Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í ár 2000 vóru tilsamans 46 húsvognar vóru skrásettir í Føroyum. Tey næstu árini eft­ir ár 2000 broyttist talið ikki tað stóra og lá millum hes­ar 46 og 74 vognarnar, tá teir vóru flestir. Men, eftir 2005 kom rættilig ferð á. Á heysti í 2005 varð felag­ ið Camping.fo stovnað, og ár­ini eftir tað vaks talið av hús­vognum av álvara - ja, vit kunnu næstan siga, at talið eksploderaði. Frá at vera 74 vognar í 2005, vóru tilsamans 122 hús­vognar skrásettir hjá Ak­stovuni árið eftir. Eftir 2005 veksur talið av húsvognum støðugt ár um ár, og í 2008 fer talið fyri fyrstu ferð upp um 200. Í 2012 er talið av hús­vogn­ um í Føroyum komið upp á 320 - og bara tvey ár seinni í 2014 eru vognarnir 455 í tali. Tey nýggjastu hagtølini frá Akstovuni siga, at við end­an av august mánaði í ár vóru 492 húsvognar skrá­ sett­ir í Føroyum - og bara í tíð­ini frá 12. mars í ár til end­an av august mánaði í ár vaks talið við 35 vognum. Tað er ilt at siga, hvønn týdn­ing tað hevur havt, at felag­ið Camping.fo varð stovn­að fyri 10 árum síðan, men í øllum førum kann stað­festast, at húsvognarnir eru vorðin nógvir í tali í hes­ um tíðarskeiði. Rættilig gongd kemur á keyp av húsvognum frá 2006 og øll tey næstu ár­ini fram til dagin í dag, nú skrá­ settu vognarnir í Før­oyum eru umleið 500 í tali. Síðan felagið Camping.fo varð stovnað á heysti í 2005 - ella fyri 10 árum síðan - er talið av húsvognum í Føroyum mest sum eksploderað Føroyingar hava keypt 454 húsvognar í 15 ár Nátavertíðin er av, og menn eru givnir at taka nátunga. Nakrar dagar eftir, at nátungin er búgvin og flýgur av rókini, gerst lírin - skrápsungin - eisini búgvin, og nú um hálvan september er besta líratíð Fiskaaling keypt størri bát ­Vilmund Jacobsen Fiskaaling hevur keypt útróðr­arbátin Norðhavið til ymiskar uppgávur hjá stovni­num. Norðhavið loysir gamla bátin hjá felag­ num - Írland - av. Írland er 26 føtur langur og varð onkun­tíð til stuttleikar rópt­ur heimsins minsta hav­rann­sókn­arskip. Norðhavið, sum er merkt­ur 11 bt., er soleiðis eitt væl størri og betri egn­ að far, enn Írland var. - Uppgávurnar, sum Norð­havið fer at røkja, eru ymisk­ar. Tað kunnu vera túr­ar við granskarum, sum hava ymiskar verkætlanir fyri, har neyðugt eitt nú er við uppmátingum og roynd­ar­tøkum. Betri umstøður Á Fiskaaling vita tey at siga, at alifyritøkur eisini hava brúk fyri ymiskum tænastum, sum bátar hjá Fiska­aling hava verið førir fyri at veita. - Við nýggja bátinum eru umstøðurnar at gera ymisk­ar royndir umborð nú munandi batnaðar. Her er betri pláss, arbeiðsligari og liviligari hjá fólki. Øll fýra skipini, sum stóðu á bedingini hjá MEST í síðstu viku, eru smíðað á skipa­ smiðju­ni - Ternan (1980), Vestur­túgva (1985), Eystur­búgv­ in (1990) og Vestur­ búgvin (1991) Í ár 2000 vóru húsvognarnir í Føroyum 46 í tali; nú eru teir umleið 500 Undirhúsið til Íslands við Norrønu Við Norrønu í dag fara umleið 40 mans, sum regluliga hittast í Undirhúsinum á Toftum, ein túr til Íslands. Elsti maður í ferðalagnum er Jákup Michael Mikkelsen, sum nærkast teimum 91. Teir, sum hittast í Undirhúsinum á Toftum, eru óførir at syngja, og teir fara eisini at syngja á Íslands-ferðini. Tað er Haldor Gaardbo, ið er leiðari og fyri­ skipari av ferð­ini. Við nýggja bátinum eru um­støð­ur­nar at gera ymiskar roynd­ir umborð nú munandi batn­að­ar. Her er betri pláss, arbeiðs­ligari og liviligari hjá fólki