Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 børn og ung ongantíð skulu liva við kynsligari misnýtslu. Søgan er sterk og boð­ skap­urin viðkomandi. Ein ordans veitsla verður hild­in við øllum tí, ið hartil hoyr­ir, og hendan veitslan er karm­ ur um eina uppgerð millum fað­ir og son, millum foreldur og børn og millum patriarkin og hansara umhvørvi. Øll eiga at síggja Leikurin vísir menniskju, ósær­ilig í vøkrum stás­klæð­ um, og menniskju, sum eru niðurbrotin og í svár­astu sálarneyð. Kanska fara tey stundum yvir um mørk. Og at royna teir ríku møgu­ leik­ar­nar, sum list hevur at flyta mørk, bæði persónlig og samfelagslig, var partur av endamálinum hjá stig­ takar­unum til Veitsluna í Før­oyum. Tað er Hilmar Joensen í Nóls­oy, sum hevur høvuðs­ leik­lutin sum pápin, meðan Hjál­mar Dam hevur høvuðs­ leikl­utin sum misnýtti son­ urin. Leikurin er væl uppsettur, og framførslan var sera góð. Hóast tosað verður á fýra tungu­málum – umframt á íslendskt-føroyskum, so tekur tað als einki frá fram­ førsluni. Vísir væl, hvussu hugaligt og gagnligt slíkt norður­lendskt samstarv eisini kann vera. Leikurin Veitslan er ein leik­ur, ið øll eiga at síggja. Fakta Leikstjóri: Marita Dalsgaard Framleiðari: Kristianna Winther Poulsen Senografur: Tormod Lindgren úr Noregi Komponistur: Joachim Holbek úr Danmark Ljósmeistari: Turpin Djurhuus úr Føroyum Sjónleikararnir eru: Hilmar Joensen (FØ) er Helgi Dýrindal-Joensen Gunvor Reynberg (DK) er Else Dýrindal-Joensen Hjálmar Dam (FØ) er Kristjan Dýrindal-Joensen Beinta Clothier (FØ) er Helena Dýrindal-Joensen Hannes Óli Ágústsson (ÍS) er Mikkjal Dýrindal-Joensen Aðalbjörg Thóra Árnadóttir (ÍS) er Maria, kona Mikkjal Eyð Berghamar Jacobsen (FØ) er Linda Dýrindal Joensen Rasmus Lyberth (GR) er Malik, unnustin hjá Helenu Allan Dalsgarð (FØ) er Helmuth von Sachs, veitslustjóri Barbara Andreasen (FØ) er Pia Hansen, servitrisa Sonne Smith (FØ) er abbi Karin Djurhuus (FØ) er omma Noomi Reinert (FØ) er Mikaela Johanna Roos Slættanes (FØ) er Ninna Jógvan Salomon Joensen (FØ) er Leivur gubbi Gunnvør Joensen (FØ) er Anna gumma Birta Biskopstø (FØ) er Ingrid Eyðna Cecilia Dalsgaard (FØ) er Joan, dóttir Malik Róaldur Allansson Dalsgarð (FØ) er Thórur, sonur Mariu og Mikkjal Hilmar Herason (FØ) er Baldur, sonur Mariu og Mikkjal Tormod Lindgren tók myndirnar