Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 ítróttur fótbóltur Thorleifsson og Eli F. Nielsen, ið ikki altíð stjala yvirskriftirnar, men hvør renning verður gjøgnumførd – aftur sum fram. Ein av teimum ungu, sum má takast fram er Andrias H. Eriksen. Undir liðini á Odmari Færø er hann vaksin við uppgávunni, og eri í dag liðskipari á U21 landsliðnum. Vónandi er hann enn ein í røðini hjá B36, sum kemur at seta sín dám føroyska fót­ bólt í fleiri ár. Fokus á trupulleikunum Í B36 hevur verið stórt fokus á, at spælarar ikki skulu verða mettir av gullinum frá í fjør. Hópurin hevur lagt trýst á seg sjálvar. Hetta tykist hava gjørt mun. Jákup á Borg segði í grein í upptaktsblaðnum hjá Sosialinum, at hann mangl­aði eina stjørnu á FM tatover­ingini(sí mynd). Hetta var djarvt, tí tað er óvist hvussu leingi kroppurin heldur til at spæla aftuat. Í so máta legði hann eisini trýst á liðið í ár. Meðan NSÍ, Víkingur og HB øll hava havt sínar dystir, har tú kanst seta spurnartekin við evnini ella viljan at vinna FM, so hevur B36 fáar til ongan slíkan dyst havt í landskappingini. B36 nógv best Tað er ikki hent í nýggjari, at eitt felag hevur vunnið meistara­heitið í fjórð sein­ asta umfari. Tað sigur ikki so lítið um, hvussu nógv best B36 hevur verið í ár. Liðið hevur spælt góðan fótbólt, vunnið týdningar­ mestu dystirnar og hevur ongan niðurtúr havt. Serliga her í seinasta triðinginum hevur B36 sett trumf á. Teir hava vunnið á NSÍ, Víkingi og HB, sum eru hini trý feløg­ ini í topp fýra. Hóast B36 ikki kann røkka søguliga høga stigatalinum í 2011, tá B36 vann sær 67 stig, so hevur liðið vunnið sær FM í stórum stíli – og greitt. Samanhaldið lykilin Tá alt hetta er sagt, so er tað eitt, ið gongur aftur tá tú tosar við spælararnar og fólk í hópinum. Allir sum ein vísa teir á samanhaldið sum av­gerandi faktorin. Allir kenna sítt pláss á liðnum og tað ger, at tað ikki skapar órógv, tá venjarin tekur eina avgerð, ella tá ungir spælarar fáa torførar upp­gávur. Allir skilja hvussu liðið hongur saman, og allir góð­taka hierakiið í hópinum. Samanhaldið ger eisini, at menn eru sinnaðir at renna og berjast fyri hvørjum øðr­ um. Tað er B36 anno 2015 eitt av­bera gott dømi um. Grundsteinurin undir meistarheitinum í 2014 og 2015 er, sambart fleiri í hópinum, sterka og góða saman­haldið. trondur@sosialurin.fo 1: FM spælið heldur Tann fyrsta av fýra orsøk­ unum var, at FM spælið frá 2014 helt fram. Hetta hevur eisini hildið stikk fram til 24 umfar. Í tølum hevur B36 staðið seg eitt vet betri í ár, men sum heild er talan um áleið somu úrtøku. Liðið í ár hevur vunnið sær 57 stig, í mun til 55 í fjør. Somuleiðis líkist mál­úrtøkan, sum er +34, í mun til + 26 upp á sama tíðspunkt í fjør. Á vøllinum hevur verið talan um sama kenda B36 spælið, sum vit hava kent síðani 2014. Tað er javnvág á liðnum og tað er torført, at fanga liðið á skeiva beini. Í álopsspælinum riggar skjóta og tekniska spæið væl. Tað ger, at B36 sjáldan missur bóltin á egnari hálvu, og tað er mangan grundsteingurin undir góðu álopunum. 2: Nóg stór út­skift­ ing – Ikki mettir Her heldur punktið bara til eitt vist. Her bleiv víst á, at felagið hevur skift nóg nógv út, til at hóp­ urin ikki er mettur frá FM heitinum árið fyri. Hans Pauli Samuelsen hevur verið ótrúliga týdningar­ mikil og eigur sín stóra lut í, at B36 hevur vunnið FM. Hinvegin hava hvørki Jónas Tór Næs ella Ibrahima Camara gjørt tann munin, sum vænt­ að var undan kappingar­ byrjan. Jónas Tór Næs hevur verið skaddur megin­partin av árinum, meðan Ibrahima Camara er óynsktur í felagnum, og hevur síðani summar vant við næstbesta lið­ num. Eisini verður víst á Eli F. Nielsen, sum av álvara hevur traðkað til í ár. Hann hevur hildið høga støðið alt kappingarárið. Her kann venjarin, Eyðun Klakstein, hin­ vegin verða ein skifting­ unum, sum hevur skapt nakað av svongd á lið­ num. Hann kom eisini til hetta kappingarárið. 3: Ungir traðka til Her varð víst til, at B36 í fleiri ár hevur megnað at sett ungar spælarar við. Menn sum Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen, Benjamin Heine­ sen og Gestur B. Dam eru allir ungir spælarar, sum hava fingið møguleikan á besta liðnum seinnu árini. Í ár hevur Andrias H. Eriksen veruliga víst seg frá síni bestu síðu, undir liðini á Odmari Færø í miðverjuni. Bæði Benjamin Heinesen og Gestur B. Dam hava spælt týðandi leiklutir, tá bæði Jónas Tór Næs og Alex Mellemgaard hava verið langtíðarskaddir. Róaldur Jakobsen er í dag ein profilur, meðan Høgni Eysturoy við sínum seks málum hevur staðfest sín leiklut, sum ein av drúgvastu spælarunum á liðnum. 4: Allir skilja konseptið Her var víst á, at hóast hetta eisini er ein bland­ ingur av nummar eitt og nummar trý, so varð mett, at hetta hevur so stóran týdning fyri avrikið, at tað er ein orsøk í sær sjálvum. Kenslan av, at allir á liðnum skilja konseptið stendur við. Liðið hevur bara í einstøkum førum sæð út sum, at tað ikki er heilt í javnvág. Mill­ um annað í seinnu hálv­ finaluni móti Víkingi, og í løtum móti New Saints í Champions Legaue. Annars hevur liðið vunnið stóru dystirnir í seinasta triðinginum, og tað vitnar um eitt ótrúliga væl samanspælt lið, har allir kenna sín leiklut. trondur@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen