mánadagur 14. september 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Henrik Weihe Joensen
ráðgevi í trygdar-, verju- og
tilbúgvingarmálum
1. Inngangur
Nógv týðir upp á, at
avbjóðingin við at handfara
Sea Shepherd felagsskapin
ikki
í
nóg
stóran
mun
er
viðgjørd
í
formligu
kørmunum
hjá
Tilbúgvingarráðnum.
Høvuðsorsøkin til hetta afturhaldni er,
at danskir myndugleikar ikki ynskja, at
trygdarpolitisk mál, sum Sea Shepherd
felagsskapurin er ein partur av, verða
sett í talu í Føroyum sum eitt trygdar- og
verjumál. Tí vera mál sum til dømis Sea
Shepherd ikki umrødd í einum føroyskum
Tilbúgvingarráðið, sum er skipað sambært
løgtingslóg
um
tilbúgving.
Ein
nærri
grundgeving fyri hesum uppáhaldi kann
lesast í einari greining, sum eg skrivaði fyrr
í ár, og sum sæst á leinkjuni her http://www.
tiljar.fo/greinar/blog4.php
Tá átrokandi trygdar- og verjupolitisk
mál viðvíkjandi Føroyum ikki vera sett í
talu og umrødd í røttum samanhangi sum til
dømis í Tilbúgvingarráðnum, so verður eisini
tann lóggáva, sum verður gjørd á økinum,
skeiklað. Tað hava vit sæð í sambandi við
grindalógina, sum eg skrivaði eina grein um
fyrr í ár, og sum kann lesast á leinkjuni her
http://www.tiljar.fo/greinar/blog10.php
Ein onnur orsøk til, at Sea Shepherd
felagsskapurin ikki er viðgjørdur í Til–
búgvingarráðnum, er allarhelst tann, at
formaðurin í ráðnum, sum var deildarstjóri á
Brunaeftirlitinum, nýliga er farin úr starvið.
Tað vil við øðrum orðum siga, at tað bæði
er ein politisk/skipanarlig- og persónlig
forðing fyri, at Sea Shepherd felagsskapurin
verður viðgjørdur í Tilbúgvingarráðnum.
Hesar forðingar má og kann tað gerast nakað
við, men tað hevur raðfesting sum fyritreyt,
at tað verður orðaður ein trygdar- og
verjupolitikkur í ríkisfelagsskapinum, sum
eisini fatar um føroyska samfelagið. Verður
Føroyar einaferð í framtíðini ein sjálvstøðug
tjóð, so verður trygdarpolitikkurin tillagaður
við atliti til Føroyar sum ein statur.
Mynd 1 vísir ymiskar avbjóðingar av
trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag,
sum føroyska samfelagið kemur út fyri.
Myndin vísir eisini teir vígvallir, sum strateg–
isk leiðsla skal útinnast í mun til fyri at
føroyskir myndugleikar kunnu handfara
hesar avbjóðingar.
Mynd 1
Men áðrenn eg greiði frá, hvussu
farast kann fram strategiskt fyri at leggja
niður forðingar soleiðis, at ein trygdar- og
verjupolitikkur kann orðast fyri Føroyar,
skal eg fyrst greiða eitt sindur frá um
Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving Føroya.
Í hesum sambandi eisini teir fyrimunir,
ið eru við at brúka hetta ráðið og hesa
tilbúgvingarætlan, sum tvey snúningspunkt
í handfaringini av trygdar-, verju- og
tilbúgvingarligum avbjóðingum í Føroyum.
2. Tilbúgvingarráðið
Tilbúgvingarráðið er skipað sambært
tilbúgvingarlógini § 4, sum bleiv sett í gildi í
2012 og sum er soljóðandi:
§ 4. Skipað verður eitt Tilbúgvingarráð,
sum skal ráðgeva landsstýrismonnum í
tilrættisleggingini av tilbúgvingini. Lands–
stýrismenn leggja týðandi tilbúgvingarmál
og øll uppskot til lógir og kunngerðir við–
víkjandi tilbúgving fyri Tilbúgvingarráðið
til ummælis. Tilbúgvingarráðið kann eisini
av sínum eintingum taka tilbúgvingarmál
upp til viðgerðar.
Í viðmerkingunum til § 4 í lógarupp–
skotinum stendur skrivað um endamáli við
Tilbúgvingarráðnum:
Endamálið hjá ráðnum er at tryggja
yvirskipaðu myndugleikunum eitt full–
fíggjað fakligt grundarlag fyri avgerðum um
tilrættislegging av tilbúgvingini.
Um manningina í Tilbúgvingarráðnum
stendur skrivað í somu viðmerkingum m.a.
soljóðandi:
Skotið verður upp, at ráðið hevur eina
avmarkaða fasta manning, men at ráðið
verður víðkað við viðkomandi manning til
viðgerð av ymiskum fakøkjum. Tað verður
uppgávan hjá formanninum, sum umboðar
tilbúgvingarsamskipanina, at tryggja, at
viðkomandi førleikar verða tiknir við í
Tilbúgvingarráðið, tá tað er neyðugt.
Tilbúgvingarráðið
er
sostatt
skipað
við tí endamáli, at ráðgeva yvirskipaðum
myndugleikum í Føroyum um tilbúgvingar–
mál, bæði tá hesi mál vera løgd til rættis
í “friðartíð”, men eisini tá átrokandi til–
búgvingarmál stinga seg upp í “ófriðartíð”.
Hjáveran av Sea Shepherd felagsskapinum
í Føroyum er dømi um eitt tilbúgvingarmál,
sum skapar “ófrið” í Føroyum, og sum tí eigur
at verða viðgjørt í Tilbúgvingarráðnum.
2.1 Fyrimunurin við at
brúka Tilbúgvingarráðið í
handfaringini av trygdar-,
verju- og tilbúgvingarmálum
Tilbúgvingarráðið hevur sum nevnt eina
fasta manning, men líka so týdningarmikið
er tað, at viðkomandi myndugleikar og/ella
persónar verða tiknir við í ráðið, tá tað er brúk
fyri tí. Hetta ger seg millum annað galdandi
í mun til handfaring av Sea Shepherd –
ein handfaring, sum er eitt samstarv í
totalverjuhøpi millum danska hervaldið,
politiið,
føroyskar
landsmyndugleikar,
kommunur og ávísar privatar aktørar.
Tað er tí møguligt, at føroyskir og danskir
myndugleikar saman í Tilbúgvingarráðnum
umrøða avbjóðingarnar í sambandi við Sea
Shepherd felagsskapin.
Hóast formaðurin í Tilbúgvingarráðnum
er farin úr starvið, so kann næstformaðurin
í ráðnum, sum er Fútin, kalla inn til
fundar. Fútin hevur frammanundan ein
høvuðsleiklut, tá talan er um at samskipa
átakið
hjá
totalverjuni
mótvegis
Sea
Shepherd felagsskapinum. Fútin hevur
nevnliga ábyrgdina av, sambært donsku
rættargangslógini, sum er sett í gildi í
Føroyum, at politiið heldur lóg og landaskil
í Føroyum. Í serligum og størri átøkum, sum
Sea Shepherd felagsskapurin er eitt dømi
um, fær Fútin og politiið bert hildið lóg og
landaskil, um hjálp fæst frá aktørunum í
totalverjuni, sum nevndir eru omanfyri.
2.1.1 Tilbúgvingarráðið
má virka proaktivt
Nevnda áseting § 4 í tilbúgvingarlógini
leggur upp til, at Tilbúgvingarráðið eisini
tekur tilbúgvingarmál upp til viðgerðar
av sínum eintingum. Tað vil siga, at ráðið
allatíðina má fylgja við og taka støðu til, um
ávís tilbúgvingarmál eru av slíkum átrokandi
slag, at tey mugu viðgerast beinanvegin og
frammanundan ásettu fundartíðspunktini.
