hósdagur 10. september 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 104
33
Tíðaravmarkaða starvið sum verkætlanarleiðari fyri undirstøðu
kervispartin av verkætlanini Fargen – genom føroyinga – verður
lýst leyst at søkja. Verkætlanarleiðarin skal standa fyri at fremja
arbeiðið at menna ein infrastruktur fyri genomanalysu í Føroyum.
Tíðaravmarkaða hálvtíðarstarvið sum samskipari til verkætlanina
Fargen – genom føroyinga – verður við hesum lýst leyst at søkja.
Samskiparin skal standa fyri arbeiðinum at kunna um Fargen
verkætlanina, og at útvega fólk at luttaka í verkætlanini.
Verkætlanin byrjar sum skjótast og heldur áfram til juli 2017.
Bakgrund og endamál
Til at menna granskingarundirstøðukervið hjá Ílegusavninum,
soleiðis at nýggir møguleikar fyri nútíðar genomgransking av
føroyska fólkinum kunna fremjast í framtíðini, er ætlanin við hesi
verkætlan at gera eitt savn í vevnaðarskránni við talgildum DNA,
tvs. lisnum, ikki hagfrøðisliga greinaðum, genomun hjá 1500
føroyingum. Í fyrsta umfari verður bert kemiska analysan av arva
stronginum gjørd, men kannað verður ikki, hvat kemisku úrslitini
siga um sjúkur og eginleikar. Arvastrongurin er samansettur av
fleiri milliónum basupørum, sum seinni skulu greinast fyri at geva
meining. Tey kemisku úrslitini verða goymd í Ílegusavninum sum
ikki hagfrøðisliga greinaðar fílur á harðdiskum. Upplýsingarnar í
hesi skrá eru vardar soleiðis, sum lógin ásetur, at ílegur eiga at
verða vardar. Fyri tey, sum játta at verða við í verkætlanini, merkir
tað, at tey skulu lata eina blóðroynd. Tey fáa onga vitan aftur um
kemisku analysurnar, fyrr enn tey møguliga verða boðin at luttaka
í eini granskingarverkætlan. Tað merkir, at tey, sum játta, kunnu
fáa fleiri fyrispurningar um at luttaka í granskingarverkætlanum,
og avgerða tey sjálvi, um tey vilja at luttaka.
Um starvið sum verkætlanarleiðari
Hevur tú førleika, áhuga og hegni at átaka tær starvið sum
verkætlanarleiðari og virka fyri at menna verkætlanina, so hevur
tú møguleika at søkja starvið sum verkætlanarleiðari fyri Fargen
verkætlanina. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Verkætlanarleiðarin hevur ábyrgdina av:
• at genom sekventeringin verður framd,
• at verkætlanin verður gjøgnumførd á høgum fakligum stigi,
• leiðsluni av analysuarbeiðinum,
• at luttaka í sjálvum analysuarbeiðinum.
Verkætlanarleiðarin vísir til vísindaliga leiðaran, sum vísir til
stjóran á Ílegusavninum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hóskandi kandidatútbúgving innan
náttúru vísind ella heilsuvísind, við serfrøði í molekylær biologi
og haraftrat helst hava eina PhD. útbúgving. Starvsroyndir innan
ílegu og genomkanningar eru ein fyrimunur.
Um starvið sum kunningarsamskipari
Hevur tú førleika, áhuga og hegni at átaka tær starvið sum
kunningarsamskipari og virka fyri at menna verkætlanina, so
hevur tú møguleika at søkja starvið sum samskipari fyri Fargen
verk ætlanina. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Samskiparin hevur ábyrgdina av:
• kunning og samskifti við einstaklingar, sum umhugsa at luttaka
í verkætlanini, soleiðis at luttakarar verða førir fyri at kunna
geva “kunnað samtykki”.,
• tað at útvega fólk til at luttaka í verkætlanina
• at gera kunnandi tilfar til heimasíðuna, serliga ætlað luttakarum,
• at menna vitan og kunning innan etisku, løgfrøðiligu og sosialu
viðurskiftini knýtt at arbeiðinum at menna ein infrastruktur fyri
genomanalysu í Føroyum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu helst hava eina hóskandi hægri útbúgving.
