mánadagur 14. september 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Neli Heildarskarð
Áðrenn kappingarársbyrjan í
ár varð FC Suðuroy av teim
um flestu spátt at enda sum
tað eina liðið, ið mátti taka ta
tungu leiðina niður í næst
bestu deildina. Tó gjørdu
suðuroyingarnir
flestu
spádómunum til skamm
ar í fyrru helvt av lands
kappingini, har liðið var væl
omanfyri
niðurflytingar
strikuna. Tá ið Effodeildin
fór í summarsteðg var FC
Suðuroy fimm stig framman
fyri AB, sum um tað mundið
líktist einum niðurflytara.
Seinastu vikurnar hava
argjamenn
tó
veruliga
fingið vind í seglini. Í 19. leik
umfari eydnaðist tað loksins
argjamonnum at vinna sín
fyrsta sigur hetta kappingar
árið, og síðani tá hevur píl
urin peikað uppeftir. Undan
dystinum í gjár høvdu argja
menn vunnið sær heili 10 stig
í seinastu fimm dystunum.
Tískil var lagt upp til eitt
satt botnbrak, tá ið júst AB
og FC Suðuroy brustu saman
á Skansi Arena í gjár. Liðini
vóru ájøvn í stigum undan
dystinum, og tískil vistu
bæði liðini, at úrslitið av
dystinum hevði sera stóran
týdning fyri teirra framtíð í
Effodeildini.
AB vísti onga náði
Tað sást beinanvegin, at
nógv var upp á spæl inni á
Vika í gjár. Bæði liðini løgdu
nógv fyri frá fyrsta bríksli,
og gjøgnumgangandi var, at
leikferðin var rættiliga høg
allan dystin á tamb.
Eitt annað eyðkenni fyri
dystin í gjár var, at nógvar
vandastøður tóku seg upp
eftir
deyðbóltar.
Fyrsta
ábendingin um hetta kom
eftir níggju minuttir, tá ið
Dion Splidt fekk ein stóran
møguleika eftir horna, har
hann skallaði uppum.
Átta minuttir seinni vístu
Dion og AB tó onga náði.
Deyðbóltur
bleiv
sendur
innfyri, og úr heldur stuttari
fjarstøðu eydnaðist tað Dion
at stýra bóltin í netið. Upp
dekkingin hjá FC Suðuroy í
var í hesum førinum als onki
at reypa av. 1-0 til AB.
Skjóta leiðslumálið fekk
tó ikki útiliðið at fella í fátt,
men heldur valdu suðuroy
ingar at taka í egnan barm.
Næstu løtuna settu suðuroy
ingarnir seg á dystin, og
fleiri ferðir vóru teir nær
við eftir deyðbóltsstøður.
Tað eydnaðist tó ikki at fáa
útjavnandi málið, og ístaðin
revsaði AB í hinum end
anum, tá ið hálvur tími var
leiktur.
Sørin
Samuelsen
kom
framvið frá høgra bakki og
sendi bóltin innfyri. Áðrenn
bólturin kom inn tók hann tó
í armin á Hera Kjærbo, ið ikki
hevði armin á røttum staði.
Dómarin,
Petur
Reinert,
dømdi brotsspark, og hendan
avgerðin tyktist eisini at vera
røtt. Dion Splidt setti bóltin
trygt í netið, og gjørdist hann
tískil tvífaldur málskjútti.
Hetta var tað seinasta, ið
sást til Dion í dystinum, tí at
stutt eftir varð hann útskift
ur vegna skaða í økslini.
Eitt ótal av
málmøguleikum
Við støðuni 2-0 var ikki
neyðugt hjá heimaliðnum at
leggja nógv fyri í álopspart
inum, og valdi AB tískil at
leggja seg eitt sindur aftur
á vøllin. Hetta gagnnýtti
FC Suðuroy til fulnar við at
leggja eitt stórt trýst á AB-
málið. Útiliðið vann nógv
hornaspørk,
og
millum
annað bjargaðu argjamenn
á sjálvari málstrikuni eftir
eitt av hesum hornaspørk
um. Eisini hevði Mamuka
fríspark,
ið
fór
skamt
fótbóltur
H E S A V I K U N A
2
Heðin Stenberg
Var prísgivin í samband við
málið. Tók tað, ið hann skuldi,
men tó hevði hann ávísar trupul
leikar í samband við deyðbóltar
og sínum útspørkum í summum
førum. Mundi eisini gjørt sjálv
mál.
