mánadagur 14. september 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
kalt og hjartað heitt
FØROYINGAR OG FLÓTTAFÓLK
Danmark í hesum døgum,
siga alt. Reglurnar fyri fam
iljusameining í Danmark eru
nevniliga so strangar, at tað
skal ganga minst eitt eitt
ár áðrenn familjurnar hjá
flóttafólkunum eisini sleppa
til Danmarkar.
Danir bjóða flóttafólki
vælkomin, men siga sam
stundis, at tey sleppa ikki at
síggja síni børn í minst eitt
ár, hóast bumburnar regna
niður yvir tey.
Vit gera einki
Men samstundis staðfestir
Katrin Dam á Neystabø,
at vit gera als einki –uttan
at senda teimum eitt lítið
sindur
av
neyðhjálp
og
menningarhjálp.
– Men vit lata eini 14 ferðir
so lítið, sum ST heldur lond
skulu lata í neyðhjálp og
menningarhjálp og tí kunnu
vit ikki upp á nakran máta
siga, at vit hava gjørt okkara.
Hon minnir eisini á, at
altjóða Flóttafólkasáttmálin
frá 1951 er galdandi fyri
Føroyar.
– At talan er um eitt
danskt málsøki, kann kanska
brúkast sum ein løgfrøðilig
umbering. Men tað kann ikki
brúkast sum ein moralskt
umbering.
Katrin Dam á Neystabø
sigur, at í Føroyum eiga
myndugleikarnir
at
taka
eina almenna avgerð um, at
vit hava ábyrgd at hjálpa
heimsins veikastu.
– Og so skjótt, sum vit
alment hava viðurkent okk
ara ábyrgd, eiga almennu
Føroyar at leggja eina ætl
an fyri økið, har vit seta
okkum
greið
mál
fyri,
hvussu vit betur hjálpa í
nærumhvørvinum. Og vit
eiga eisini at leggja eina
greiða ætlan fyri, at taka
flóttafólk til Føroya, eitt nú
kvotaflóttafólk.
Hon sigur, at her kann
talan vera um fólk frá
londum, har eingi útlit eru
fyri friði, ella kanska stakar
mammur.
Átta prosent av heims
ins flóttafólkum eru kvota
flóttafólk. Tilsamans eru tey
yvir eina millión í tali, men
bert eini 100.000 fáa eitt nýtt
heim hvørt ár, tí alt ov fá
lond taka ábyrgd.
– Og tað er ikki nóg mikið
at hjálpa í nærumhvørvinum,
tí tað eru nógv flóttafólk,
sum ikki kunnu vera har,
tí tað er kríggj og tey verða
forfylgd.
– Tað er sjálvandi eis
ini neyðugt, at fáa eina til
búgving, soleiðis at vit ikki
eisini um eini 20 ár fara
føra fram, at vit ikki kunnu
taka ábyrgd, tí vit ikki hava
nøktandi tilbúgving at hjálpa
flóttafólki, sigur Katrin Dam
á Neystabø.
Ikki lætt
Vegna Amesty heitir Katrin
Dam á Neystabø tískil á
politisku skipanina um at
seta gongd á hetta arbeiðið
beinanvegin.
- Hetta er ikki ein løtt
uppgáva, og tað eru nógv
atlit at taka, so eg fari at biðja
tykkum um at halda hjørtuni
heit og høvdið kalt. Hesi
menniskju hava uppiborðið
at vera umrødd við virð
ing og við støði í teirra
grundleggjandi rættindum,
sigur hon.
Hon heldur, at føroyskir
politikarar eiga at leggja
eina ætlan við nøkrum púra
greiðum
langtíðarmálum,
men eisini við nøkrum greið
um ætlanum um, hvussu vit
skulu hjálpa beint nú.
– Tað er eingin umbering
fyri ikki at hjálpa beint nú,
leggur hon afturat.
Tað kann ikki
brúkast sum ein
moralskt umbering
Soleiðis kunnu vit hjálpa í longdini
Á
fundi
í
Norðurlanda
húsinum leygardagin um
flóttafólk, heitti Katrin Dam
á
Neystabø,
aðalskrivari
í Amnesty í Føroyum, á
føroyskar politikarar um
at leggja eina ætlan fyri,
hvussu vit kunnu hjálpa
flóttafólkum.
Hon sigur, at nøkur mál,
vit kunnu fremja, fyri at
hjálpa flóttafólkum í longd
ini, eru:
– At seta pening av á
fíggjarlógina hvørt ár
– At vit fara undir at
fyrireika eina tilbúgving fyri
at útvega okkum allar teir
førleikar, sum eitt land skal
hava fyri at taka ímóti
flóttafólkum, soleiðis at vit
ikki eisini um 20 ár endur
taka eina skøvaða plátu um,
at vit ikki hava tilbúgving.
Ein tilbúgving má umfata
bráðfeingis
sálarfrøðiliga
hjálp, integratiónspolitikk,
heilsutænastur,
málsligar
førleikar og tulk, útbúgving
armøguleikar, býli, løgfrøði
liga ráðgeving og stuðuls
familjur.
– Og so kann tað eisini
vera neyðugt at gera sam
starvsavtalur, har tað eru
uppgávur, vit ikki klára
sjálvi. Her kann talan vera
um at viðgera umsóknum frá
flóttafólkum. Slíkar máls
viðgerir
kunnu
vera
serstakliga truplar, og krevja
serliga vitan, og tí kann
hugsast at hetta ikki er ein
uppgávu sum føroyska um
sitingin kann lyfta.
Mynd: Polfoto