hósdagur 10. september 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
36
Ikki við: Hørður Askham
(lærkrikin, restina av árinum)
Viðaftur:
Trygvi Askham (leikbann),
Róaldur Jakobsen (leikbann)
og Philip Lund (baklær)
Ikki við: Pál M. Joensen
(knæið, langtíðar skaddur),
Arnbjørn T. Hansen (knæið,
langtíðarskaddur) og
Andrew av Fløtum
(hælsinan, óvist)
Ivasamir: Jóhan Troest Davidsen
(brok) og Poul Ingason (fóturin)
Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus
(Økslin, úti restina av árinum),
Hanus Jacobsen (Knæskaði,
úti restina av árinum),
Bárður J. Hansen (Knæskaði,
úti restina av árinum) og
Filip Djordjevic (Knæskaði,
úti restina av árinum)
Ikki við: Andras Frederiksberg
(lærkrikin, restin av árinum) og
Árni Frederiksberg (leikbann)
-
Jóannes Hansen
S
unnudagin verður av álvara
farið undir endaspurtin í
heimligu landskappingini.
Seinastu dagarnar hevur
fokus verið á landsdystunum. Mána
kvøldið tapti A-landsliðið 1-0 í Finn
landi, og týskvøldið tapti U21-lands
liðið 3-0 í Finnlandi.
Næstsíðsta vikuskifti vóru fýra
dystir í landskappingini. Tá mundi
mest fokus vera á steypafinaluni,
tá ið Víkingur fjórða árið á rað vann
steypafinaluna.
Tað vikuskiftið var tað annars
merkisvert, at B36 styrkti um sína
støðu sum FM favorittur, og at tað
nú eru átta stig aftur til NSÍ, sum
er næsti avbjóðarin, um tað nú er
rímiligt at tosa um avbjóðara. Tað er
eisini merkisvert, at bæði AB og FC
Suðuroy vunnu á útivølli. Hesi bæði
liðini kappast um at sleppa undan
niðurflyting, og sunnudagin hittast
tey á Argjum.
EB/Streymur er ástøðiliga ikki
flutt niður, men í veruleikanum
slepst ikki undan niðurflyting. Nú
tað resta fýra umfør er EB/Streymur
tólv stig aftanfyri AB og FC Suðuroy,
og málmunurin er -47 verri enn tann
hjá FC Suðuroy og -19 sammett við
tann hjá AB.
Altjóða avbjóðingarnar
At bæði A og U21 landsliðini vóru í
eldinum í Finnlandi mánakvøldið og
týskvøldið ber við sær, at fyrireik
ingarnar í feløgunum undan 24. um
fari hava ikki verið optimalar, tí fleiri
av bestu spælarunum ikki vóru við í
venjingunum fram til í gjárkvøldið.
Í blaðnum mikudagin varð lands
dysturin og 1-0 tapið í Finnlandi mána
kvøldið viðgjørdur. U-21 landsliðið
tapti týskvøldið so ruddiliga 3-0. Øll
málini vórðu skorað innanfyri eitt
korter seinnapartin av 1. hálvleiki.
Eli Hentze, sum saman við Bill
McLeod Jacobsen hevur ábyrgdina
av U-21 landsliðnum, segði m. a. hetta
eftir dystarlok týskvøldið:
– Finnlendingarnir vóru góðir
undan steðginum, og vit vóru ikki
góðir í 1. hálvleiki, tá ið vit høvdu
stórar trupulleikar av, at tað gekk so
skjótt fyri seg. Vit vóru ikki ovfarnir,
tí vit høvdu fyrireikað okkum væl.
Eftir steðgin sá tað betri út, og vit
fara við góðum treysti undir næstu
uppgávuna út frá tí, sum vit sóu eftir
steðgin. Veruleikin er, at mótstøðu
menninir eru føddir í 1994 og 1995,
meðan onkrir av okkara eru føddir
í 1997. Vit skulu vera likamliga betri
fyri, og so skulu vit – soleiðis sum tað
seinastu tíðina hevur verið fokuserað
á besta landsliðnum hjá okkum – vera
betri at hava bóltin og ikki missa
hann so skjótt, tí vit gera óneyðug
mistøk, sigur Eli Hentze.
Hann heldur, at tað sást, at finska
liðið hevur spælt saman í umleið
tíggju dystum, meðan hetta var
annar dysturin hjá nýggja føroyska
liðnum. Eli Hentze vísir eisini á, at
føroyska liðið kundi verið betri fyri.
At tað er lítið at taka av ber við sær,
at eitt nú Brandur Hendriksson og
Sonni Ragnar Nattestad, sum hava
aldur at spæla á U-21 landsliðnum,
longu eru á besta landsliðnum.
Næsta avbjóðingin hjá U-21 lands
liðnum verður stór. Mánadagin 12.
oktober verður tað á heimavølli ímóti
Týsklandi.
