Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Saman­haldið lykilin til meistara- heitið Longu 27. apríl metti Sosialurin, at B36 hevði ein góðan møguleika at skriva søgu, og vinna FM tvey ár upp í slag. Her hyggja vit nærri at teimum orsøkunum Tróndur Arge B36 hevur í ár skrivað søgu. Liðið hevur vunnið FM heitið tvær ferðir upp í slag. Spurningurin er nú hvussu tað ber til, at júst hetta B36 hevur megnað tað, sum hini FM liðini hjá B36 ikki hava megnað. Misjøvn upptakt B36 hevur ongantíð megnað at vunnið meistaraheitið tvey ár upp í slag. Soleiðis ljóð­aði fleiri ferðir undan hesum kappingarárinum. Í 1997, 2005 og 2011 vann B36 meistara­heitið við góðum liðum, sum høvdu styrkina at vinna aftur árið eftir. Í øllum trimum førunum mis­ eydnaðist tað. Frískasta minnið er frá 2011, tá liðið á papírinum eisini bleiv styrkt til 2012. Her vildi tó einki, hóast liðið hevði somu styrkju. Í fjør varð lítið og einki væntað av B36. Ongin hevði teir sum FM avbjóðarar, men við Sámal Erik Hentze á odda vunnu teir meistaraheitið. Tey flestu mettu, at venjarin átti sín sera stóra leiklut í gullinum. Tí kom tað illa við, tá hann valdi at takka fyri seg. Somuleiðis endaði ársins spælari, Adeshina Lawal, í ÍF. Helst ein tann mest óvæntaða spælaraflytingin í føroyskum fótbólti í nýggjari tíð. Brádliga sá einki út. Fór hetta FM liðið nú eisini at verða eitt “eingangs­feno­ men”? Nýggju venjari og nýggir spælarar Maður kemur í mans stað, er ein av afturvendandi orð­ ing­unum í fótbólti. Fyrst bleiv Eyðun Klaksein settur sum venjari. Hann vandi KÍ frammanundan, men hevði sum so aldrin roynt seg sum venjara í oddinum í før­ oyskum fótbólti. Tað eydnaðist ikki honum at sannføra KÍ um, at hann var rætti venjarin her. Tí var tað ein maður, sum hevði nakað at prógvað, sum tók við. Men somuleiðis ein maður, sum leggur dent á at spæla tekniskan fótbólt og skapa góðan stemning í hópinum. Hetta skuldi vísa seg, at passa sum fótur í hosu fyri árstalsfelagið í Gundadali. Í hópin komu Hans Pauli Samuelsen, Jónas Tór Næs og Ibrahima Camara. Serliga Hans Pauli hevur verið góður. Spælt flestar minuttir higartil í ár, skotið níggju mál og lagt upp til 15 mál(Norðlýsið.fo). Jónas Tór Næs hevði óiva havt spælt ein størri leiklut, um hann ikki bleiv langtíðarskaddur longu í øðrum umfari. Hevur tó gjørt sítt síðani hann bleiv klárur til seinnu hálvu. Ibrahima Camara bleiv skrottaður, eftir eina annars málríka byrjan. Hann passaði slett ikki til liðið, og hevur vant við næstbesta liðnum síðani summarferiuna. Lukasz og profilarnir Í B36 sleppur tú ikki uttanum Lukasz Cieslewicz. Hann var lyklaspælarin í 2011, 2014 og aftur í ár. Hann er besti spælarin í Føroyum seinastu fimm árini. Tað sigur seg sjálvt, at profilarnir mugu avrika, um eitt lið skal vinna FM. Felags fyri B36 í ár og í fjør er, at allir hava avrikað. Umframt Lukasz, so hava Róaldur Jakobsen, Odmar Færø, Tórður Thomsen, Hans Pauli Samuelsen og Jákup á Borg havt eitt gott kappingarár. Onkur hevur spælt eitt sindur misjavnt í løtum, men sum heild hava allir spælt væl í ár. Eitt nú hevur Odmar Færø verið ein brandur í mið­vejruni, meðan Tórður Thomsen hevur havt sítt helst besta kappingarár nakran­tíð. Hanus, Eli og Høgni Fyri hvønn høvding mást tú hava nakrar arbeiðismenn á liðnum. Eitt, sum mangan eyðkennir eitt FM lið er, at arbeiðishestarnir gera sítt arbeiði – og eitt sindur afturat. Hvør minnist ikki vinsta bakkin frá 2011, Símun Joensen, sum burtur úr ongum brádliga fór at skjóta mál. Átt mál endaði hann við at skjóta. Í fjør var Alex Mellemgaard í serflokki á vinstra bakki, har hann átti lut í einum álopið fyri og øðrum eftir. Legði eisini upp til fleiri mál. Í ár hevur tann spælarin verið Høgni Eysturoy. Hann hevur skotið seks mál, og hevur gjørt sítt til hvønn dyst. Saman við honum er tað spælarar sum Hanus