroyar. Okkara taraserfrøðingur, Agnes Mols Mortensen, sigur mær, at á jóan­søku blómar tarin við Føroyar. Hetta stóra tilfeingi, sum vit júst nú eru byrjað at geva ans í størri mun. Kanska verður eitt tarakvøld á Barbaru næsta summar? Tað er mín vón, at nýggja lands­ stýrið veruliga gevur okkara mat­ stovu­vinnu góðar sømdir, so hon kann blóma, »gastro-ferða­manna­ vinnan« er í risa vøkstri eisini her á landi. Tað ljóðar at SMS nú sleppur at selja heimskendu Arla-Unika ostarnar, sera áhugavert, og so er at vóna, at teir skjótt sleppa at selja vín og øl samanvið! Heystið sær spennandi út! Gastronomiski kalendarin KJAK