EFFO plássið
stendur upp á spæl
AB - FC Suðuroy Petur Reinert
Sunnudagin klokkan 15.00
Verður steðgurin hjá FC Suðuroy í
bestu deildini bara eitt ár, ella verður
tað AB,sum eftir í hesum umfarinum
at hava verið í fremstu røð í trý ár,
skal niður aftur í næstbestu deildina
at venda.
Sunnudagin hittast hesi bæði
liðini á Argjum, og úrslitið verður
avgerandi fyri, um annað ella hitt liðið
skal flyta niður. Undan 24. umfari
hava bæði liðini 19 stig. Málmunurin
hjá AB er -8, og málmunurin hjá FC
Suðuroy er -27. Tískil er tað trýst á FC
Suðuroy at vinna fulla úrtøku í úti
dystinum á Argjum.
Felags fyri bæði liðini er, at tey
vunnu í 23. umfari. FC Suðuroy vísti
fínan hugburð við Margáir, tá ið tað
eydnaðist at vinna 5-3 ímóti EB/
Streymi, sum tríggjar ferðir var á
odda.
AB avrikið var ikki minni merkis
vert, tá ið tað eydnaðist at vinna
sannførandi 3-1 sigur á KÍ í Klaksvík.
– Talan verður um avgerandi
uppgerð. Hugburðurin hjá okkum
er góður, og vit hava framvegis mót
um, at tað skal eydnast at varðveita
plássið í bestu deildini. Tað er ein bági
fyri okkum, at fleiri av spælarunum
ikki venja saman við okkum í Vági.
Tað kemst av, at teir eru í Havnini. Tað
er gott fyri okkum, at teir fáa loyvi at
venja saman við teimum næstbestu
hjá B36 og saman við Giza/Hoyvík,
men tað er ikki optimalt, at vit ikki
allir hava møguleika at venja saman,
sigur venjarin hjá FC Suðuroy Jón
Pauli Olsen.
Tað sigur seg sjálvt, at lagið er gott
í AB. Eftir tveir sigrar á rað – ímóti TB
á Argjum og so í Klaksvík – er sjálv
sálitið størri, og tað sæst á undir
tøkuni millum áskoðararnar, sum
vóru nógvir og mælskir í Klaksvík,
har spælið var gott í 2. hálvleiki.
– Nú er støðan soleiðis, at tað er
upp til okkum sjálvar at gera av, um
vit skulu varðveita plássið í bestu
deildini. Eftir katastrofalt vánaligt
avrik í Gundadali ímóti HB hava
spælararnir tvær tær síðstu ferðirnar
víst framúr hugburð, og spælið er
batnað. Eg eri fullvísur í, at teir ímóti
FC Suðuroy fara at leggja so nógv í,
at teir við góðari samvitsku kunnu
hyggja hvønn annan og áskoðararnar
í eyguni, tá ið dómarin hevur bríkslað
fyri síðstu ferð. So fáa vit at síggja,
hvussu langt tað røkkur, men vit ætla
okkum at vinna, sigur AB venjarin
Sámal Erik Hentze.
Orsaka av knæskaða er Bárður
Olsen givin. Fýra spælarar – Beinir
Ellefsen, Rógvi Poulsen, Dion Splidt
og Hørður Askham – eru farnir av
landinum í lestrarørindum:
– Talan er um finalu sunnudagin.
Rógvi Poulsen og Dion Splidt koma
heim, og teir steðga, inntil næsta
vikuskifti, tá ið vit skulu spæla ímóti
ÍF, sigur Sámal Erik Hentze.
NSÍ hyggur eftir gullinum
NSÍ - HB Lars Müller
Sunnudagin klokkan 15.00
Undan kappingarbyrjan varð HB
roknað at vera FM favorittur. Undan
summarsteðginum var NSÍ topplið
og harvið fremsta boðið upp á at
vinna meistaraheitið.
Nú snýr kappingin hjá NSÍ seg um
at varðveita silvurplássið og at taka
við møguleikanum at spæla um FM,
um tað skuldi víst seg, at B36 kiksar.
Hjá HB snýr kappingin seg um at
varðveita fjórða plássið og harvið
møguleikan næsta summar at lut
taka í europeisku kappingini.
– Tað eru átta stig fram til B36, og
tað eru tólv stig eftir at spæla um.
Vit fokusera á okkara avbjóðingar, og
sjálvandi fylgja vit við í, hvussu tað
gongur hjá B36. Nú fáa vit vitjan av
HB, og tað verður stór avbjóðing, sigur
liðformaðurin á U-21 landsliðnum,
Haraldur R. Højgaard, sum saman við
fleiri liðfeløgum hevur verið burtur
frá venjingum.
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur Møguleiki er fyri, at tað longu sunnudagin verður avgjørt, at B36
vinnur FM, og at FC Suðuroy ella AB fer at flyta niður saman við EB/Streymi
Upptakt til Effodeildina
ítróttur
FM og niðurflyting
avloysa altjóða
avbjóðingar
B36 kann gerast FM vinnari
longu sunnudagin, við sigri
á TB, samstundis sum NSÍ
ikki fær fult móti HB.