mánadagur 14. september 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
ítróttur
fótbóltur
Sjey føroysk
útiseta mál
Føroysku útisetarnir í donskum fótbólti gjørdu av álvara um seg
hetta vikuskfitið. Christian L. Holst skoraði hattrik, meðan Jóan
Símun Edmundsson og René S. Joensen skoraðu tvey mál í part
Tróndur Arge
Tað var hugnaligur lesnaður
á fráboðanar síðunum, sum
fyrlgja við donksum fótbólti
farna vikuskiftið. Føroysku
spælararnir eru av álvara
farnir at gera um seg.
Jóan Símun Edmundsson
var
tvífaldur
málskjútti,
tá ið lið hansara, Vejle BK,
á heimavølli vann 3-1 móti
Skive í gjár. Jóan Símun
skoraði til 2-0 og til 3-1. Øll
málini komu fyri steðgin.
René tvímálsskjútti
Vendsyssel hevur tríggjar
føroyingar í hópinum, nevn
liga Hall Hansson, Rene
Shaki Joensen og Meinhard
Olsen. Hallur Hansson er
toppskjútti
hjá
liðnum
í løtuni, men í gjár, tá ið
Vendsyssel var á vitjan hjá
Helsingør, var tað René
Shaki Joensen, sum var stóri
spælarin
hjá
Vendsyssel.
Helsingør var á odda 1-0,
men so javnaði Shaki til 1-1
stutt fyri steðgin. Helsingør
legði seg tó aftur á odda í
seinasta minuttinum fyri
steðgin. Henda støða helt
sær til eini 20 minuttir vóru
eftir at spæla, tá ið René
Shaki Joensen aftur var á
rætta staðnum og syrgdi fyri
einum 2-2 javnleiki til Vend
syssel.
Holst skeyt hattrik
ímóti Svendborg
Í triðbestu donsku fótbólts
deildini, var Fremad Amager
á vitjan á suðurfjóni, har
liðið, sum Julian Johnsson
venur, Svendborg var mót
støðuliðið.
Dysturin endaði við ein
um lemjandi 5-0 stórsigri til
Fremad Amager. Føroyski
landsliðsspælarin, Christian
Lamhauge Holst skeyt reint
hattrik í fyrra hálvleiki.
Málini hjá Christiani fullu
í 6. , 21. og í 39. minutti. Í
seinna hálvleiki økti Nicolas
Mortensen
við
tveimum
málum.
Úrslitið merkir, at Fremad
Amager er fyribils oddalið í
triðbestu deildini, bólki 2 við
11 stigum.
Heini Vatnsdal var ikki
millum teir 11, sum byrjaðu
dystin.
Kaj Leo undir niður
flytingarstrikuni
Kaj Leo í Bartalsstovu og
liðfelagarnir í Levanger í
næstbestu fótbóltsdeildini í
Noreg, áttu í gjár heimadyst
ímóti Strømmen. Neyðugt
var hjá Levanger við stig
um, fyri at kunna halda sær
røttu megin niðurflytingar
strikuna.
Men tað gekk ikki eftir
vild hjá Levanger, sum tapti
0-1 ímóti Strømmen. Eirik
Schulze skeyt sigursmálið,
tá ein hálvur tími var farin
av dystinum.
Kaj Leo fekk 62 minuttir
á vøllinum, áðrenn hann var
skiftur út.
Levanger liggur nú, sum
nummar 13 av teimum 16
liðunum í næstbestu norsku
fótbóltsdeildini
við
23
stigum. Tó eru bert tvey stig
upp til bjargingina, og enn
eru sjey umfør eftir at spæla.
Gunnar spælir í kvøld
Gunnar Nielsen skal í kvøld
spæla móti Fylkir í bestu
deildini í Íslandi. Har hevur
Stjarnan trupult við at liva
upp til meistaraheitið í fjør.
Stjarnan liggur á áttanda
plássi við 21 stigum. FH
hevur 45 stig á fyrsta plássi.
