Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. september 2015 sosialurin 104 37 Ikki við: Mayowa Oladele Alli (givin í KÍ), Sørmundur Kalsø (skaddur í økslini) og Páll A. Klettskarð (langtíðarskaddur) Ikki við: Adeshina Lawal (Fiburspreinging, 2-3 vikur) og John Daniel Guðjónsson (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Ikki við: Beinir Ellefsen (burtur­ staddur fyri árið), Hørður M. Mohr (b.st. fyri árið), Bárður Olsen (knæið, restina av árinum) og Sorin Anghel (ryggurin) Ivasamir: J. Drangastein (lærkr.) Við aftur: Jógvan Skeel Nolsøe (leikbann), Rógvi Poulsen og Dion Splidt (heim úr DK til dystin) Ivasamir: Jonas Gejel Hansen (knæskaði) og Kofi Appiah (arbeiðs- og uppihaldsloyvi vantar) Allir mans tøkir Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen hava verið upptiknir av A-landsliðnum, og umframt Harald R. Højgaard hevur Hákun Edmundsson verið burtur frá venjing orsaka av U-21 landsliðnum. Í HB var tað stórt vónbrot, at tað fyri tveimum vikum síðani ikki eydn­ aðist at vinna á B36. – Teir øktu til 2-0 dygst undan steðg­inum. Vit minkaðu um munin, tá ið ein tími var farin, og eg eri væl nøgdur við, at spælararnir vístu góðan hugburð í 2. hálvleiki, tá ið vit strídd­ust fyri at javna. Tíverri eydnaðist tað ikki, men vit hava arbeitt væl undir venjingunum, og vit fara til Runavíkar við vón um, at tað skal eydnast at vinna, sigur HB venjarin Milan Cimburovic. HB plagdi at vera felagið, sum átti flestu landsliðsspælararnar. Soleiðis er tað ikki longur. Teitur Matras Gestsson og Fróði Benjaminsen hava verið í Finnlandi við A-landsliðnum og Bartal Wardum við U-21 lands­ liðnum. ÍF hýrurin skal verða betri ÍF - KÍ Eiler Rasmussen Sunnudagin klokkan 15.00 Týskvøldið visti in.fo at siga, at Jákup Mikkelsen nú hevur ábyrgdina av ÍF liðnum. Jákup er væl kendur í Fugla­ firði. Tá ið hann síðsta heyst bað far­ væl, hevði hann verið ÍF málverji í fimm ár. Fyrsta avbjóðingin hjá nýggja venj­aranum verður ímóti barndóms­ felag­num KÍ. – Vit skulu venja saman fyri fyrstu ferð í kvøld. Nevndin hevur heitt á meg, og at eg havi tikið hetta upp á meg í tríggjar vikur kemst av, at eg – eftir at hava spælt saman við hesum monn­unum í fleiri ár – veit, hvat teir eiga at megna. Mín setningur verður at fáa teir at vera í góðum hýri og at trúgva upp á evnini, sum eg veit, at teir eiga, segði Jákup Mikkelsen seinna­partin ígjár. Jákup var millum eygnavitnini við Stórá í Trongisvági, tá ið ÍF ímóti TB í 91. minutti misti 1-0 leiðsluna. Merkis­ vert var tað ta ferðina, at Karl Løkin, sum hevur verið roknaður at vera stuðuls­spælari á miðvøllinum, og lið­formaðurin Fritleif í Lambanum alla tíðina sótu á beinkinum. KÍ hevði fyri tveimum vikum síð­ ani gyltan møguleika at taka fjórða plássið frá HB, sum tapti granna­ upp­gerðina ímóti B36. Klaksvíkingar tóku ikki av. Avrikið á heimavølli ímóti AB, sum fór avstað við 3-1, sigri var ikki sannførandi, og nú er takið hjá Mikkjali Thomassen at fáa sínar menn at vísa betri hugburð og at fáa nakað burtur úr evnunum. Jóannes Bjartalíð og Tórur Justesen hjá KÍ og Leivur Joensen og Poul Nolsøe Mikkelsen hava verið í Finn­landi við U-21 