Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 Krøvini til al­ mennu em­bæt­ is­fólkini í um­ sit­ingini verða herd – álit skal skap­ast aftur Árni Gregersen Nógvar gølur hava seinnu ár­ ini verið í donskum politikki og í donsku almennu um­sit­ ing­ini. Hetta hevur fingið að­al­ stjór­ar­nar at gera nýgg­jar mann­a­gongdir fyri starvs­ fólk, sum strika undir hvussu týðandi tað er, at ar­beitt verður opið, fakligt, lóg­ligt, satt, við ábyrgd og við loyvi at gera mistøk. Eis­ini verð­ur undirstrikað, at em­bæt­is­ verkið skal arbeiða neutralt í mun til poltikk. Skattamálið, Eritrea-mál­ ið, Christiania-málið, GGGI- málið og Sass-Larsen-mál­ið eru kend í Danmark gjøgn­ um seinastu árini. Felags fyri øll hesi mál er, at tað ikki bert eru pol­ it­ik­arar og ráðharrar, sum hava fingið ábyrgdina av tí sum er hent, men eis­ini toppembætisfólk í aðal­ráð­ unum, sum annars ikki al­ ment plaga at standa fyri skot­um. Ágangurin hevur ver­ið so álvarsligur, at aðal­stjór­ar eru sendir til hús og kann­ing­ar­ nevnd­ir við dómarum á odda hava funn­ist hvassliga at máls­gongd­ini í fleiri málum. Fleiri av teimum, sum hava verið atfinningarsom móti em­bætis­verk­i­num halda, at tað almenna eigur at seta regl­ur­nar upp­aftur skarp­ari, men nú er ein nevnd kom­in við einum nýggj­um kodeks. Hetta bygg­ir á tað gamla, men er kortini munandi skerp­að. Sjey skyldur Grundleggjandi byggja nýggju reglurnar á sjey skyld­ur hjá embætisfólki. Tær byggja á sjey yv­ir­skrift­ ir: lóglýdni, sanleikka, fak­lig­ heit, menning og samstarv, á­byrgd og leiðslu, opinleika um mistøk politiskt óheftni. Sagt verður, at hetta skal alt haldast, tí hetta er grundarlagið und­ir trúvirðinum hjá em­bæt­is­ verk­i­num. Serliga tvær av skyld­u­ num verða tiknar fram. Tá ið tað snýr seg um sann­heit, so stendur klárt, at em­bæt­isfólk ikki mugu virka til - ella at ráðharrin virka til - at geva villeiðandi ella skeiv­ar upplýsingar víðari. Hetta er ikki bert gald­andi í viðurskiftunum við ráð­ harran og starvsfólk í að­al­ ráð­um, men eisini mótvegis Fólk­a­tinginum, øðrum mynd­ug­leikum, feløgum, pressu, borgarum, fyritøkum og al­menninginum. Í kodeksinum stendur: – Tað er avgerandi fyri, at Fólka­tingið kann hava álit á teimum upplýsingum, sum ting­ið fær í samband við við­gerð av lógaruppskotum og at Fólkatingið kann hava eft­irlit við ráðharrunum. Tað verður eisini sagt, at gev­ur ein ráðharri ella að­al­ stjóri boð um at senda okk­ urt víðari, so skulu starvsfólk siga nei, um talaln er um boð sum ikki eru sonn. Eitt sum lagt verður til merk­is er, at aðalstjórarnir und­ir­strika, at størri opin­ leiki skal vera, tá ið talan er um mistøk ella feilir. Har stendur millum ann­ að: – Leiðslan hevur ábyrgd­ ina av, at mentanin í ráðnum er so, at øll kunnu fara til ov­ asta leiðaran, um tey hava gjørt eitt mistak. Lagt verður serliga til merk­is til hetta punkt, tí í fleiri av teimum málum, sum eru endað sum gølur, er tí em­bætisfólk hava roynt at krógva mistøk, sum er hend. Tí skal mentanin broytast til, at skipanin lærir av mis­ tøk­um – heldur enn at tey verða krógvað. Sjey greið boð til em­bæt­is­ fólk hjá tí almenna