mánadagur 14. september 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
Tær fimm komm
unurnar í Sandoynni
hava nú fingið
nýggja og felags
heimasíðu. Á www.sandoyggin.fo
hevur hvør kommuna sína undirsíðu
Vilmund Jacobsen
Enn er kanska nakað tíðliga
til bestu líratíð, men hetta
er tíðin, tá fuglurin byrjar at
flúgva úr reiðrinum.
Neyvan nakrastaðni í Før
oyum er so nógvur líri sum í
Skúvoy.
Men, í Føroyum eru eisini
onnur góð líralond, eitt nú
í Sandoynni, Stóru Dímun,
Koltri og Trøllhøvda - bert
fyri at nevna nakrar av
oyggjunum.
Skrápur reiðrast eisini
á fleiri øðrum plássum enn
hesum nevndu, men frætt er
ikki um, at talið nakrastaðni
er so stórt sum í Skúvoy.
1000 lírar
Sambært
Harry
Jensen,
borgarstjóra
í
Skúvoyar
kommunu, tóku skúvoyingar
einar 1000 lírar tilsamans í
fjør heyst.
- Nakrir mans vóru nøkur
kvøld, og sjálvur var eg tveir
lutfalsliga stuttar túrar í fjør.
Eg fekk 75 lírar tilsamans.
Harry heldur, at hevði
hann gingið longri tey bæði
kvøldini, hann var við lykt
ini, hevði hann ivaleyst eisi
ni fingið umleið tvífalt so
nógvan lira, sum hann ann
ars fekk.
- Jú, eg vil meta, at skúv
oyingar í fjør heyst tóku ein
ar túsund lírar tilsamans.
Hetta er at kalla alt til hús
brúks - og so kanska til at
geva familju, vinum og kenn
ingum, legði hann aftrat.
Misti líraposan
Í líratíðini í fjør heyst hendi
tað, at ein maður, sum var og
tók líra við lykt á nátt, misti
posan við umleið sjeyti lír
um, meðan hann gekk í bratt
lendi.
- Tað var rættiligt bratt
lendi, har maðurin gekk.
Hann misti posan við øllum
lírunum, sum fór fyri bakka,
segði Tummas Frank Joen
sen, sum Sosialurin skifti
orð við.
Vilmund Jacobsen
Trý línuskip eru á Íslands
rygginum, trý undir Íslandi
og eitt er undir Føroyum.
- Skipini á Rygginum fáa
mest av toski og svartkalva
og eitt sindur av blálongu
og lira. Skipini undir Íslandi
fáa mest av toski, hýsu, lon
gu, upsa og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at tvey línuskip
koma inn at landa í dag og
nøkur miðskeiðis ella síðst
í næstu viku.
Í løtuni fiska fimm línu
skip við Eysturgrønland og
eitt av skipunum, sum hev
ur fiskað har yviri, landar
væntandi í Føroyum í dag.
Streymurin verður harð
ur fyrst í hesi vikuni, men
batnar, sum vikan gongur.
Veðrið verður hampiligt.
- Vit rokna tí við, at nak
að verður av útróðri, serliga
miðskeiðis og seinni í hesi
vikuni, siga tey á marknaði
num.
Nú nátungatíðin er av, er líratíðin júst byrjað. Líri
er ungi hjá skrápi, og verður á ávísum støðum
kring landið tikin við lykt á kvøldi og nátt
Síðan miðskeiðis í summar
hava tey fæstu línuskipini
fiskað undir Føroyum
So er líratíð
Línuskip
fiska á
ymiskum
leiðum
Royndarhúsið í
Nólsoy skal leingjast
eystureftir, og nú
verður gjørt klárt at
planera
Ísfiskaskip
royna seg
við makreli
- Seks pør fiska
upsa. Restin av
partrolarunum
liggja við bryggju
- ella fiska makrel.
Fiskiskapurin eftir upsa
er framvegis smáligur.
Tað vita tey á
Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at teir seks
ísfiskatrolararnir - ella
trý pørini - sum hetta
hálvárið hava fiska
gulllaks, nú eru givin,
tí gulllaksakvotan
er uppfiskað.
Um
djúpvatnstrolararnar
verður sagt, at ein
fiskar svartkalva og
kemur inn at landa
síðst í hesi vikuni. Tveir
eru nýliga byrjaðir túr.
Teir fiska upsa, men
koma neyvan inn at
landa hesa vikuna.
- Restin av
djúpvatnstrolarunum
liggja antin við bryggju
ella fiska makrel.
Tá Fiskamarknaður
Føroya fríggjadagin
gjørdi sínar metingar
fyri hesa vikuna,
lógu allir teir smáu
trolbátarnir við bryggju.
- Onkur fer út aftur
fyrst í hesi vikuni, og
onkur riggar til at
fara á makrelveiði,
Tvey garnaskip eru
til fiskiskap. Eitt fiskar
svartkalva, og eitt
fiskar havtasku.
- Skipið, sum fiskar
svartkalva, kemur inn
at landa síðst í hesi
vikuni - og skipið, sum
fiskar havtasku, selur
veiðina beinleiðis.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga,
at fiskiskapurin hjá
garnaskipinum, sum
roynir eftir svartkalva,
er brúkiligur, men
tað er meira smáligt
í løtuni hjá skipinum,
sum fiskar havtasku.
vilmund@sosialurin.fo
Nú nátungatíðin er av, er líratíðin byrjað. Tað er serliga í Skúvoy
og Stóru Dímun, at líri verður tikin við lykt á nátt
Sandshavið er nú á sínum fjórða túri í Eysturgrønlandi