Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Leygardagin vóru tað júst 25 ár síðani, at Føroyar vann minniliga 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona. Dagurin bleiv hátíðarhildin á millum annað Sosial­ inum, Dimmalætting, In.fo, heimasíðuni hjá Norð­ lýsinum, kringvarpinum við kjaki í sjónvarps­stovuni og fleiri vóru tey, sum á ymiskan hátt vístu á dagin á sosialu miðlunum. Eg tó, at vit onkuntíð duga betri at hátríðarhalda slíkar løtur við almennum tiltaki. Fótbóltsføroyar skuldi sjálvandi hvat bjóða hetjunum frá 12. september 1990 til stóran døgurða, dans og fagna. Ella tað haldi eg. Eitt tiltak fyri hetjunum tá, og eitt eitt tiltak fyri øllum okkum, sum so ótrúliga fegin vilja heiðra teimum fyri avrikið, sum er grund­ steinurin undir føroyskum fótbólti í dag. Við hesum við eg bara vegna ÍtróttarSosialin siga, takk fyri Landskrona dreingirnir! B36 FM vinnari B36 hevur annað árið á rað vunnið FM. Teir skulu eisini hava eitt stórt til lukku frá okkum her á ÍtróttarSosialinum. B36 hevur verið klárt besta liðið í Effo-deildini í ár. Teir hava fult uppiborið meistaraheitið, sum teir hava vunnið í stórum stíli. Eg kundi tó hugsað mær at víst á, at liðið seinnu árini hevur klárað at sett ungar mans við. Menn, sum hava gjørt mun í heimligu kappingini, U21 landsliðnum og onkran á A-landsliðnum eisini. Hetta vísir, at tú kanst væl vinna meistaraheitið uttan at seta ungu menninar til viks. Tað krevur tó, at teir hava umstøður til at mennast í. Flott B36, og til lukku við FM heitinum. ÍtróttarSosialurin á netinum ítróttarSosialurin, In.fo og Rás2 hava tætt samstarv. Tí hava vit nú gjørt eina Facebook síðu, hart ú kanst fylgja øllum ítróttinum frá ÍtróttarSosialinum, In.fo og Rás2. Hetta verður gjørt, so tað er lættari hjá tær at fylgja við á øllum frontum hjá okkum. Hevur tú Facebook, so kanst tú leita fram síðuna “In.fo – ítróttur”. Har verður tú eisini kunnaður um greinar í blaðnum. 25 ár síðani Landskrona www.b36.fo Nervarnir argaðu eitt sindur. Men við einum dreymahøggi syrgdi Hanus Thorleifsson fyri avgerandi málinum, og við eitt sindur av hjálp frá grannunum vunnu vit FM-heitið í metgóðari tíð www.hb.fo: Tíbetur høvdu vit ein árvaknan málmann í Teiti Gestsson, og dagsins maður diskaði upp við 4-5 super bjargingum. www.nsi.fo: Okkara menn høvdu ríkiligt av møguleikum til at avgera dystin, men dagsins maður var Teitur Gestsson, sum hevði fleiri bjargingar í serflokki – hann tók snøkt sagt alt, sum kom innanfyri stengurnar og tí bleiv tað einans til tað eina stigið – hóast okkara leikliga vóru omaná meginpartin av tíðini. www.nordlysid.fo: Sum vanligt tók KÍ ikki av, tá enn ein møguleiki fyri at taka 4. plássið kom. Ítróttar klumman Tróndur Arge Neistin tvífaldur stórsteypavinnari Bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá Neistanum vunnu í gjár stórsteypadystin. Kvinnurnar móti Kyndli og mansliðið móti VÍF Tróndur Arge Í gjár vóru stór­steypa­dystir­ nir í hondbólti. Neistin var partur av báðum finalnum, og vann báðar. Neistin vann í kvinnudystin 30-25 á Kyndli, eftir longda leiktíð. Støðan í hálvleikinum var annars 15-10 til Kyndil. Síðani vann Neistin seg fram um 22-18 í seinna hálvleiki, áðrenn Kyndil svaraði aftur. Aftaná 60 minuttir var støðan 23-23. Síðani var spælt tvær ferðir fimm miinuttir. Her var Neistin stinnari og vann. Neistin vann eisini hjá monnunum Hjá monnunum vann Neistin heldur óvæntað ein greiðan 32-26 sigur, eftir støðuna 16-15 til VÍF í hálv­ leik­inum. Liðini skiftust um at hava leiðsluna í fyrra hálv­ leiki, men tað sá út sum, at vestmenningar høvdu lætt­ ari við at koma til málini. Gongdin helt áfram til miðjan seinna hálvleik, tá neistaverjan gjørdi tað sera trupult hjá vestmenningum og vóru teir eisini óneyvir í skotunum. Neistin økti javnt og samt um leiðsluna. Tað hjálpti ikki hjá VÍF, at teir royndu seg við offensivari verju. Í hálvleikinum handaði Lions Annfinni Heinesen, skúla­stjóra á Føroya Fólka­ háskúla, 35.000 krónur til arbeiði við at bøta um standin á skúlanum. trondur@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen