hósdagur 10. september 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
38
ítróttur
Tróndur Arge – Vantaa, Finnland
F
øroysku U21 landsliðsspæl
ararnir fingu av álvara oyrini
í maskinuna, tá teir týsdagin
spældu móti finska U21
landsliðnum í EM undankappingini.
Longu í hálvleikinum var greitt, at
Finnland fór at vinna dystin. Spurn
ingurin var bara, um okkara kundu
bjarga æruni. Tað gjørdu teir í seinna
hálvleiki.
Finnland vann dystin 3-0.
Sterkir finnlendingar
Mótstøðuliðið hevði bara ein spælara
í hópinum, sum ikki var av elsta
árganginum, sum í hesum førinum
er 1994 og 1995. Hinvegin, so hevur
føroyska liðið fleiri spælarar, sum
eru føddir í 1996 og 1997.
Tað sást eisini aftur á vøllinum,
tí vertirnir vóru sterkari og betri
fyri enn okkara á felstu økjum. Mið
vøllurin tóktist sterkur á bóltinum,
meðan vengirnir vóru óvanliga skjót
ir eftir føroyskum mátistokki. Tað
merkir ikki, at hesin U21 árgangurin
ikki stendur mát við evnini á øðrum
árgangum, men í løtuni eri teir bara
ov ungir.
Neyvi vertir
Føroyska liðið kom til einar tveir
rímiligar møguleikar í fyrra hálvleiki,
men tað bleiv ikki umsett mál.
Í hinum endanum vóru finnlen
dingar neyvir. Fyrst gjørdu okkara
eitt býtt brotspark, sum finski lið
skiparin, Moshtagh Yaghoubi, um
setti til mál. Moshtagh Yaghoubi,
sum er føddur í Kabul í Afganistan,
var millum eyðsýntu spælararnar á
vøllinum.
Løtu seinni er verjan ikki upp á
pláss, tá finnlendingar fyrst stúta á
tvørtræið, og síðani senda returin í
mál.
Hesa løtuna var føroyska liðið um
ein háls. Serliga kviki høgri vongurin,
Pyry Soiri, var ringur at temja. Fimm
minuttir fyri hálvleik fer hann tví
sporandi til baklinjuna í høgru, og
leggur innfyri til Moshtagh Yaghoubi,
sum lættliga kundi avgera dystin.
Reistu seg í
seinna hálvleiki
Føroyska liðið reisti seg nakað í
seinna hálvleiki. Javnvág kom á
liðið og til tíðir sá gott út. Vit tordu
nú at taka tvídystirnar og bjóða av.
Í spælinum tordu vit at flyta bóltin
okkara millum. Tað sá betri út og
útskiftingarnar gjørdu eisini mun.
Serliga Bartal Wardum og Karstin
Højgaard vunnu nógvar av sínum
tvídystum, eftir at teir komu inn.
Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu
ferð stóð framvegis 3-0, men føroyska
liðið hevði fingið eitt sindur av upp
reisn. Tað hevur hetta unga liðið brúk
fyri, tí komandi dystirnir eru móti
londum sum Týsklandi, Russlandi
og Eysturríki.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Føroyska U21 landsliðið megnaði sjáldan at geva Finnlandi
mótstøðu. Finsku vertirnir skoraðu trý mál upp á eitt korter í fyrra hálvleiki.
Okkara lið er evnaríkt, men ikki til reiðar at hála stór úrslit heim
Fullu upp á eitt korter
Finnland – Føroyar 3-0 (3-0)
Leikvøllur: ISS-Vantaa, Finnland
1-0 Moshtagh Yaghoubi, 24
2-0 Simon Skrabb, 31
3-0 Moshtagh Yaghoubi, 39
Dómari: Alexandru Tean (Moldova)
Føroyar: 4-2-3-1:
Elias Rasmussen – Leivur Joensen, Teitur Olsen, Poul Nolsøe Mikkelsen,
Benjamin Heinesen – Bethuel Hansen, Haraldur R. Højgaard(liðsk)(Bartal
Wardum, 62.min) - Meinhard E. Olsen(Gestur Bogason Dam, 46.min), Hákun
Edmundsson, Jóannes Bjartalíð – Jákup Thomsen(Karstin Højgaard, 70.min)
Á beinkinum: Niklas Thomsen, Johan Gejel Hansen, Gunnar Vatnhamar, Tórur Justesen.
Venjari: Bill M. Jacobsen
Gul kort: Leivur Joensen, Haraldur R. Højgaard
Finnland: 4-4-2:
Otso Virtanen - Dani Hatakka, Joel Mero, Daniel O’Shaughnessy, Felipe Aspegren -
Pyry Soiri, Moshtagh Yaghoubi (liðsk), Glen Kamara(Armend Kabashi, 88.min), Fredrik
Lassas(Matti Klinga, 80.min) - Simon Skrabb, Youness Rahimi(Eero Tamminen, 68.min)
Á beinkinum: Frédéric Gotte, Nnaemeka Anyamele, Richard Jensen, Jerry Voutilainen.
Venjari: Tommi Kautonen
Gul kort: Simon Skrabb, Dani Hatakka
finnland
vs føroyar U21
Mynd: FSF