Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 ítróttur omanfyri, og afturat hesum burdi Vallerian eisini mink­að um munin undan hálvleiks­ steðg­inum. Men bólturin vildi snøgt sagt ikki inn, og tí var hálv­leiksstøðan 2-0. Eftir hálvleikssteðgin var søgan tann sama. Fyrst brendi Mamuka risa møgu­ leika, tá ið hann skallaði beint við síðuna av. Tað tyktist sum, at hetta ikki var dagurin, har FC Suðuroy fór at raka málið, men stutt eftir vísti liðskiparin hjá FC Suðuroy viðleikarum sínum, hvussu ein bóltur skal skjótast í netið. Palli gekk á odda Eftir 49 minuttir brast loksins fyri nev hjá úti­lið­ num. Búi Egilsson sendi inn­legg innfyri úr vinstru. Bólturin hevði kós ímóti Palla Augustinussen við aftaru stong, ið stóð rætt­iliga fríur. Tað sá út til, at Palli hevði tíð til at taka bóltin niður, men ístaðin var lið­ skiparin eirindaleysur, tá ið hann heldur valdi at royna seg við einum fluktara. Hetta vísti seg at vera ein góð av­ gerð, tí at bólturin sang í net­ mesk­unum aftan­fyri Heðin Stenberg, ið var fullkomiliga prís­givin í støðuni. Eitt ómeta­liga gott mál, og nú var FC Suðuroy við aftur í dystinum. Hetta var eisini fult uppiborið. Allan dystin á tamb var Palli Augustinussen ein sann­ur brandur á miðuni hjá FC Suðuroy. Hann gekk á odda, júst sum ein liðskipari eigur at gera, og var hann besti maður á vøllinum. Neyvleikin manglaði hjá FC Suðuroy Tað tyktist sum, at málið til 1-2 veruliga fekk lív í bæði lið­ini. FC Suðuroy fekk enn meira áræði, og serliga vanda­mikið gjørdist tað stutt eftir málið hjá Palla, tá ið Búi Egilsson burdi javnað til 2-2. Hann skallaði tó upp­ um úr stuttari fjarstøðu. Ígjøgnum tað mesta av seinna hálvleiki var tað FC Suðuroy, sum hevði rætt­ iliga greiða, leikliga yvirvág. Bólt­urin var fyri tað mesta á hálvuni hjá AB, men trupul­ leikin hjá FC Suðuroy var, at teir ikki vóru nóg neyv­ ir. Símun Samuelsen og Vallerian brendu báðir góðar mál­møgu­leikar miðskeiðis í seinna hálv­leiki, og eisini var Mamuka nær við at takkla bóltin í mál eftir trunkaspæl. Stóra trýstið hjá FC Suðuroy bleiv tó linligari síðsta korterið. Orkan byrjaði at ganga undan hjá úti­lið­num, sum hevði lagt nógv fyri at skora útjavnandi mál­ið til 2-2. Hetta førdi til fleiri støður, har AB fekk fleiri mans framvið í snar­ álop, men ongantíð eydn­ aðist tað at skapa veru­liga málmøguleikar burtur­úr hesum. Størstu mál­møgu­ leik­arn­ar hjá AB í seinna hálv­leiki hevði Tróndur Jensen við nøkrum vanda­ miklum langskotum. FC Suðuroy fekk tó ein síðsta møguleika stutt undan dystarloki. Jón Krosslá kom at standa í sera góða skotstøðu í brotsteiginum hjá AB, men ógvuliga sympto­matiskt fyri allar teir brendu mál­møgu­leikarnar hjá FC Suðuroy, so skeyt hann bóltin langt uppum. Dyst­urin end­aði 2-1 til AB. Rok eftir dystarlok Eftir dystarlok var tað týðiligt, at suðuroyingarnir vóru óndir, sum tað eitur á góðum suðuroyarmáli. Hetta gekk út yvir Petur Reinert, dómara, ið fekk nógvar skolur yvir seg frá mis­nøgdu taparunum úr FC Suður­oy. Hetta førdi við sær, at Høgni Madsen fekk reytt kort aftaná, at dysturin var av­blástur. – Eg havi sum so onga vi­ ðmerking til tað, sum hendi eftir dystin. Eftir mínum tykki hevði dómarin ein ringan dag, men eg eigi sjálv­ ur at vera meira rutiner­aður enn so, at eg ikki leypi fram av á ein slíkan hátt. Tað var í lagi, at eg fekk reytt kort, sigur Høgni Madsen í sam­ røðu við Sosialin. Tað líkist einari niðurflyting Úrslitið merkir, at tað sær ógvuliga svart út hjá FC Suðuroy í niður­flytingar­ stríð­num. Gamaní er frá­ støðan til AB bara trý stig, men tað skal eisini havast í huga, at AB hevur nógv betri málmun enn FC Suðuroy. Tískil skal FC Suðuroy hála fýra stig inn á AB upp á tríggjar dystir. Hetta verður sera ringt, tí at tveir av dyst­ unum hjá FC Suðuroy eru á útivølli ímóti liðum úr ovaru helvtini. Í komandi viku skulu suðuroyingarnir til Gøtu at spæla ímóti Vìkingi, meðan HB tekur ímóti í Gundadali í seinasta leik­ umfari. Fyri AB merkir úrslitið, at nú er líkt til, at tað aftur verður Effofótbóltur úti á Argjum í 2016. Júst sum í 2013 er Sámal Erik Hentze á veg at bjarga argjamonnum frá ein­ari hóttandi niðurflyting, og eigur hann stóran heiður fyri úrslitini, ið hann hevur