Tað hevði verið natúrligt, at umrøtt
avbjóðingarnar við Sea Shepherd felags–
skapinum í Tilbúgvingarráðnum. Ráðið er
til tað sama, eisini til at viðgera trygdar- og
verjumál, sum eg havi allýst Sea Shepherd
felagsskapin til at vera. Tilbúgvingar-,
trygdar- og verjumál hoyra saman bygnaðar–
liga og søguliga, sum eg havi víst á omanfyri
í hesari greining.
Í tí sambandi hevði tað verið skilagott,
at tikið fólk inn í Tilbúgvingarráðið eftir
tørvi til at ráðgeva føroyskum og donskum
myndugleikum, og sum kunnu koma við
ítøkiligum hugskotum til átøk av lóggávu- og
skipanarligum slag – átøk, sum kunnu verja
føroyska samfelagið í mun til Sea Shepherd
felagsskapin.
3. Tilbúgvingarráðið eigur at
samganga við tilbúgvingarætlanini
nevnd Tilbúgving Føroya
Táverandi Tilbúgvingarstovnur Føroya
(nú Vørn) lat á sumri 2012 úr hondum eina
tilbúgvingarætlan
fyri
Føroyar
nevnd
Tilbúgving
Føroya.
Tilbúgvingarætlanin
bleiv gjørd í samstarvi við lands- og
kommunalar myndugleikar, men henda
tilbúgvingarætlan er enn ikki sett í gildi í
Føroyum.
Í
viðmerkingunum
til
uppskot
til
áðurnevndu tilbúgvingarlóg, s. 9 stendur
skrivað m.a. soljóðandi um endmáli við
Tilbúgving Føroya:
Við síðuna av tilbúgvingarlógini verður
arbeitt við at gera eina samvirkandi til–
búgvingarætlan fyri Føroyar. Tað er upp–
gávan hjá landsstýrismanninum í til–búgv–
ingarkomandi pørtum, at tryggja, at ein
slík ætlan verður gjørd fyri, hvussu ymisku
sektorøkini og kommunalu tilbúgvingarnar
kunnu virka sum ein eind.
Arbeitt verður við at gera eina til–
búgvingarætlan, nevnd Tilbúgving Føroya,
sum skipar ein bygnað fyri kreppustýring
í Føroyum, sum er ein sjálvstøðug eind,
og vísir til og hevur sum fyrimynd
National
Beredskabsplan
í
Danmark.
Bygnaðurin verður kjølfestur á politiskum
stigi
í
landsstýrinum
og
á
fakligum
embætismannastigi við einum Kreppustápi.
Landsstýrið
og
kreppustápurin
kunnu
í einstøkum førum, tá talan er um eina
serliga skaðahending, størri vanlukku ella
kreppu, sum kann hava eina stóra ávirkan
á tað føroyska samfelagið, virka sum ein
kreppustýringseind.
Henda
tilbúgvingarætlan,
Tilbúgving
Føroya, sum var gjørd klár til brúk á sumri
í 2012, átti at verið sett í gildi í Føroyum. Á
henda hátt kundu mannagongdirnar, ið eru
ásettar í Tilbúgving Føroya, verið brúktar í
Tilbúgvingarráðnum sum samtíðis kundi
virka sum eitt kreppuráð, tá serligar og/ella
størri hendingar gera seg galdandi í Føroyum.
4. Forðingar í ríkisfelagsskapinum,
sum arbeiðast má við, tá trygdar-
!
Mynd 1. Avbjóðingar í Føroyum av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag og handfaring av hesum avbjóðingum við
útinnan av strategiskari leiðslu á ymiskum vígvøllum (Weihe Joensen, H. 2015 við íblástri frá Marcussen, M.)
Greining – Ein føroyskur trygdar- og ver
fyri, at Tilbúgvingarráðið og Tilbúgving
kjak