landsliðnum. ÍF vann í sætta umfari 3-1 á heima­ vølli ímóti KÍ. Tá ið liðini hittust í Klaksvík á norðoyastevnu, endaði tað við málleysum javnleiki. Eingin gummiroykur í Gundadali B36 - TB Benjamin Leander (DK) Sunnudagin klokkan 15.00 Um tað gongur heilt eftir vild hjá B36, so verður FM heitið longu sunnu­ dagin veruleiki. Soleiðis verður tað, um B36 vinnur fulla úrtøku imóti TB, og um NSÍ ikki megnar fulla úrtøku ímóti HB. Tað resta fýra umfør, og tað eru átta stig frá B36 og aftur til NSÍ. Um B36 vinnur trý stig, og tað endar javnt millum NSÍ og HB, so verður munurin millum tvey tey ovastu tíggju stig undan trimum teimum sein­astu umførunum. – Vit fokusera á okkara uppgáva ímóti TB, sum vit fyrr í summar hava vunnið tvær ferðir ímóti. Spælararnir vita, at talan verður um torføra av­ bjóð­ing, og eg rokni avgjørt við, at teir fara at vísa sama hugburð, sum teir vístu, tá ið vit fyri tveimum vikum síðani vunnu 2-1 ímóti HB. Tá spældu vit væl í 1. hálvleiki, og tá ið HB spældi betri eftir steðgin, so stríddust okkara framúr væl, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Tú ert ikki bangin fyri gummi­ beinum? – Soleiðis verður altíð spurt fram ímóti kappingarenda. Higartil hava spælararnir verið framúr fokuseraðir, og tað eru teir eisini í fyrireikingunum til hesa avbjóðingina. TB hevur ikki vunnið fulla úrtøku seks tær seinastu ferðirnar. Síðani 3-2 heimasigurin ímóti EB/Streymi 27. juni hevur úrtøkan verið fýra javn­leikir og tvey tap. Av teimum 23 dyst­unum hjá TB eru tólv endaðir við javn­leiki! B36 venjarin hevur verið burtur­ staddur eina viku í lands­liðs­steðg­ inum. Jónas þór Næs, Odmar Færø, Tórður Thomsen og Róaldur Jakobsen vóru í A-landsliðshópinum, og Gestur Bogason Heinesen og Benjamin Heinesen hava verið við U-21 lands­liðnum. Hjá TB hava Teitur Olsen og Jonas Gejel Hansen hava ver­ið upp­tiknir á U-21 landsliðnum. Steypaliðið haltar illa EB/Str. - Víkingur Rúni Gaardbo Sunnudagin klokkan 15.00 Við trivaligum og sannførandi sigri í steypafinaluni ímóti NSÍ næstsíðsta viku­skifti tryggjaðu Sigfríður Clementsen og hansara menn sær lut­tøku í europeisku kappingini næsta summar. Hóast skaðalistin í Sarpugerði er langur, so sigur støðutalvan, at tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki verður Víkingur, sum sunnudagin fer at vinna og harvið, at tað verður stað­fest, at tað næsta kappingarár ikki verður sunnudagsfótbóltur við Margáir. Tá ið liðini í 6. umfari hittust á sama vølli, vann Víkingur 2-1. Meðan allir EB/Streyma spæl­ arar­nir hava vant saman tvær tær sein­astu vikurnar, so hava fleiri Víkinga spælarar verið burturi við landsliðunum: Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen hava verið við A-landsliðnum í Finnlandi, og Elias Rasmussen og Gunnar Vatnhamar hava verið við U-21 landsliðnum. KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 23 16 6 1 52 19 +33 54 2 NSÍ 23 14 4 5 66 34 +32 46 3 Víkingur 23 12 8 3 59 30 +29 44 4 HB 23 9 9 5 33 28 +5 36 5 KÍ 23 9 7 7 40 34 +6 34 6 ÍF 23 5 10 8 38 45 -7 25 7 TB 23 4 12 7 31 39 -8 24 8 AB 23 3 10 10 28 36 -8 19 9 FC Suðuroy 23 5 4 14 32 59 -27 19 10 EB/Streymur 23 1 4 18 22 77 -55 7