Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen B36 er meistari fyri 11. ferð, og nú er tað endaliga staðfest, at tað næsta kappingarár verð­ur leygardagsfótbóltur við Margáir. EB/Streymur er aftast við 10 stigum, og AB er á triði aftasta plássi við 22 stigum. Hóast 2-1 heimasigur á Víkingi í gjár, so ber tað ikki til hjá EB/Streymi at røkka áttanda plássi, tí AB við heima­sigri á FC Suðuroy lyfti seg so langt upp, at tað í trimum umførum ikki ber EB/Streymi til at vinna seg inn á AB. Tað er longu greitt, at Víkingur og NSÍ hava vunn­ ið sær rætt at taka lut í euro­ peisku kappingini næsta summar. Mesta partin av kapp­ing­ ini hevur HB verið á fjórða plássinum, sum ber rætt til euro­peiska luttøku við sær. Nú tað resta trý umfør er HB fram­vegis á fjórða plássi. Einasta liðið, sum hevur møguleika at hótta HB, er KÍ. Klaksvíkingar eru tvey stig aftanfyri HB. Skráin hjá KÍ í trimum teimum seinastu um­førunum kennist at vera torførari, enn hon tykist vera hjá HB. HB: EB/Streymur (h), Víkingur (ú) og FC Suðuroy (h). KÍ: B36 (h), NSÍ (ú) og EB/ Streymur (h). Tað sær ljósari út á Argjum Tað verður FC Suðuroy ella AB, sum saman við EB/ Streymi flytur niður í næst­ bestu deildina. Eftir 2-1 heimasigur á kapp­ingar­neytanum sær tað ljóst út á Argjum. Nú er tað upp til AB at gera av, um liðið skal halda fram í bestu deildini. AB er trý stig og betri mál­ mun frammanfyri FC Suður­ oy. Tað vil siga, at FC Suðuroy skal vinna fýra stig fleiri burtur­úr trimum teimum sein­astu umførunum, enn AB fer at vinna. AB: ÍF(h), B36 (ú) og NSÍ (h). FC Suðuroy: Víkingur (ú), ÍF (h) og HB (ú). Vindurin var frískur á Argjum, har heimaliðið hevði lotið undan í 1. hálvleiki. Tá eydnaðist heimaliðnum at skora tvey mál. Stóri mað­ urin á heimaliðnum var Dion Splidt, sum longu í 37. min­utti noyddist skaddur av vøllinum. Hann hevur trupul­leikar í økslini. Longu í 17. minutti legði hann við høvd­inum AB framum, eftir at Tróndur Jensen við frísparki hevði lagt bóltin í brots­teigin. Í 29. minutti um­setti hann brotsspark til mál. Petur Reinert metti, at Heri Kjærbo, sum var vinstri vongverji hjá FC Suður­oy, hevði spælt bóltin við arm­ inum, tá ið AB legði inn­fyri úr høgru. Tað vóru teir í FC Suðuroy als ikki samdir við dómaran í. Hóast teir lógu undir við tveimum málum, so góvu gestirnir ikki skarv­in yvir. Eftir steðgin høvdu teir fríska lotið undan. Veteran­ urin Palli Augustinus­sen minkaði um munin beinan­ vegin eftir steðgin, tá ið Símun Samuelsen hevði lagt inn­fyri. So var dagsskráin trýst á AB málið, men tað eydn­aðist ikki gestunum at javna. AB verjan helt tørn, og harvið er kósin hjá FC Suður­ oy ímóti næstbestu deildini. Renna undan Europa Síðani summarsteðgin hevur KÍ havt fleiri møguleikar at taka fjórða plássið frá HB, men klaksvíkingar hava ikki tikið av. Fyri tveimum vikum síð­ ani misnýttu teir møgu­leik­ an. HB tapti ímóti B36. Har­ við hevði KÍ á heimavølli møgu­leika at taka fjórða plássið. Treytin var full úrtøka á heimavølli ímóti AB. Argja­menn vunnu 3-1. Í gjár høvdu klaksvíkingar nýggjan møguleika. Hesa­ ferð var tað í Fuglafirði. HB var partur av málleysum javn­leiki í Runavík, og KÍ tók ikki av. Í Fuglafirði endaði tað 1-1. Í síni fyrstu avbjóðing sum venjari í fremstu deild­ini umskipaði Jákup Mikkelsen ÍF liðið ikki so lítið. Bogi Reinert Petersen var miðverji saman við Poul Nolsøe Mikkelsen, meðan Bartal Eliasen sat á beink­ inum. Frank Poulsen og Karl Løkin vóru sentralir verju­ kendir miðvallarar, meðan Fritleif í Lambanum sat á beinkinum, og Dánjal á Lakjuni og Ari Ó. Ellingsgaard sótu á beinkinum, meðan Andy Olsen og Nenad Saric røktu fram­rættaðu ódnirnar í borð­unum. Kristoffur Jakobsen hevur verið lítið á vøllinum í ár. Ímóti KÍ fekk hann møguleikan mill­um teir fyrstu ellivu, og hann spældi 77 minuttir. So av­ loysti Dánjal á Lakjuni. Adeshina Lawal var skaddur, og harvið var Clayton Soares einsamallur í ÍF álopinum. Tað var upp á tal, at Jákup Mikkelsen sjálvur skuldi verja ÍF málið, tí Predrag Markovic hevur biðið farvæl í Fugla­firði. Jákup Mikkelsen valdi held­ur at geva 19 ára gamla Tóri Traðará Tormóðs­son møgu­leikan millum stólparnar. Tóri hevði ongantíð framman­ und­an verið málverji á besta lið­num. Atli Danielsen, sum sam­ an við Kenan Hajdarevic var fremstur á KÍ liðnum, setti beinanvegin hol á við fín­ um langskoti, eftir at Bogi Reinert Petersen við høvd­ inum hevði sent bóltin út úr ÍF brotteiginum eftir KÍ inn­legg. Hóast klaksvíkingar eina løtu vóru omaná og fleiri ferðir tætt við at økja leiðsl­ una, so eydnaðist tað ikki, og harvið kendu teir ikki sína vitjunartíð at fáa fatur á europeiska atgongu­merk­ inum. ÍF vísti góðan hugburð, og Clayton Soares javnaði tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið hann við høvdinum og sera hegnisliga stýrdi bóltin í málið, eftir at innlegg var komið úr vinstru. Clayton var væl upplagdur. 24. novemb­er verður hann 37 ár. Samstarvið millum hann og ÍF heldur fram í 2016, og avrikið í gjár ber boð um, at tað framvegis eru mál í brasiliu­manninum. Síðstu løtuna spenti KÍ álopsbogan í roynd at vinna øll stigini. Hjalgrím Elttør varð fluttur longri fram fyri at geva álopinum meiri tyngd og brodd, og inn­ skifti Jákup B. Andreasen gjørdi mun á sentrala mið­ vøllinum. Tað eydnaðist ikki klaksvíkingum at skora. Nýggi ÍF mál­verjin, sum ongar royndir hevur av at spæla í bestu deildini, stóð seg væl. NSÍ fann ikki málið Klæmint A. Olsen er topp­ skjútti við 21 málum. Eingin ivi er um, at hann verð­ur ársins toppskjútti. Næstur á talvuni er Finnur Justinussen hjá Víkingi, sum hevur skorað 15 mál. Finnur er farin av landinum, og hann skorar neyvan fleiri mál í ár. Klæmint A. Olsen hevur framvegis møguleika at taka málmetið hjá Súna Fríða Barbá og Una Arge, sum í einum ári hava skorað 24 mál. Í gjár fór Klæmint krøktur av vøllinum við Løkin. Tað er annars ikki komið fyri so ofta í ár, at hann er farin av vøllinum uttan at hava skorað. HB hevði undan steðg­ inum fríska lotið undan. Kort­ini var tað NSÍ, sum hevði greiða yvirvág. Tað var ofta spenningur í og kring HB brotsteigin, og Klæmint og hinir høvdu góðar mál­ møguleikar. At tað ikki eydnaðist heima­liðnum at fáa hol á og at vinna komst fyrst og fremst av, at Teitur Matras Gestsson var sannur brandur í HB málinum. Tað hevur fleiri ferðir verið nevnt, at HB málverjin í ár ikki heilt hevur víst tey avrik, sum hann undanfarnu árini hevur megnað. Í gjár var Teitur meistari fyri einari røð av stórbjargingum, tá ið mótstøðumenninir vóru grammir í og kring HB brotsteigin. Fyrstu løtuna eftir steðgin riggaði tað betri hjá HB, og tá var onkra ferðina upplop til málmøguleikar frammanfyri Andras Gango. Sum tíðin leið vaks NSÍ yvirvágin. Fram ímóti dystarenda vóru fleiri spentar støður, eitt nú í sambandi við hornaspørk, men tað eydnaðist ongantíð NSÍ at skora málið, sum hevði borið við sær, at tað ikki varð fyrrenn í hvussu so Hóast úrtøkan hjá HB hevur verið soltin í heyst, so bendir nógv á, at tað fer at eydnast havnarmonnunum frammanfyri nøsini á klaksvíkingum at vinna atgongumerki til europeisku kappingina KÍ rennur undan Europa Jan B. Antonioussen nsí Tillukku til B36 við FM! Teir reyðu jublaðu sum um tað vóru teir, ið høvdu vunnið FM, tá ið dysturin varð floytaður av. Tað er eisini skilligt, tí hevði ikki verið fyri tað, at Teitur stóð sín lívs dyst, so høvdu teir lagt rygg til eitt flovisliga stórt tap. Eitt sindur av hepni, so høvdu vit fingið eitt sindur av sjógvi ímillum okkum og Víking. Men tað gert ikki við. Lat okkum nú bara fáa silvurið í hús. Óansæð, so hevur hetta verið eitt fínt kappingarár fyri okkum! Góðir! fjepparin Allan Enghamar hb 1 stig er betri enn einki - tíbetur vann KÍ ikki. Hjartaliga tillukku við FM2016 lítlibeiggi í Gundadali. Fult uppiborðið. fjepparin Sæbjørn Leiti íf Eg vil fyst ynskja B36 tillukku við FM, 1-1 dystur aftur í dag, vit mugu fáa meir enn eitt stig pr dyst um vit skulu spæla effo dystir næsta ár. Koyr á ÍF fjepparin Kristian Joensen kí Hvussu nógva møguleikar skal man hava ?? Vit taka ikki av hvørjaferð møguleikin er at yvirhala HB.. Hjartaliga tillukku við FM Eyðun Klakkstein & co.. Nú behøvast tit ikki at gera so nógv burtur úr í Klaksvík komandi vikuskiftið. fjepparin Lissi Mouritsen B36 Nú kunnu tit øll onnur hoppa. Vit eru ELLARS ALLARBEST! Heilt einastandandi! EINAFERÐ OG ALTÍÐ! Til lukku til okkum fjepparin