fingið við AB. Í komandi leikumfari tekur AB ímóti ÍF á heimavølli. Vinnur AB hendan dystin, so er tað ómeta­liga nógv, ið skal ganga galið, um Argir ikki skal hava um­boðan í landsins fremstu fót­bólts­røð í komandi kapp­ ingar­ári. neli@sosialurin.fo fótbóltur Ein sera spennandi dystur fyri áskoðaran. Nógv var upp á spæl, og tað sást eisini aftur á avrikunum hjá leikarunum, ið løgdu nógv fyri. Áskoðararnir fingu veruliga okkurt fyri pengarnar! Tað er altíð keðiligt, tá ið tað verður rok rundanum dómaran eftir dystarlok. Petur Reinert dømdi ein fínan dyst, men tó var tað heldur løgið, at hann ikki legði meira enn teir tríggjar obligatorisku minuttirnar afturat vanligu leiktíðini. Fleiri steðgir vóru í spælinum, ið bendu á, at meira yvirtíð átti at verið givin. 3 Kári Jacobsen Átti ikki lut í málunum. Í summum førum hevði hann trupul­leikar í deyðbóltsstøðum, men tó fær hann pluss fyri nógv góð útspørk, ið stundum førdu til vanda­støður í hinum endanum. 3 Dánjal Godtfred Gott avrik av unga høgra bakkinum, ið hevði nógvar góðar takklingar í verjuni og eisini kom framvið av og á. Tó telur tað niður, at hann gjørdi eitt heldur óneyðugt fríspark, sum førdi til fyrsta málið hjá AB. 4 Valerian Iobashvili FC Suðuroy hevur eina krútsterka miðverju. Valerian var stinnur í verjuni og eisini sera vandamikil í deyðbóltsstøðum. Tó var tað ov vánaligt av honum, at hann ikki skoraði nakað mál í hesum støðum, tí at hann hevði eini tríggjar stórar málmøguleikar. 4 Christian Ibeagha Eins stinnur sum Valerian í miðverjuni, har AB ikki slapp ígjøgnum til nógv. Kropsliga eru miðverjarnir serstakliga væl fyri, og hetta gevur teimum ein fyrimun í mun til flestu aðrar leikarar í Effodeildini. 2 Heri Kjærbo Avrikið var á einari góðari leið, men tað telur nógv niður, at hann framdi brotsgerðina til brotssparkið, tá ið hondin var á skeivum stað. 3 Høgni Madsen Stóð sterkur í myndini á miðvøllinum, og sparkaði hann eisini nógvar góðar deyðbóltar, ið burdu givið mál upp á okkurt tíðspunkt. Telur tó niður, at hann fekk sær eitt full­komiliga óneyðugt reytt kort eftir dystarlok. 5 Palli Augustinussen (Dagsins leikari) Liðskiparin var ein sannur brandur hjá FC Suðuroy. Gekk á odda fyri sítt lið allan dystin á tamb, vann eina rúgvu av bólt­um, og so skoraði eisini eitt framúr gott mál við rimmar fluktara. 2 Salmundur Bech Í mun til aðrar leikarar hjá FC Suðuroy stóð Salmundur eitt sindur ósjónligur í myndini í gjár. Varð útskiftur eftir lítlan tíma. 3 Búi Egilsson Legði upp til málið hjá Palla og hevði nógv góð frambrot í høgru síðu. Tó manglaði tað ofta tað allar seinasta hjá honum, og eisini brendi hann ein rimmar kjans, har hann burdi skorað. 3 Símun Samuelsen Ikki tann sami leikarin sum áður. Gjørdi óneyðugar feilir til tíðir, men kom eisini fram til fleiri málkjansir, ið kundu ført til mál. 3 Mamuka Toronjadze Rann ómetaliga nógv og kom eisini fram til fleiri mál­møgu­ leikar. Men neyvleikin manglaði, og tað kostaði liðnum dýrt. 2 Jón K. Poulsen Var inni seinasta hálva tíman. Hann fekk tó ikki nóg nógv burturúr, og eisini brendi hann ein stóran málmøguleika, har hann skeyt langt uppum. John Villi Leo Ov stutt inni at fáa eina meting. spælarameting AB ella HB? Hvat hava Dimitrije Jankovic, Nikolaj Eriksen og Dion Splidt til felags? Jú, teir hava tað til felags, at teir eru teir einastu av teimum 11, sum byrjaðu inni hjá AB í gjár, ið ikki hava umboðað HB áður. Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 AB - FC Suðuroy 2-1 (2-0) 1-0: Dion Splidt 17. 2-0: Dion Splidt br 29. 2-1: Palli Augustinussen 50. Dómari: Petur Reinert AB: Heðin Stenberg – Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Magnus Egilsson Álvur F. Christiansen, 54.) – Kári Nielsen, Tróndur Jensen – Dion B. Splidt ■ (Jobin Drangastein, 37. ■), Kristin R. Mouritsen, Rógvi Poulsen ■ – Nicolaj L. Eriksen (Jógvan Skeel Nolsøe, 78.) FC Suðuroy: Kári Jacobsen – Dánial Godtfred ■, Vallerian Lobashvili, Christian Ibeagha, Heri Kjærbo ■ – Høgni Madsen ■ ■ – Salmundur Bech (Jón Krosslá Poulsen, 58.), Palli Augustinussen, Búi Egilsson (John Villi Leo, 85.), Símun Samuelsen – Mamuka Toronjadze Lukasz Cieslewicz (11) hevur júst skorað sigursmálið í avgerandi oddadystinum móti Víkingi