mánadagur 14. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
nýggjar tíðir í B36
Liðformaðurin og hjálparvenjarin gevur nýggja B36 venjaranum stóran
heiður fyri, at tað loksins eydnaðist at vinna FM tvey ár á rað
Jóannes Hansen
Hetta FM heitið er ikki bara
vunnið av venjaranum og
spælarunum. Tað eru so
nógv fólk í felagnum og
kring liðið, sum gera eitt
stórt og ósjálvsøkið arbeiði.
Hesi hoyra vit ikki so nógv
um, men hesi eiga stóran lut
í, at tað loksins eydnaðist
B36 at vinna FM tvey ár á
rað, og at tað upp á stutta
tíð er eydnast at endurreisa
felagið, sum nú er væl fyri
bæði á ein og annan hátt.
Soleiðis sigur 35 ára gamli
Jákup á Borg, sum í gjár
vann FM fyri sjeyndu ferð.
Hann er hjálparvenjari og
liðformaður, og leygardagin
3. oktober fer hann at taka
ímóti FM steypinum í Fløtu
gerði í Fuglafirði. Í gjár
vann B36 FM fyri 11. ferð,
og fyri Jákup og øll onnur
í felagnum er hetta nakað
heilt serligt, tí hetta er fyrsta
ferðin yvirhøvur, at B36
vinnur FM tvey ár á rað.
– Næsta ár fyllir felagið
80. Nú hava vit skrivað
søgu við at vísa, at tað ber
til hjá B36 at vinna FM tvey
ár á rað, og eg ivist ikki í, at
hetta fer felagið at megna
umaftur og umaftur. Tað er
sera hugaligt, at tað eru so
nógvir, sum eru uppvaksnir
í felagnum, sum eiga lut í FM
heitinum. Tað er aðalmálið.
Ivaleyst verður tað eisini í
framtíðini, at vit fáa onkrar
profilar aðra staðni frá, sum
vit nú hava í Tórði Thomsen,
Lukasz Cieslewicz og Hans
Paula Samuelsen, men eg
haldi eisini, at vit duga væl
at slúsa nýggjar menn inn á
liðið, sigur Jákup á Borg, og
hann heldur fram:
– Tað snýr seg um at
hava tol og at geva ungum
monnum
møguleikan
at
vinna sær sjálvsálitið, sum
er avgerandi, um tú skalt
avrika. Vit hava fleiri dømi
um spælarar, ið eru komnir
fyri seg hjá okkum, eftir
at teir hava kent seg vera
dumpaðar aðrastaðni. Teir
hava tikið við ábyrgd, og tað
er hugaligt, at tað riggar.
Jákup á Borg hevur skriv
að undir sáttmála fyri kom
andi ár. Hann hevur tó einki
ímóti, um tað vísir seg, at
hansara leiklutur á vøllinum
verður minni, enn hann
higartil hevur verið:
– Fótbóltsaldurin kemur
ikki einsamallur. Tað er
neyðugt við alt meiri hvíld,
og sannlíkið fyri skaðum
økist. Í ár hava vit sæð, at
fleiri ungir hava verið við til
at vinna, og eg havi avgjørt
einki ímóti at taka meg aftur,
meðan teirra lutur verður
størri. Soleiðis eigur tað at
vera.
Meistaraheitið ber við
sær, at B36 annað árið á rað
fær flyting frá UEFA upp á
meiri enn tríggjar milliónir
krónur. Tað verður millum
annað sipað til fíggjarliga
partin, tá ið tað verður tosað
um endurreisn av felagnum.
Avbjóðingin
Tá ið B36 vann tíggjunda FM
heitið fyri einum ári síðani,
var Sámal Erik Hentze venj
ari. Eingin hugsaði nakað
annað, enn at Sámal Erik
eisini í 2015 fór at standa á
odda, tá ið B36 fór at gera
enn eina roynd at vinna FM
tvey ár á rað. Tí kendist tað
sum ein bumba, tá ið Bagge
boðaði frá, at hann orsaka av
arbeiði ikki hevði møguleika
at halda fram í B36.
B36 vildi hava ein lut
falsliga
ungan
venjara,
sum passaði væl saman við
spælarunum og felagnum
í síni heild. Teir valdu
Eyðun Klakstein, sum stutt
frammanundan hevði fingið
at vita, at hann ikki fekk høvi
at halda fram í barndóms
felagnum í Klaksvík, har
hann miðvíst var farin undir
at mynda lið við spælarum,
sum hann sjálvur hevði lært
upp, og har hann hevði valt
útlendsku
spælararnar
–
Jonas Flindt Rasmussen og
Ndende - sum framvegis eru
í felagnum.
– Eg var í Havanna á
Kuba, tá ið sms boðini komu
frá B36. Ivaleyst er størsta
trýstið at vera venjari í
Klaksvík, bæði tá ið tað
gongur væl og minni væl,
men eg kendi hetta vera sera
spennandi avbjóðing og stór
ábyrgd saman við góðum
hópi. Tað var skjótt, at vit
skrivaðu
undir
sáttmála,
og hetta hevur verið eitt
framúr ár. Vit hava bara
tapt ein dyst. Tá ið tað hevur
verið tætt og spennandi, er
tað koppað okkum til fyri
munar soleiðis, sum tað er
meistarum líkt, sigur Eyðun
Klakstein.
