mánadagur 14. september 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
frælsur ítróttur
Nú fer tíðin
við at
venja hini
Heri Ziska hevur í fleiri ár verið slóðari innan frælsan ítrótt í Føroyum, og nú
hevur hann halgað seg til at venja onnur. - Eg eri á Tórsbreyt uml. 11 tímar um
vikuna sum venjari. Hvussu lang tíð verður nýtt heima til at planleggja venjing
og analysera íðkarar, umframt at menna meg sjálvan sum venjara, havi eg ikki
tal fyri, sigur Heri, sum heldur, at frælsur ítróttur er við at vinda upp á seg
Pætur Albinus
Verður hugsað um frælsan
ítrótt í Føroyum, so verður
helst eisini hugsað um Hera
Ziska. Gongur leiðin framvið
Tórsbreyt, so er eisini stórur
møguleiki fyri, at tú sært
Hera Ziska. Veteranurin í
hevur gjørt um seg í diskus
kasti, hamarkasti og kúlu
stoyti
síðani
1989,
men
seinastu árini hevur hann
nærum halgað seg til at
venja ungdómar í teimum
ymisku greinunum innan
frælsan ítrótt og brúkar
nógva tíð á Tórsbreyt.
Nógv heiðursmerki
Frælsur ítróttur er ikki ser
liga væl kend ítróttargrein
í Føroyum, og serliga ikki
tær kasti-ítróttargreinarnar,
sum Heri hevur gjørt. Tískil
hevur mest verið at hoyrt
til hansara tá ið oyggjaleikir
hava verið, og teir eru nógvir
í tali.
– Eg var við fyrstu ferð í
1989 sum íðkari. Tá hevði eg
vant í eina viku, og endaði
langt aftast við 23,22 m, sigur
Heri.
Men so var hol fingið á, og
hann tók dik á seg.
– Tvey ár seinni gav eg
avboð vegna roynd á uni
versitetinum. Har skal so
sigast, at somu viku kast
aði eg nóg langt til at ogna
mær silvurmerkið í kapping
í Danmark. Í 1993 var eg so
við aftur, har eg fekk silvur
merkið í diskus, og luttók eg
so til og við á Bermuda í 2013,
greiðir hann frá.
Á øllum hesum oyggja
leikunum fram til 2013 er tað
vorðið til eina ørgrynnu av
heiðursmerkjum, og hóast
hann nú hevur aldur til at
luttaka í veterankappingum,
so hevur hann ikki heilt
slept ætlanunum um aftur
at luttaka á oyggjaleikum.
– Í 2015 manglaðu 75 cm í
at klára kravið hjá FÍF fyri at
verða við, men eg royni uttan
iva aftur í 2017, sigur Heri.
Nú sum venjari
Heri er nú einamest venjari,
og tað dámar honum væl.
– Sum venjari royndi eg
meg á fyrsta sinnið í 1999,
síðan havi eg havt onkran
íðkara við nærum hvørja
ferð, men í 2015 var eg so bara
við sum venjari, og eg má
viðurkenna, at tað kendist
gott bara at fokusera uppá
íðkararnar. Tað skal tó sigast,
at eg havi nýtt munandi meir
tíð upp á at vera venjari
síðan 2008, tá Hvirlan bleiv
sett á stovn, sigur Heri, sum
brúkar nógva tíð upp á at
vera venjari.
– Eg eri á Tórsbreyt uml.
11 tímar um vikuna sum venj
ari. Harumframt er so øll
planlegging, og so eri eg eis
ini til staðar 2 x 1½ tímar um
vikuna í samband við styrki
venjing, men tá royni eg at
venja sjálvur eisini. So venji
eg sjálvur uml. tveir tímar
um vikuna á Tórsbreyt.
Hvussu lang tíð verður nýtt
heima til at planleggja venj
ing og analysera íðkarar, um
framt at menna meg sjálvan
sum venjara, havi eg ikki tal
fyri, sigur Heri.
Úrslitini eru
við at koma
Í Hvirluni verður dentur
lagdur á at pláss skal verða
fyri øllum, og setur tað sínar
egnu avbjóðingar til venj
ingina, men tað vísur seg at
ganga framá yvir alla linjuna.
Fleiri eru ment munandi,
og hava funnið gleðina við
rørslu, og enntá frættist at
ein avleiðing hevur verið at
ta gongur betur í skúlanum
hjá fleiri, sum kanska ikki er
so óvæntað, tí tað er mangan
staðfest at tað ger bókliga
læring lættari um ein er
fysiskt aktivur.
– Støði hjá teimum betru
íðkarunum er hækkað so
nógv at nú byrja danir at
fáa eyga á teir, sigur Heri og
heldur fram:
– Ein av mínum spjótkast
arum varð úttikin til danska
Europa Cup landsliðið, sum
fór til Bulgaria í vár og ein
leypari var, 16 ára gamal, út
tikin til danska U20 lands
liðið, sum royndi seg í NM
í Finnlandi í august, sigur
hann.
Heri
hevur
verið
ein
slóðari í flestu ítróttargrein
unum, sum hann er venjari í,
men hann leggur tó dent á at
menna seg sum venjari.
– Eg taki tey skeið eg
kann. Tað seinasta, eg havi
gjørt liðugt, er diplomvenjari
umvegis Dansk Idrætsfor
bund og Dansk Atletikfor
bund. Eg eri eisini við at
skapa mær eitt netverk av
venjarum uttanlanda, sum
eg kann samskifta við, sigur
Heri og leggur afturat, at
hann eisini lesur bøkur um
venjing.
– Í løtuni er tað bók
um
hvussu
ein
venur
special-styrki til ítrótt, ið
Verkoshansky hevur skrivað.
Tórsbreyt
Frælsur ítróttur hevur fingið
nógv betri karmar síðani
Heri Ziska
Mynd: Sigmar Mørkøre