Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Leygarkvøldið var frum­fram­ førsla av leikinum »Veitslan« í Løkshøll í Runavík. Tað eru Marita Dalsgaard og Kristianna Winther Poul­ sen, sum hava tikið stig til sjónleikin, sum Marita Dals­ gaard leikstjórnar, meðan Kristi­anna Winther Poulsen er fram­leiðari. Leikurin byggir á danska filmin »Festen« hjá Thomas Vintber­berg frá 1999. Sjónleikararnir eru úr fimm ymsum Norð­ur­ londum. 20 leikarar eru á palli, og tey tosa á trimum yms­um tungumálum. Leikritið er danskt, seno­ grafiin er norsk, og sjón­ leikar­ar­nir eru úr Grønlandi, Ís­landi, Danmark og Før­oy­ um. Tónleikurin er ný­skriv­ að­ur, og komponistur er Joachim Holbek úr Dan­ mark. Joachim Holbek, hev­ur eisini komponerað nógvan filmstónleik til filmir hjá eitt nú Lars von Trier. Sálarsjúka ella veruleiki Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur stórfingnan føðingardag fyri familju, vin­ um og kenningum. Sum elsti sonur er Kristjan fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra. Páp­in velur ta grønu. Í grønu røðu­ ni kemur ein myrkur familju­ loyni­dóm­ur fram: Helgi hevu­r misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kynsliga. Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestir­nir trúgva? Er Kristjan sálar­liga sjúkur? Lýgur hann? Veitslunáttin gerst ein ógvus­ligur bardagi um sann­ leikan. Danski filmurin Festen vann í 1999 Gyltu pálmarnar á films­festivalinum í Cannes. Leikurin er lagaður til før­ oysk og norðurlendsk viður­ skifti, og er settur upp sum ein stór norðurlendsk verk­ ætlan við luttøku úr Grøn­ landi, Íslandi, Noregi, Dan­ mark og Føroyum. Sterk søga Veitslan viðger kynsliga mis­ nýtslu, tað mest pínu­fulla tabu, vit hava í okkara ment­ an. Við at seta sjónleikin upp í Føroyum vóna stig­ takar­ar­nir at skapa økta til­vit­an um, at vit øll, sum med­menniskju, næstringar, grann­ar og borgarar, hava ábyrgd av at syrgja fyri, at Loynidómurin hjá Helga Dýrindal- Joensen Veitslan – ein familjuloynidómur á palli – verður sýndur í Løkshøll í hesum døgum. Veitslan viðger kynsliga misnýtslu, tað mest pínufulla tabu, vit hava í okkara mentan Ferðast kring landið Stigtakararnir ynsktu alla tíðina at vísa leikin bæði í Havn og á øðrum plássum, tí tær ynsktu, at eisini fólk, sum vanliga ikki ganga til sjónleik, skuldu hava høvi og møguleika at síggja sjónleik við yrkisleikarum bæði úr Føroyum og úr øðrum Norðurlondum. – Tilboð um mentan og list eiga ikki bara at vera í høvuðsstaðnum, og tí verður Veitslan víst í Løkshøll í Runavík og á miðnámsskúlanum í Suðuroy, umframt at hon verður víst í Norðurlandahúsinum í Havn. Leikurin verður sýndur tvær ferðir afturat í Løkshøll, í annaðkvøld og mikukvøldið. Síðani verður farið til Havnar í Norðurlandahúsið, og har eru settar á skrá seks sýningar. Í sambandi við leikin hevur Sprotin givið leikritið út í bók.