Góður kunnleiki til skrivligt og munnligt føroyskt og enskt er
týdningarmikið. Starvsroyndir innan samskifti við og kunning av
sjúklingum og viðskiftafólkum eru ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið er Ílegusavnið. Tann, ið settur verður, eigur at tola
broytingar í starvinum. Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum við
mælum skal verða Ílegusavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin
14. september 2015.
Umsóknin verður stílað til:
Ílegusavnið, J.C. Svabosgøta 43, 100 Tórshavn ella við tposti:
director@biobank.gov.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til
Guðrið Andorsdóttir, stjóra, tlf. 591020 ella Pál Weihe, yvirlækna,
tlf. 216696.
Tíðaravmarkað starv sum verkætlanarleiðari til Fargen verkætlanina
Tíðaravmarkað hálvtíðarstarv sum samskipari til Fargen verkætlanina
Verkætlanarbygnaður
Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við Ílegusavnið um at hýsa og fremja Fargen verkætlanini. Stjórin á Ílegusavninum (Guðrið Andorsdóttir) hevur ábyrgdina
av verkætlanini. Hini í verkætlarnarstjórnini eru kliniski ábyrgdarhavin (Bjarni á Steig, yvirlækni) og vísindaligi leiðarin (Professor Pál Weihe, yvirlækni).
Verkætlanin verður stýrd og fylgd av einum stýrisbólki, sum skal tryggja, at virksemi í verkætlanini er í tráð við føroyska lóggávu, at virksemi verður framt á
høgum fakligum stigi, og at støða verður tikin til etisk viðurskifti. Haraftrat skal stýrisbólkurin tryggja, at verkætlanin er grundfest í føroyska granskingar
umhvørvinum við tí endamáli at avkastið av verkætlanini verður so stórt sum gjørligt fyri Føroyar.
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Vísindastarvsfólk á
Fróðskaparsetri Føroya
Á Megindeildini fyri hugvísindi,
samfelagsvísindi og námsvísindi er
adjunkt- ella lektarastarv leyst at søkja.
Starvið fevnir um gransking og undirvísing
innan føroyska lóg. Undirvísingin er
í stakskeiðum á bachelorstigi og á
masternámi í løgfrøði.
Sí nærri lýsing á www.setur.fo.
Eysturoyar apotEk
søkir eftir tveimum farmakonomum fyri starvsfólk
í barnsburðarfarloyvi 40 tímar um vikuna ( ella
eftir avtalu ) til 31. januar 2016 við byrjan skjótast
til ber.
Vit vænta:
at tú ert fakliga væl fyri
at tær dámar at avgreiða viðskiftafólki
at tú hevur góð samarbeiðsevnir
at tú ert jalig/ur og ein góð/ur starvsfelagi
at tú ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur
at tú møtir væl upp
Arbeiðsøkið er skranki/reseptur
Løn eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
farmakonomfelagið.
Meira fæst at vita við at venda sær til apotekið á
tlf. 473400 og spyrja eftir Petsy Midjord, leiðandi
farmakonomi, ella senda teldupost til petsy.
midjord@apotek.fo
Skrivlig umsókn, saman við famakonomprógvi,
CV og møguligum ummælum, skulu sendast til:
Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6
FO – 620 Runavík
Teldupostadr. eysturoyar@apotek.fo
Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | 110 Tórshavn | Tel 344000 | www.formula.fo
Starvsfólk
til kantinuna
hjá Formula
Søkt verður eftir starvsfólki at byrja beinan vegin til at
taka sær av kantinu okkara. Starvið er 30 tímar um vikuna
og er tíðaravmarkað til 1. apríl 2016.
Starvið umfatar: Innkeyp, lættari matgerð av sunnum kosti,
seta fram, rudda av og líknandi.
Royndir og møgulig útbúgving innan økið er ein fyrimunur,
men ikki ein treyt.
Meira fæst at vita við at venda sær til Árna Arge á telefon
344 000.
Umsóknarfreistin er 21. september 2015. Umsóknin skal
sendast til teldupost aa@formula.fo