Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 ítróttur frælsur ítróttur Tórs­breyt varð liðugt bygd í 2008, og tað merkist. – Tórsbreyt hevur gjørt tað møguligt at venja mið­ víst, og er eisini við til at skapa áhuga, tí at økið í sær sjálv­um dregur fólk til, sigur Heri og hugleiðir um hvussu venj­ingin var áðrenn. – Venjing áðrenn Tórs­ breyt var í byrjani at eg og tvey-trý við mær kastaðu á bryggjuni inni á Sundi. Síðani kom kastivøllurin við Eystur­skúlan (nú Eystur­ vøllur), har vit framvegis vóru 3-4 vaksin sum vandu. Barna­venjing royndu vit har, á Frælsinum, í Sandágerði og í Kommunu­skúlagarðinum. Tað var ikki nakað tú kundi byggja eina ítrótt rundan um, sigur hann. Heri heldur, at tað fram­ vegis eru fleiri sum halda, at frælsur ítróttur bara er renn­ing. – Tað er ein stórur áhugi fyri frælsu ítróttini, og nógv koma framvið, men enn er almenna fatanin av frælsum ítrótti, at tað er renning. Tað hevur víst seg ofta, at tá fólk síggja hvussu fjølbroyttar frælsur ítróttur er, so fangar tað. Eisini tey, sum annars høvdu trupulleikar við at síggja seg sum íðkarar, held­ ur hann. Hann fegnast um, at áhugin er vaksandi og fræls­ ur ítróttur er vorðin meiri fjøl­broyttur síðani um­ støður vóru gjørdar til tær allar­flestu greinarnar innan ítróttin. Men enn vantar okkurt. – Fjølbroytnið kundi verið enn størri, um vit høvdu stangarlopsmadrassu, tí tað eru nógv, ið hava ynski um at venja tað, og vit vilja gjarna skipa fyri slíkari venjing, men har hevur kommunan so ikki funnið fígging enn til at fulfíggja Tórsbreyt, so allar frælsagreinar kunna venjast, sigur Heri. Krevur nógv Nógv hjálparfólk Tað verð­ur javnan skipað fyri kapp­ing­ um á Tórsbreyt, og tað ser­ merkta við frælsum ítrótti er, at tað krevjast sera nógv hjálpar fólk til at avgreiða eina kapping. – Frælsa ítróttin er rætt­ iliga venjara og hjálpara inten­siv, tí um tú t.d. hevur hædd, longd, kúlu, spjót og renn­ing í gongd samstundis, sum ikki er óvanligt, so eiga 23-27 dómarar/hjálparar at vera á staðnum, umframt tey, ið krevjast til t.d. speakara, skrivstovu, heiðursmerkir o.s.f. Tað plagar tó at ganga, sigur Heri og leggur afturat, at baklandið við fyrrverandi íðkarum framvegis ikki er so stórt, men at tað vónandi fer at koma. Av tí at fjølbroytni er so­ mikið nógv og greinarnar so nógvar, so krevjast eisini nógvir ymiskir venjarar, sum eru vitandi um teir ymisku teknikk­irnar. – Ítróttin er jú eisini rættu­liga venjara intensiv, her hugsi eg um at tað er so stórur munur millum bæði fysisku og teknisku element­ ini innan ymsu greinarnar, og at tað vanliga eru ymiskir venjarar til hvørja grein. Ein til sprint, ein til fløtu lopini, ein til hæddarlop, ein til stangarlop, ein til spjót, ein til diskus og kúlu, ein til hamarkast og so ein til mið-/langteina renning. Eg royni at dekka alt uttan mið-/langteina renning, og er tað ein orsøk til at so nógv tíð ferð við at menna meg sjálvan sum venjara, sigur Heri. Veðurlagið argar Kappingarárið í frælsum ítrótti er so smátt farið at halla, og tá verður ein partur av venjingini fluttur til at vera innandura. Kaldligi vetur­in í Føroyum egnar seg illa til frælsan ítrótt, og sum heild spælir vegurlagið teim­ um eitt puss. – Føroyska veðurlagið er ein avbjóðing, serliga um veturin, tí fyri at kunna náa góð úrslit er sera týdningarmikið at leggja lang­tíðarætlanir við venj­ ingini. Í Føroyum er hetta ikki gjørligt, tí tað verður vant úti um veturin, og tí er veðrið og ikki til lang­ tíðar­ætlanir, sum avgera hvat verður vant nær. T.d. er nærum ómøguligt at venja teknisku greinarnar um veturin, tí har stendur man fyri tað mesta stillur og kølnar tískil ov nógv til at kunna hava góðsku í venj­ing­unum. Trupulleikin er tann sami við sprint, har tað ikki er møguligt at venja við høgum intensiteti vegna kulda, sigur Heri og heldur fram: – Um summarið er av­ bjóð­ingin mest vindurin. M.a. runnu tveir av mín­um sprintarum undir krav­tíðir til oyggjaleikirnar, men vindurin var eitt vet ov nógvur, og tí var kravið ikki góðkent av ser­samband­ inum. Annar rann so viku­ skiftið eftir leikirnar nóg skjótt til at koma í finaluna á oyggjaleikunum, og prógvaði at støðið var har, men hann var so ikki við á Jersey, sigur Heri. Best umtóktu ítróttar­ greinarnar á Tórsbreyt eru sprint-teinarnir, longdarlop og spjótkast. Heri metir tað vera tí at hesar greinarnar eru lættast at koma til sum ný­byrjari, og tí at fólk flest kenna hesar greinarnar aftur.