B36 venjarin hevur ikki
verið so nógv at sæð í B36
húsinum og millum B36
viðhaldsfólkini:
– Tað tekur sína tíð at
koyra úr Klaksvík og suður
í Gundadal og norðuraftur.
Eg havi møtt í góðari tíð til
venjingarnar og lagt síðstu
hond á fyrireikingarnar, og
tá ið venjingarnar eru av og
prátini við spælarar, leiðarar
og onnur liðug, havi eg koyrt
norður aftur. Tað eru altíð
viðhaldsfólk í B36 húsinum,
og sjálvandi havi eg heilsað
upp á tey eisini, men eg havi
ikki kent ábyrgd fyri at vera
leingi í húsinum. Tann partin
av
felagslívinum
syrgja
nevndarlimir og fleiri onnur
fyri. Felagið riggar framúr
væl. Venjarin nýtist ikki at
hava fokus á øðrum enn at
venja. Um tað er okkurt, sum
skal gerast ella fáast upp á
pláss, so hevur formaðurin,
Heiðrikur Christiansen, sum
alla tíðina er um okkum,
ella onkur annar syrgt fyri
tí, áðrenn hálvtalað er orð,
sigur B36 venjarin.
Arbeiðsbýtið
B36 meistaraliðið í 2015 líkist
nógv liðnum, sum vann FM
í fjør. Onkrir spælarar hava
verið langtíðarskaddir. Nú
meistaraheitið, sum leingi
hevur verið ávegis, endaliga
varð staðfest, er tað bara
miðverjin Hørður Askham,
sum er skaddur.
Tí er upplagt at siga, at
hetta hevur gingið av sær
sjálvum, og at uppgávan hjá
nýggja venjaranum hevur
verið at halda tørn um tað,
sum Sámal Erik Hentze
hevði fingið at rigga. Tað vil
hjálparvenjarin Jákup á Borg
ikki skriva undir uppá.
– Eyðun kom í B36 við
tí eyðmýkt, sum skal til, tá
ið tingini rigga. Hann vísti
ikki trongd til at kollvelta
øllum og harvið at vísa, at
tað bara var hann, sum setti
dagsskránna.
Men
hann
hevur dugað framúr væl at
tillaga liðið og spælið. Eingin
kennir
betri
føroyskan
fótbólt, enn Eyðun ger, og
hann hevur fingið Jóhan
Thomsen við sær úr Klaksvík
at taka allar dystirnar hjá
okkum upp. Eyðun er sera
professionellur og miðvísir,
altíð væl fyrireikaður og
veit, hvussu vit skulu spæla
okkara spæl, og hvussu vit
skulu taka ímóti mótstøðu
liðunum, sigur Jákup á Borg.
Og hvør er so leikluturin
hjá tær?
– Eyðun eigur venjingar
nar, taktikkin, dystarfyri
reikingina
eftirmetingina.
Mín lutur er at vera við til
at byggja brýr millum spæl
ararnar og venjaran og so at
seta futt í, tá ið vit eru í um
klæðingarrúminum og skulu
út at spæla dystirnar.
Liðið
24 umfør eru avgreidd, og
tveir spælarar hava verið
við hvørja ferð – Hans
Pauli Samuelsen og Odmar
Færø.
Tórður
Thomsen,
Høgni Eysturoy og Róaldur
Jakobsen hava sitið uttanfyri
einaferð.
Hinir, sum hava spælt
nógv, eru Andrias Eriksen
(22), Eli F. Nielsen (21), Lukasz
Cieslewicz
og
Gestur
B.
Dam (20), Jákup á Borg
(18),
Hanus
Thorleifsson
(17), Ibrahima Camara og
Benjamin
Heinesen
(16),
Hørður Askham (12) og Árni
G. Nielsen (11).
Eyðun Klakstein rundar
soleiðis av:
– Tað hevur verið framúr,
at spælararnir hava tikið av
møguleikanum, tá ið hann
hevur verið har. Andrias
Eriksen, Eli F. Nielsen og
Gestur B. Dam vóru undan
kappingarbyrjan
neyvan
roknaðir at eiga lyklaleik
lutir, men teir stóðu seg
væl, tá ið tað var brúk fyri
teimum. Jónas þór Næs
og Alex Mellemgaard vóru
langtíðarskaddir.
Tá
ið
vit mest høvdu brúk fyri
teimum, vóru teir tøkir aftur,
og teir vístu seg at vera væl
fyri. Og so eru tað hinir, sum
hava verið týdningarmiklir
undir venjing, og tá ið teir
hava fingið møguleikan.
Her
hugsar
venjarin
um Philip Lund (4), Trygva
Askham (2), Robert Heðin
Brockie (2), Pætur Petersen
(2), Rasmus Dan Sørensen,
Bjarna Petersen og Karl
Martin Danielsen (1).
Tað eru nýggjar tíðir í
B36, sum í gjár fyri fyrstu
ferð tryggjaði sær FM annað
árið á rað, og sum nú hevur
vunnið ellivu FM heiti.
joannes@sosialurin.fo