mánadagur 14. september 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er eingin umbering fyri ikki at hjálpa flóttafólki
Vit skulu halda høvdið
FØROYINGAR OG FLÓTTAFÓLK
Áki Bertholdsen
– Sjálvandi skulu vit hjálpa
Tað er tann krystallklári
boðskaðurin hjá Amnesty
International í Føroyum, nú
heimurin stendur í størstu
flóttafólkakreppu
síðani
annan heimsbardaga
Leygardagin skipaði ein
bólkur av einstaklingum fyri
upplýsandi fundi í Norður
landahúsinum um flótta
fólkakreppuna og fekk eisini
Katrin Dam á Neystabø, aðal
skrivari í Amnesty í Før
oyum, høvi at greiða frá,
hvussu tey meta støðuna –
og at geva politiska myndug
leikanum í Føroyum eina
greiða áminning um, at teir
kunnu ikki longur bara sita
hendur í favn ímeðan ein av
størstu
menniskjansligu
sorgarleikum í søguni herjar
rundanum okkum.
Og Katrin Dam á Neysta
bø sigur, at tað er sjálvsagt,
at eisini føroyingar eru við í
hjálpararbeiðnum.
– Vit kunnu hjálpa her í
Føroyum, og og vit skulu
hjálpa flóttafólkum í nær
umhvørvinum, leggur hon
afturat.
Tað eru verri enn so øll,
ið eru samd í, at vit skulu
fáa flóttafólk til Føroya, tí
tey stúra fyri, at vit fara at
fáa somu trupulleikar av
tilflytarum, sum onnur lond
hava fingið.
Men
Katrin
Dam
á
Neystabø ger greitt, at fyri
tey er hetta ein spurningur
um prinsipp og moral.
Vit hava møguleikan
at hjálpa
Katrin Dam á Neystabø stað
festir, at Evropa byggir á
tankan um, at øll menniskju
hava eitt óendaligt virði í
sjálvum sær. So tá ið fólk
mugu flýggja undan kríggi
og
forfylging,
skulu
vit
hjálpa, tí soleiðis varðveita
og uppbyggja vit okkara
virðisgrundarlag og sjálvs
fatan sum land.
Hon ásannar, at tað sjálv
andi er mark fyri, hvussu
nógv flóttafólk okkara lítla
land kann taka ímóti, og
sjálvandi skulu vit bera okk
um rætt at.
– Vit skulu eisini skilja
tey, sum eru ótrygg, men vit
eru eitt av ríkastu londum
í heiminum og vit hava
møguleikan at geva nøkrum
mannalagnum ein nýggjan
møguleika.
Aðalskrivarin í Amnesty
í Føroyum heldur, at nú
er stundin komin til, at vit
í Føroyum spyrja okkum
sjálvi, hvussu vit ætla at
umsita ta altjóða ábyrgd,
sum øll lond hava fyri at
hjálpa heimsins neyðstøddu.
– Í Føroyum eru vit
fullkomiliga
støðuleys
í
hesum spurningi. Eru vit
heimsborgarar, og skulu vit
taka ábyrgd sum land? Eru
vit Evropearar, og skulu vit
taka ábyrgd í tí evropiska
samstarvinum? Ella eru vit
danir – og eru vit samd við
dønum í teirra framferð.
– Eg haldi, at myndirnar
av flóttafólkum, sum púra
frá sær sjálvum, renna undan
eini ráðaleysari løgreglu í
Kvotuflóttarfolk
Kvotuflóttafólk
er
ein
skipan, har eitt land,
sum er sinnað at taka
ímóti flóttafólkum, setir
nakrar treytir fyri, hvørji
flóttafólk tey vilja taka
ímóti.
Eitt nú hava íslend
ingar tikið ímóti kvotu
flóttafólkum og hara hava
tey gjørt av at taka ímóti
støkum mammum við
børnum.
Tey, sum ST góðkenn
ur sum kvotaflóttafólk,
eru tey mest viðbreknu av
øllum. Her er talan um
flóttafólk, sum sita flótta
fólkalegum runt umkring
og sleppa ongan veg, fyrr
enn eitt land bjóðar sær
til at taka ímóti teimum.
- Tað er eingin umbering fyri ikki at hjálpa
beint nú, sigur Katrin Dam á Neystabø,
aðalskrivari hjá Amnesty í Føroyum
Soleiðis kunnu vit
hjálpa beint nú
Á
fundi
í
Norðurlanda
húsinum leygardagin um
flóttafólk, heitti Katrin Dam
á
Neystabø,
aðalskrivari
í Amnesty í Føroyum, á
politiska myndugleikan í
Føroyum, um alt fyri eitt
at leggja eina ætlan fyri,
hvussu vit kunnu hjálpa
flóttafólkum.
Hon sigur at nøkur upp
skot um, hvussu føroyingar
kunnu hjálpa beint, nú, eru:
–
At
lata
pening
til
nærumhvørvið og at økja
um neyð- og menningar
hjálpina. Tað er átrokandi
tørvur á neyðhjálp, tí ein
stórur partur av pengunum,
ymisk lond hava lovað í
neyðhjálp,
verður
ikki
játtaður kortini. Tað er eisini
átrokandi tørvur á neyðhjálp
til móttøkumiðstøðirnar í
Grikkalandi,
Italia
og
Ungarn, og aðrastaðni.
– At senda eitt bjarg
ingarskip í Miðjarðarhavið.
Tað er framvegis stórur
tørvur á bjargingararbeiði í
Miðjarðarhavi, tí enn røkist
einki fyri, at Evropa fer at
tryggja flóttafólki lógligar
fart til Evropa.
– At taka eitt ávíst tal av
kvotaflóttafólkum, sum vit
hava førleikar at hjálpa, eitt
nú eftir íslendska leistinum.
Men her mugu vit altso
tryggja okkum, at vit hava
nøktandi
tilbúgving
og
møguleikar til hesi fólkini.
Mynd: Polfoto
Í Føroyum eru vit
fullkomiliga støðuleys