hósdagur 10. september 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. september 2015
sosialurin 104
39
ítróttur
spælarametingar
Elias Rasmussen: 3
Hevði einar tvær góðar bjargingar í
seinn hálvleiki og kom út til okkurt
innlegg. Kann ikki lastast fyri finsku
málini, men eitt yvir miðal avrik, so
hevði hann verið nærri onkrum av
teimum. Týdningarmkið, at Elias
frá komandi ári spælir fast í Effo-
deildini. Ella steðgar menningin hjá
honum upp.
Leivur Joensen: 2
Gjørdi brotsspark í fyrra hálvleiki
og var heppin ikki at blíva útvístur.
Er sterkur á bóltinum, men hevur
sínar veikleikar í verjuspælinum. Tað
kostar í einum slíkum dysti, men var
eisini um reppi at leggja upp til mál
fyri okkum.
Teitur Olsen: 4
Stóð seg væl í miðverjuni. Er sterkur í
tvídystinum og megnaði upp til fleiri
ferðir halda finska álopsspælarunum
vekk, tá teir skuldu framvið TB
verjuspælarunum. Spælir fast í TB
og tað hevur styrkt ungan miðverjan,
sum tykist hava eina bjarta framtíð.
Poul N. Mikkelsen: 4
Stóð seg væl í miðverjuni saman
við Teiti Olsen. Stóð ikki eins væl
í tvídystunum, men sum heild
var talan um eitt góðkent avrik í
miðverjuni, sjálvt um teir helst vóru
feilplaseraðir í 2-0 málinum.
Benjamin Heinesen: 2
Hevði úr at gera við at renna aftaná
Pyry Soiri, sum gav B36 spælarunum
høvuðbrýggj. Samansetingin við
Meinhardi á vinstra vongi riggaði
ikki, og tí kom Benjamin kanast í
størri trupulleikar enn avrikið boðar
frá. Sleppur illa upp í part í B36, og tað
sæst aftur á menningini hjá annars
evnaríka B36 spælarunum.
Betuel Hansen: 3
Er 97’ari, men fekk ein týdningar
miklan leiklut á U21 landsliðnum.
Spældi mitt á miðjuni við misjavnari
úrtøku. Var ov veikur í mun til full
vaksna miðvøllin hjá Finnlandi.
Vísti í løtum, at hann spælir á hægri
stigi enn flestu av liðfeløgunum. Ein
spennandi spælari, sum hevur evn
ini at mennast til ein profil á U21 í
framtíðni.
Hákun Edmundsson: 3
Í besta føri eitt miðal avrik. Vil nógv á
vøllinum og hevur verið ein profilur á
NSÍ liðnum fyrr í ár, men enn restar
nógv í. Megnaði ikki at seta seg í
gjøgnum á miðvøllinum, men hevur
evnini at blíva ein profilur á liðnum
til komandi ár - fyri ikki at tosa um
komandi undankapping.
Haraldur R. Højgaard: 2
Liðskiparin er ein buldribassi, sum
tað eisini er brúk fyri á liðnum. Stóð
sum so ikki veikari í myndini enn
hinir í fyrra hálvleiki, men gjørdi eitt
ógvisligt fríspark, sum í ringasta føri
kundi verið eitt reytt kort. Tí mátti
hann eisini skiftast út tíðliga í seinna
hálvleiki.
Jóannes Bjartalíð: 2
Fekk ikki nógv at arbeiða við, men
royndi í løtum at bjóða av. Onkuntíð
eydnaðist tað betri enn aðrar
ferðir. Er ein spennandi spælari,
sum er deiliga ótraditionellur eftir
føroyskum mátistokki. Torir at gera
tey óvæntaði tingini, men enn restar
nakað í, at hann klárar at gera mun
móti so sterkum U21 landsliðnum.
Meinhard E. Olsen: 2
Misti bóltin nakað lætt og tað kostaði.
Er væl fyri kropsliga. Tað megnaði
hann onkrar ferðir at brúka til sín
fyrimun í álopsstøðu. Er enn ov
ungur at byrja inni á U21 landsliðnum
– føddur í apríl í 1997 – so ungi
runavíkingur skal bara hava tíð, nú
hann er farin til Vendsyssel at spæla.
Jákup L. Thomsen: 4
Aftur ein 97’ari, sum enn hevur U19
aldur,. Men her er talan um ein
spælara, sum longu hevur evnini at
gera mun á U21 landsliðnum. Góðan
bóltførleika, góða fyrstu nerting og
tykist hava ferðina, sum skal til at
spæla sum áleypari. Spældi væl í
torførum umstøðum móti Finnlandi.
Spennandi spælari, sum hevur
sáttmála í FC Midtjylland.
Gestur B. Dam: 3
Kom inn á vinstra vong, so hann og
liðfelagin í B36, Benjamin Heinesen,
dekkaðu alla vinstru síðu. Hetta fekk
javnvág í, og Pyry Soiri fekk nógv
minni burtur úr í seinna hálvleiki.
Bartal Wardum: 5
Framúr innhopp frá HB spælarinum,
sum setti alt tað finska liðið upp á
pláss í luftspælinum. Gjørdi alt tað,
sum ein venjari kann forlanga av eini
innskifting. Stríddist fyri hvørjum
bólti, vann sínar tvídystir og tordi at
hava bóltin.
Karstin Højgaard: 4
Gjørdi tað eisini væl sum innskiftari.
Hetta er ein leiklutur hann eisini
rekur væl á Argjum. Kom inn við
nógvari orku og vann eisini fleiri av
sínum tvíystum. Fríkslig innhopp.
Bill M. Jacobsen: 3
Hevur truplar umstøður á U21
landsliðnum í løtuni, tí at kalla ongin
av hesum spælarum eru profilar í
Effo-deildini. Spælarar sum Poul
N. Mikkelsen(ÍF), Teitur Olsen(TB),
Hákun Edmundsson(NSÍ), Haraldur
R. Højgaard(NSÍ) og Jóannes Bjartalíð
(KÍ) spæla allar nógv, men ongin er
ein beinleiðis profilur í Effo-deild
ini. Spurningurin er um liðið í aðrari
samanseting hevði staðið seg betri,
men tað fáa vit so ikki at vita. Hetta
U21 landsliðið í løtuni er eitt menn
ingar landslið, sum ikki tykist hava
møguleikar at spæla fult upp í móti
sterkaru U21 liðunum.
Dómarin: Alexandru
Tean (Moldova) 4
Var góður við føroyska liðið í fleiri før
um. Bæði Leivur Joensen og Haraldur
R. Højgaard kundi báðir verið útvístir.
Hevði annars ikki trupult við at leiða
dystin.
trondur@sosialurin.fo
Tølini tala:
Finnland – Føroyar
Mál: 3 – 0
Skot: 14 – 2
Skot á mál: 6 – 1
Horna: 15 – 3
Rangstøða: 3 – 1
Gul kort: 2 – 2
Gjørd fríspørk: 21 – 14
Mynd: FSF