4
Sørin Samuelsen
AB hevur leitað eftir rætta
manninum á høgra bakki alt
árið, men nú tykist maðurin at
vera funnin. Gott avrik av Sørin,
sum eisini var maðurin, ið vann
argjamonnum brotssparkið.
3
Dimitrije
Jankovic
Ikki líka eyðsýndur sum parta
maður sín í miðverjuni, men
avrikið var tó á einari góðari leið.
4
Rói Danielsen
Við sínum avriki vísti stóri
miðverjin, hví liðskiparabandið
situr á hansara armi. Var ein
stinnur klettur í miðverjuni, har
hann ofta kom ímillum, tá ið
tørvur var á tí.
2
Magnus Egilsson
Nýggjur maður á vinstra
bakki hjá AB. Avrikið var ikki
sannførandi, tí at ov ofta kom FC
Suðuroy ígjøgnum í hansara síðu.
Av tí sama varð hann útskiftur
aftaná 54 minuttir.
3
Kári Nielsen
Garvaði miðvallarin stóð
seg væl í gjár. Vann fleiri
bóltar og spældi sær væl av við
bóltin. Gjørdi júst tað, sum ein
defensivur miðvallari skal gera.
4
Tróndur Jensen
Tað er ein sannur fongur
fyri AB, at hesin maðurin
kom út á Argir at spæla eftir
summarsteðgin. Hevur verið ein
av teimum stóru profilunum, og
tað sást eisini aftur á avrikinum
í gjár, har hann spældi bóltin væl
runt. Eisini var hann nær við at
skora eftir langskot tvær ferðir.
4
Dion Splidt
Dion gjørdi skjótt av í gjár.
Hóast hann ikki var so eyðsýndur
í opna spælinum, so skoraði hann
bæði málini hjá AB, áðrenn hann
varð útskiftur longu í 37. minutti.
2
Rógvi Poulsen
Ikki hansara dagur. Kom
ongantíð veruliga inn í dystin, og
ikki var tað nógv, sum eydnaðist
hjá honum.
4
Kristin R.
Mouritsen
Var ein støðug hóttan allan
dystin á tamb, har hann bjóðaði
nógv av. Vann eisini frísparkið, ið
førdi til fyrsta málið hjá AB.
2
Nikolaj Eriksen
Varð valdur fram um Jógvan
Skeel í álopið. Hevði tó ongan
kjans ímóti útlendsku miðverj
unum hjá FC Suðuroy, ið ofta
vunnu bóltin frá honum heldur
lættliga. Tó eigur Nikolaj rós fyri
arbeiðsavrikið, ið ikki lá eftir.
2
Jobin
Drangastein
Kom inn seint í fyrra hálvleiki,
men setti ongantíð veruliga sítt
stempulmerki á dystin.
3
Álvur
Christiansen
Kom inn á vinstra bakk, ið als
ikki er hansara vanliga pláss,
men gjørdi tað væl. Tettaði væl
um verjuna hjá AB eftir sína
innskifting.
Jógvan Skeel
Nolsøe
O
i
i
fá
i
i
spælarameting
FC Suðuroy
á veg niður
Eftir úrslitið á Argjum tykist tað vera ógvuliga ósannlíkt, at FC
Suðuroy yvirlivir í Effodeildini. Suðuroyingarnir hava tó bara
seg sjálvar at takka, tí at tað trotaði ikki við málmøguleikum
til útiliðið í avgerandi botndystinum á Argjum í gjár
Bæði liðini í útivallarblusum
Merkisvert var tað, at hvørki av liðunum spældu í sínum
vanligu leikbúnum. AB spældi í ljósabláari troyggju
og reyðum brøkum, meðan búnin hjá leikarunum hjá
FC Suðuroy var hvítur allur sum hann var.
1 til 6
Páll Lervig
fc Suðuroy
Eg var ikki til dystin ídag á
Argjum. Sum eg skilji so var
FC.Suðuroy nærri at javna ella
at leggja seg enntá á odda,
heldur enn at AB kom uppá
3-1,men FC.Suðuroy vóru sera
óneyvir frammanfyri málinum.
Møguleikin er enn at halda seg
uppi, men so muga eisini nógv
stig á kontoina.
fjepparin
Niðurflyting