Leiknir er á 11. plássi og undir
niðurflytingarstrikuni við 15
stigum.
B68 venjarin Súni Fríði
Barbá er væl nøgdur við,
at tað – hóast vánaligt út
gangsstøði – eydnaðist at
røkka málinum, sum var
næstfremsta plássið.
So er tað avgjørt, at tað
verður B68, sum saman
við Skála flytur upp í
bestu deildina.
Skála
vann
leygar
dagin trivaligan 5-0 sigur
á Sandi. Skála hevur
vunnið 64 stig og er
fjúrtan stig frammanfyri
B68,
sum
leygardagin
vann 2-0 á Svangaskarði
ímóti teimum næstbestu
hjá Víkingi.
Skálamenn hava í ár
spælt við so at siga sama
liðnum, sum í fjør royndi
seg í bestu deildini. Tólv
spælarar hava spælt átjan
dystir ella fleiri, og Skála
hevur bara tapt ein dyst.
Nú tað resta tvey umfør,
er málmunurin 81-15, og
liðið eigur báðar teir bestu
málskjúttarnar.
Brian
Jacobsen hevur skorað 28
mál, og Jákup Johansen
hevur skorað 16 mál.
B68
venjarin,
Súni
Fríði Barbá, roknaði und
an kappingarbyrjan við,
at Skála fór at vinna 1.
deild. Tað gjørdi hann, tí
Skála spælir við mest sum
sama liði sum í fjør. Málið
hjá B68 og venjaranum
var at vinna næstovasta
plássið. Leygardagin var
tað greitt, at B68 hevur
rokkið málinum og harvið
eftir eitt ára fráveru aftur
næsta ár fer at spæla í
bestu deildini.
B68 venjarin er væl
nøgdur:
–
summarsteðginum
vandu vit nógv og hart
og væl, og tað bar úrslit
við sær. Eg eri fegin og
eyðmjúkur um, at tað
hevur riggað so væl. Tað
sá ikki so væl út, tá ið vit
um ársskiftið fóru undir
fyrireikingarnar til hetta
kappingarárið.
Fleiri
spælarar
vóru
farnir
av landinum, og nakrir
av teimum bestu vóru
fluttir í onnur feløg, um
framt at toppskorarin hjá
okkum í fjør, Óli H. Olsen,
fór til skips, tá ið tvey
umfør vóru farin. Hann
hevur verið burtur tveir
triðingar av kappingar
árinum, sigur Súni Fríði
Barbá, og hann heldur
fram:
– Vit hava havt nakrar
royndar spælarar. Aftrat
teimum hava fleiri ungir
spælarar
roynt
seg.
Viðhvørt hevur tað ikki
gingið so væl, tí vit hava
verið óstøðugir á útivølli,
og tá hevur tað sæð tað út
til, at 07Vestur, sum hevur
samanspælt lið, skuldi
fara
avstað
við
upp
flytingarplássinum, men
so hava vit reist okkum
aftur. Serliga á heimavølli
hevur gingið væl. Í trettan
heimadystum hava vit
vunnið ellivu sigrar, og
tvær ferðir er tað endað
javnt.
Tað er greitt, at MB
flytur niður úr 1. deild. B36
er eisini flutt niður. Holið,
sum B36 kann sneiða seg
frá niðurflytingini er, at
AB flytur niður úr bestu
deildini. Harvið flytur AB
liðið í næstbestu deildini,
sum er á bronsuplássi
eftir 3-1 heimasigur á
07Vestur, niður í 2. deild. Í
gjár minkaði møguleikin
hjá B36 at sleppa undan
niðurflyting heilt nógv,
tá besta AB liðið við
heimasigri á FC Suðuroy
styrkti um sína støðu í
kappingini um at sleppa
undan niðurflyting úr
bestu deildini.
joannes@sosialurin.fo
Toftir aftur í
fremstu røð
1. deild