Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 rjupolitikkur veitir vissu g Føroya eru virkin kjak og verjupolitikkurin skal orðast Í einari master-ritgerð í almennari leiðslu, sum undirritaði herfyri skrivaði um ”trygdar- og verjupolitikkin, ein avbjóðing í ríkisfelagsskapinum í mun til strategi og leiðslu sæð frá einum føroyskum sjónarhornið”, var høvuðsniðurstøðan tann, at politiska støða Føroya í ríkisfelags– skapinum við Danmark er ein forðing fyri, at setu í talu avbjóðingar av trygdar- og verjupolitiskum slag á teimum økjum, har Danmark framvegis hevur yvirskipaðu myndugleika-ábyrgdina. Høvuðsniðurstøðan var grundgivin við hesum trimum viður– skiftum: • Yvirvald og landøki Trygdar- og verjupolitiska fokus hjá statinum Danmark á yvirvald og landøki í ríkisfelagsskapinum kann hótta- og samtíðs verða hótt av samleikanum og mentanini hjá samfelagnum Føroyar. Hetta fokus hjá Danmark setir avmarkingar fyri í hvønn mun danskir myndugleikar seta í talu avbjóðingar í Føroyum, sum hava við trygdar- og verjumál at gera. Mynd 2 er tikin við í greinina fyri at vísa á hvønn hátt tað er ein samanhangur millum fokus hjá samfelagnum – í hesum førinum Føroyar – á hóttanir mótvegis samleikanum/mentanini og samanhangandi fokus hjá statinum – í hesum førinum Danmark – á hóttanir mótvegis yvirvaldinum (suverenitetinum). • Trygdar- og verjupolitiska mentan Føroyska samfelagið hevur ikki eina trygdar- og verjupolitiska mentan, sum er fokusera á at yvirliva sum ein statur. Hetta hóast tað, at Føroyar hava eina serstøðu í danska ríkinum sum eitt sjálvstýrandi fólkasamfelag við egnum málið, mentan, lívihátti og samleika. Danmark hevur harafturímóti eina trygdar- og verjupolitiska mentan, ið byggir á eina árhundraðar langa søgu sum ein statur. Fyriskipan av trygdar- og verjupolitiskum viðurskiftum var eitt øki, ið statir upprunaliga tóku sær av út frá einum hernaðarligum sjónarhornið og fyri at verja áhugamálini hjá statinum í altjóða høpi. Hesi viðurskifti, at Føroyar ikki er ein statur, hava við sær, at føroyskir myndugleikar søguliga sæð - og í ávisum førum tann dag í dag – hava havt eina avmarkaða vitan og áhuga í trygdar- og verjupolitiskum viðurskiftum, ið kann vera ein forðing fyri at seta í talu trygdar- og verjupolitiskar avbjóðingar, ið gera seg galdandi í Føroyum í dag. • Føroyska sjálvstýristilgongdin Politiska sjálvstýristilgongdin í Føroyum kan halda aftur donskum myndugleikum í at seta í talu avbjóðingar, sum hava við trygdar- og verjumál at gera. Tað er ein samanhangur millum føroysku sjálvstýristilgongdina í 1946 og i 1998, sum viðførdi, at Føroyar fekk eina heimastýrislóg í 1948 við víðkaðum heimildum til sjálvstýri umframt myndugleikaábyrgd av nøkrum týdningarmiklum tilbúgivngarøkjum í árunum frá 2002 og fram til 2007. Tað gløðir sostatt framvegis eitt ynski millum føroyingar, um Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, sum í stóran mun er tengt at politisku søgugongdini Danmark og Føroyar ímillum. Ein nýggj sjálvstýris- tilgongd kann tískil byrja, um minnilutin Føroyar í statinum Danmark følir seg hóttan viðvíkjandi avbjóðingum av trygdar- og verjupolitiskum slag, sum snúgva seg um føroyskan samleika og mentan. Hesi viðurskifti kunnu vera orsøkin til, at danskir myndugleikar ikki ynskja at “øsa fram hóttanir” mótvegis føroyska samfelagnum við óneyðugt, at seta í talu avbjóðingar av trygdar- og verjupolitiskum slag. Mynd 2 5. Ásetan av dagsskrá við nýggjum trygdar- og verjupolitikki í Føroyum Í somu ritgerð vísti eg eisini á, hvussu strategisk leiðsla kann útinnast í mun til omanfyri nevndu forðingar, soleiðis at tað kann vera sett ein nýggj trygdar-, og verjupolitisk dagsskrá í ríkisfelagsskapinum. Mynd 3 vísir á, hvussu komið verður fram til ein nýggjan trygdar- og verjupolitikk í Føroyum. Mynd 3 6. Samanumtøka og niðurstøða Greiningin vísir á, at føroyska samfelagið er fevnt av avbjóðingum uttanifrá líkasum onnur lond eru tað. Hesar avbjóðingar seta krøv til ein føroyskan trygdar- og verjupolitikk, sum má gerðast í samstarvi við danskar myndugleikar so leingi Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Greiningin grundgevur fyri, at um ikki Føroyar hava ein trygdar- og verjupolitikk, so fáa tey forum, har átrokandi trygdar- og verjumál skulu umrøðast og leggjast til rættis, ikki raðfesting. Tilbúgvingarráðið saman við tilbúgvingarætlanini Tilbúgving Føroya eru dømi um forum, sum ikki fáa nóg høga raðfesting. Tað er sera óheppið, tí hetta ráð og henda tilbúgvingarætlan eru snúningspunktini, tá ræður um at leggja til rættis og at handfara átrokandi avbjóðingar av trygdar- og verjupolitiskum slag, sum gera seg galdandi í Føroyum. Greiningin vísir á, at Sea Shepherd felagsskapurin er eitt dømi um eina tílíka avbjóðing, ið bert kann handfarast nøktandi í totalverjuhøpi, sum er samstarvi millum lands- og kommunalar myndugleikar, privatar veitarar og sjálvboðin. Tað vil siga, at Tilbúgvingarráðið má opna dyrnar fyri umboðum í totalverjuni – eitt samstarv, sum fevnir um bæði føroyskar og danskar myndugleikar. Í greiningini verður mett, at av– bjóðingarnar við Sea Shepherd felags– skapinum allarhelst ikki eru viðgjørdir í Tilbúgvingarráðnum orsaka av persónligum og politiskum/skipanarligum ávum. Hetta tí, at formaðurin í ráðnum nýliga er farin úr starvið og tí at tað eru forðingar av politiskum, herímillum søguligum og mentanarligum slag, inni í ríkisfelagsskapinum, sum viðføra, at serliga danskir myndugleikar ikki ynskja, at seta í talu Sea Sheperd felagsskapin sum eitt trygdar- og verjumál. Fútin er næstformaður í Tilbúgvingarráðnum, og hann kann tí til einhvørja tíð, tá formaðurin ikki er tøkur, geva ráðslimum og øðrum viðkomandi persónum fundarboð. Greiningin staðfestir, at ein orsøk til at myndugleikarnir ikki allýsa Sea Shepherd felagsskapin, og harvið eisini ger av grindalógini sum eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, er, at myndugleikarnir ikki hava eina vitan og áhuga í tí trygdar- og verjupolitiska samanhangi, sum alt málið um Sea Shepherd felagsskapin gongur fyri seg í. Ein onnur orsøk er politisk og løgfrøðilig, at Føroyar ongantíð hevur verið ein statur, sum hevur verið noyddur til at taka trygdarpolitisk atlit viðvíkjandi tí at yvirliva sum ein statur í mun til aðrar sjálvstøðugar statir í altjóða samfelagnum. Tí hevur Føroyar heldur ikki eina trygdar- og verjupolitiska mentan, sum Danmark harafturímóti hevur bygt upp í árhundraðir sum ein sjálvstøðugur statur. Í mun til Føroyar hevur Danmark tí tryggjað sær í heimastýris- og yvirtøkulógunum, at Føroyar ikki kunnu yvirtaka trygdar- og verjumálini, tí tað er í hesum málum, at Danmark í verki útinnir sítt yvirvald yvir Føroyum. Greiningin mælir til, at tað verður sett ein nýggj dagsskrá fyri ein trygdar- og verjupolitikk í ríkisfelagsskapinum, har útinnan av strategiskari leiðslu á ymiskum vígvøllum skal tryggjað, at ein trygdar- og verjupolitikkur verður gjørdur fyri Føroyar. Ein føroyskur trygdar- og verjupolitikkur vil millum annað veita vissu fyri, at Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving Føroya verða brúkt í verki. ! Mynd 1. Avbjóðingar í Føroyum av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag og handfaring av hesum avbjóðingum við útinnan av strategiskari leiðslu á ymiskum vígvøllum (Weihe Joensen, H. 2015 við íblástri frá Marcussen, M.) Mynd 3. Strategisk leiðslutilgongd í sambandi við skipan av nýggjum trygdar- og verjupolitikki í Føroyum (Weihe Joensen, H. 2015 við íblástri frá Klausen, K.K.).